mánadagur 3. november 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Áki Bertholdsen
Ert tú veiðimaður og áhug
aður í at skjóta haru, er best
at fara í Norðoyggjar.
Tað er nevniliga í Norð
oyggjum, at teir bestu haru
hagarnir eru.
Tað vísir eitt yvirlit, Eyð
finn Magnussen hevur gjørt.
Hann er lívfrøðingur á
Fróðskaparsetrinum
við
stórum áhuga fyri haruveiði
í Føroyum.
Seinastu tvey árini hev
ur hann gjørt nógv burturúr
at skráseta, hvussu nógvar
harur verða skotnar ymsa
staðni í Føroyum.
Hann vísir, at allar upp
teljingar byggja á sjálv
bodnar fráboðanir frá haru
monnum, men hann metir,
at yvirlitið er rættiliga full
fíggjað.
Eg vildi mett, at yvirlitið
fevnir um eini 95 prosent
av øllum harunum, sum eru
skotnar.
Í hesum sambandi hevur
hann eisini gjørt upp, hvussu
nógvar harur eru skotnar
ymsastaðni kring landið.
Hann hevur bæði hugt
eftir, hvussu nógvar harur
eru skotnar tilsamans og,
hvussu nógvar harur, hvør
byrsa um dagin.
Og tað er eingin ivi, at tað
er í Norðoyggjum, at tað er
mest hara at fáa upp á byrs
una.
Í
hagapartinum
sum eitur Skarhamar í
Hvannasundi, skutu teir í
fjørð 7,5 harur fyri hvørja
byrsu um dagin.
Teir vóru fýra túrar í
haganum í fjør og fingu 71
harur við 11 byrsum.
Og í hagapartinum Fyri
Sunnan
í
Haraldssundi,
vórðu 7,3 harur skotnar fyri
hvørja byrsu um dagin í fjør.
Teir
vóru
fimm
harutúrar í fjør og fingu 55
harur við átta byrsum.
Triðbestu haruhagi er
hagaparturin, Eggin, í Mið
vági, har teir sjey harur upp
á byrsuna um dagin. Teir
vóru tríggjar túrar við fýra
byrsum og fingu 25 harur.
Yvirlitið hjá lívfrøðingin
um vísir, at tilsamans vóru
904 harutúrar í seinstu haru
tíð og tilsamans vórðu 7.417
harur skotnar við 2.645 byrs
um. Tað gevur 2,9 harur uppá
byrsuna um dagin
Vestmenningar raskast
Men annars er eingin ivi um,
at tað eru vestmenningar
sum eru raskast at skjóta
haru.
Í hagapartinum Úti í
Haga á bjørgum, skutu teir
158 harur á tilsamans níggju
túrum.
Beint í hølunum á teim
um eru vágamenn, tí í haga
partinum
Norðurtiðingi,
Kortini eingin er so raskur at skjóta haru sum vestmenningar, men teir hava vágamenn beint í hølunum
Mest hara at
í Norðoyggjum
Í harutíðini í fjør vórðu 8.000 harur skotnar kring landið og Eyðfinn Magnussen metir,
at tilsamans er føroyski harustovnurin einar 15.000-20.000 harur
Harurnar,
sum
verða
skotnar í Føroyum um árið,
hava eitt virðið upp á einar
800.000 krónur.
Tað
hevur
Eyðfinn
Magnussen,
lívfrøðingur
roknað seg fram til.
Hann sigur, at burtur
úr teimum 8.000 harunum,
sum vórðu skotnar í fjør,
fáast eini 6.400 kilo av kjøti.
Ein hara er nóg mikið
til fýra fólk, so tilsamans
er talan um heilar 32.000
máltíðir.
Hara er forkunnugt kjøt,
so
Eyðfinn
Magnussen
hevur ásett ein kiloprís á
125 krónur fyri kilo.
Skuldu vit keypt alt
harukjøtið, hevði tað sostatt
kosta 800.000 krónur, sigur
hann.
Hinvegin sigur hann, at
brúktar verða einar 20.000
patrónir, sum tilsamans
kosta einar 120.000 krónur.
So nettovinningurin av
at skjóta haru er sostatt
680.000 krónur.
Men tað negativa er so
ta, at tilsamans verða eini
800 kilo av høglum brúkt
og eini 200 kilo, ella trý
kubukk av plasti, og liggur
alt tað og sløðist í náttúruni
eftir haruveiðina, slepst
ikki uttanum, at tað dálkar
náttúruna.
Skjóta haru fyri
800.000 krónur
HARUVEIÐA
Hendan talvan vísir, hvussu nógvar harur vórðu skotnar í teimum ymsu oyggjunum í fjør