mánadagur 3. november 2014síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125
TÍÐINDI
Eirikur Lindenskov
Í vikuni fer Tjóðveldi at
leggja fyri tingið upp skot til
samtyktar um, at Løg ting-
ið heitir á Lands stýrið um,
saman við kommun un um, at
seta í verk var skógv ara skip-
an fyri starvs fólk, sum eru í
al menn um starvi hjá landi
og kommunum.
Varskógvaraskipanin skal
setast í verk í 2015.
Kristina
Háfoss,
ting-
kvinna fyri Tjóðveldi sigur,
at tørvur er á slíkari skipan
fyri starvsfólk, ið starvast
hjá landi og kommunum.
– Land og kommunur
røkja týðandi og grund leggj-
andi uppgávur vegna alt
Føroya fólk. Tað er av sera
stórum týdningi, at starvs-
fólk, ið starvast í almenna
geira num
kunnu
kenna
seg trygg við at fráboða
møgu ligt óreglusemi inn-
an tað almenna. Hetta kann
tryggjast við, at vit í Før oy-
u m fáa skipað eini slíkari
skipan, sum skal vera ein var-
skógvaraskipan fyri starvs-
fólk, ið starvast hjá landi og
kommunum, sigur Kristina
Há foss, sum vegna Tjóðveldi
fer at leggja málið fyri tingið
ein av fyrstu døgunum. Ting-
fundir eru næstu dagarnar,
og hon sigur, at málið verður
lagt fram í morgin ella miku-
dagin.
Í
viðmerkingum
vísir
hon á, at seinastu árini eru
fleiri dømi um starvsfólk, ið
hava valt at rópa varskó og
gera vart við óreglusemi á
arbeiðsplássi teirra ella inn-
an økið, tey starvast innan.
Mill um seinastu dømini eru,
starvs fólk innan eldrarøkt
og innan samferðsluøkið.
– Søgan vísir tíverri, at
persón ligu
avleiðingarnar
kunnu gerast ógvusligar, um
starvs fólk velur at varskógva
al ment um óreglusemi ella
viður skifti, ið ikki eru sam-
svar andi lóggávu, sigur Kris-
tina Háfoss.
Hon vísir á, at hetta ger,
at nógv starvsfólk vilja velja
frá, at varskógva um óreglu-
semi í framtíðini, og tí heldur
hon, at um stig verða tikin
til at skipa eina veruliga var-
skógvaraskipan, kann tað
trygg ja, at óreglusemi verður
frá boð að, og verjir tann, ið
fráboð ar óreglusemið.
– Hartil kemur, at nógv
ymisk – og til tíðir mót stríð-
andi – lóggáva og atlit eru
knýtt at varskógvan. Eitt nú
talu frælsið,
tagnarskylda,
fólka ræðið, loyalitetur mót -
veg is arbeiðs-
gev ara,
og
s o m u l e i ð i s
l o ya l i t e t u r
mót vegis sam-
felag num við
at trygg ja, at ólóg ligt virk-
semi ikki fer fram ótarnað,
sigur Kristina Háfoss.
Hon vísir víðari á, at
starvs fólk vilja tí ofta koma
í eina tvístøðu.
– Hetta ger tað enn meira
neyðugt at seta í verk eina
væl skipaða var skógvara-
skip an, so starvsfólk ikki
ivast í, hvørji rættindi og
møgu leikar tey hava, tá
um ræð ur at gera vart við
óreglu semi, sigur hon.
Hon leggur dent á, at ein
varskógvaraskipan fer at
geva starvsfólkum møgu-
leika at gera vart við óreglu-
semi ella lógarbrot umvegis
dul nevnda fráboðan.
–
Varskógvaraskipanir
eru kendar frá øðrum geir-
um, tí tað er longu lógarkrav
at fíggjarfyritøkur, ið lúka
ávís ar treytir, skulu hava
var skógvaraskipan í flestu
eur o peis ku londum. Hetta
verður
vænt andi
eisini
lógarkrav
til
før oyskar
fíggjarfyritøkur í næst um.
Uttanlands seta alsamt
fleiri fyritøkur, stovnar v. m.
í verk varskógvaraskipanir,
eins og fleiri lond – eitt nú
Noreg – hava sett í verk var-
skógvaraskipan fyri starvs-
fólk, ið starvast hjá tí al men-
na.
Sambært Kristinu Háfoss,
so eiga land og kommunur
sam an at nágreina, hvussu
ein varskógvaraskipan fyri
starvs fólk í almennum størv-
um skal skipast í Føroyum.
• Áðrenn farið verður und ir
varskógvaraskipan skulu
greiðar skrivligar regl ur
gerast – eitt nú um:
• Hvør kann fráboða
• Hvat kann fráboðast um
• Hvar kann fráboðast – eitt
nú umvegis bræv ella
krypteraða heimasíðu
• Hvør er mannagongdin, tá
fráboðað verður
• Hvør móttekur fráboðanina
• Hvussu verður ein
fráboðan viðgjørd
• Hvørji rættindi hevur tann,
ið fráboðar
• Hvussu verða fráboðanir
goymdar á tryggum staði
• Um farið verður miðvíst til
verka beinanvegin, kann
ein vælskipað og mennandi
varskógvaraskipan, fyri
starvsfólk hjá landi og
kommunum, setast í verk
í 2015, sigur Kristina
Háfoss.
Eirikur Lindenskov
Í síðstu viku viðgjørdu vit
her í blaðnum orrustuna
um Strandferðsluna, sum
stóðst av, at fíggjarleiðarin
á Strandferðsluni fór uttan
um bæði stjóra og lands-
stýris mann og ven di sær
bein leiðis til løg tings lim ir-
nar í fíggjar nevnd Løg ting-
sins fyri at varskógva um
fíggjar viðurskiftini á Strand -
ferðsluni.
Tað sum fíggjarleiðarin
vildi vera við, var at lands-
stýris maðurin undir budgett -
eraði Strandferðsluna í fíggj-
ar lógar uppskotinum
fyri
2013. Tað er komið fram í hes-
um máli, at settar vórðu av
147 milliónir krónur at reka
Strandferðsluna fyri í 2012,
meðan einans 139 milliónir
krónur vórðu avsettar á
fíggjar lógini fyri 2013. Ein
orsøk til hetta var lækkandi
olju prísur, men so stór var
spar ing in heldur ikki.
Tað vóru millum annað
hesi viðurskifti, sum fíggjar-
leiðarin vísti á.
Tað endaði við, at stjórin á
Strandferðsluni varð send ur
til hús. Fyrst við eini sjúkra-
meld ing, seinni við eini upp-
søgn.
Nýggjur
fyribilsstjóri
varð settur.
Eitt av tí allarfyrsta, sum
hann gjørdi, var at geva fíggj-
ar leiðaranum eina ávar ing
fyri at hava verið óloyal ur
mót vegis upp sagda stjóra-
num og lands stýris manni-
num. Síðani er fíggjarleiðarin
koyrdur úr starvi.
Viðurskiftini,
sum
fíggjar leiðarin gjørdi vart
við í síni »wistleblower«-frá-
boðan eru nú kannað í æsir
av
grannskoðarum,
fleiri
nýggjum
strand ferðslu-
stjórum og Vinnu mála ráð-
num. Niðurstøðan er, at
fíggjar óskil hevur valdað á
Strand fara skipum Landsins.
Men hesum er fíggjar leið-
arin ósamdur í.
Við Sosialin í síðstu viku
segði hann, at tað tykist hon-
um, sum um at man vil gera
ein pástand til ein sannleika
við at endurtaka hann nóg
ofta.
Regin I. Jakobsen, sum
var fyribilsstjóri á Strand-
ferðslu ni, sigur við blaðið, at
hann heldur ikki, at tað var
fíggjarligt óskil á Strand-
ferðsluni.
– Eg var ikki á Strand-
ferðslu ni í 2013, og kann tí
ikki siga niður í smálutir,
hvat gekk fyri seg. Men á
ein um stovni sum Strand-
ferðsluni er ringt at siga, at
fíggjar ligt óskil er orsøkin til,
at tú kemur til eina meting í
apríl og eina aðra meting í
septem ber, sigur hann og
vísir á, at talan er um ein
stór an og kompleksan stovn,
har
fortreytirnar
kunnu
broyt ast brádliga.
Fyribilsúrslitið í orrustuni
um Strandfersðluna er, at
ein stjóri er koyrdur til hús
við løn í eitt ár, tveir fyri bils-
stjórar hava røkt starv ið, og
at ein fíggj ar leiðari er koyrd-
ur til hús.
Eftir at grannskoðarin
hev ur gjøgnumgingið allan
roknskapin
umaftur,
og
eftir at allar kritiskar við-
merkingar hjá fyrrverandi
fíggj ar leiðaranum eru strik-
ar, er myndin ein onnur av
stovni num. Og niðurstøðan
hjá Vinnumálaráðnum, sum
varð ar av stovninum, er, at
fíggjar ligt óskil hevur valdað
á stovni num.
Rumbul
fyri 1,7
milliónir
Orrustan um Strand-
ferðslu na – sum sein-
as tu tíðina er broytt
til eina orrustu um
lands stýri s mannin,
Johan Dahl – sum helst
fær eitt mis álitis-
upp skot ímóti sær á
ting fundinum í morgin –
hevur ikki verið ókeypis:
Rum bl ið hevur higartil
kost að 1,7 milliónir
krón ur í eyka útreiðslum
fyri stovn in.
Sosialurin avdúkaði
17. september í ár, at
fíggjar ligu brota sjógv-
ar nir, sum hava skolað
inn yvir Strand ferðsluna
síðani síðsta vetur, hava
higartil kost að sperda
stovninum 1,7 milliónir
krónur í eyka útreiðsl-
um, ið tyngja framman-
undan sprong du
fíggjar ætlan ina uppaftur
meira.
Lóg um varskógvaraskipan
á veg í tingið
– Søgan vísir tíverri, at persónligu avleiðingarnar
kunnu gerast ógvusligar, um starvsfólk velur at
varskógva alment um óreglusemi ella viðurskifti
Hann heldur seg av røttum hava varskógvað um vantandi
játtan. Men tey, ið varða av Strandferðsluni, halda hann
hava verið óloyalan og hava givið honum fótin
Varskógvari fekk fótin
-
g
lógligt virk-
g