mánadagur 3. november 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eiga at fáa egna føroyska
lóg fyri fólkaskúlan
Málsliga
menningin
skal styrkjast
Menningin av føroyska
máli num hjá børnum skal
stim brast.
Tað
mælir
Rigmor
Dam, Javnaðarflokkurin,
til í einum uppskoti til
sam tyktar, sum hon hev-
ur lagt fyri tingið og sum
mentan arnevndin hevur
til við gerðar mikudagin.
Rigmor Dam vísir á, at
før oyskt er eitt lítið mál
og at føroyskt børn bert
fáa tilfar á føroyskum um
før oyskir myndurleikar
rað -festa tað.
Hon mælir til, at heitt
verð ur á landsstýrið um
at skipa hesa frágreiðing
sum eina heildarætlan vil
til mæl um, tíðarætlan og
fíggjar meting.
Og at heitt verður á
landss týrið, at heildar-
ætlanin eisini fevnir um
eitt uppskot um, hvussu
til ber at seta á stovn
eina serstaka málpulju,
har fólk kunnu søkja um
stuð ul til tiltøk og átøk og
til framleiðslu av tilfari,
sum hevur til endamáls at
stimbra málsligu menn-
ing barnanna.
Í uppskotinum til sam-
tykar vísir Rigmor Dam
á fleiri spurningar, sum
eiga at svarast:
Í
hvønn
mun
og
hvussu kunnu vit før oys-
ka tøkni ligu sam skiftis-
miðl ar nar, sum í løtuni
eru á út lendskum?
Hvussu takla vit løg-
frøðiligu av-bjóð ing ar nar
í mun til víðarisølu og/
ella bókasavnsútlán av
út lendsk um tilfari, sum
Kringvarpið
og
onnur
hava føroyskað?
Hvussu
gera
vit
føroyskt kulari millum
børn?
Hvussu
styrkja
vit
bóka savnstilboðini
til
børn í øllum landinum?
Hvussu
styrkja
vit
tilboðini til børn í útvarpi,
sjón varpi og á netinum?
Hvussu
kunnu
vit
stuðla framleiðslu, út-
breiðslu og týðingar av
til fari til børn?
Í hvønn mun kunnu vit
stuðla foreldrunum í at
men na málsligu førleikar
barna nna?
Hvørji málslig til boð
kunnu vit bjóða útiseta-
børnum?
Hvussu
styrkja
vit
máls ligu førleikarnar hjá
teim um, sum arbeiða við
børn um?
Hvussu tryggja vit, at
børn á dagstovnum kring
alt landið fáa nøktandi
máls ligar avbjóðingar og
stimbr an?
Hvussu ætlar lands-
stýrið at styrkja málsligu
frá læruna í skúlunum,
eitt nú við fleiri tímum til
lesivegleiðing, stuðuls tím-
ar til lesiveik, kanningar
fyri orðblindni og til tím-
ar sum heild?
Hvussu tryggja vit, at
tey alt fleiri útlendsku
børn ini fáa nøktandi frá-
læru í føroyskum, uttan
at vit tó gera okkum inn
á
móðurmálssamleika
teir ra?
Eisini hetta uppskotið
er til viðgerðar í mentan-
nar nevndini
hjá
Løgtinginum mikudagin.
Bjarni
Djurholm,
Fólka flokk urin, er for-
mað ur í nevndini. Hin ir
lim ir nir eru: Jóna Morten-
sen og Edvar jacob sen,
Sam bands flokk urin,
Reigmor Dam, Jav n að ar-
flokkurin, Gun vør Dam,
Tjóð-veldi, Poul Michel-
sen, framsókn, og Jenis av
Rana, Miðflokkurin.
Tað hevði verið rætt, um
vit í Føroyum hava ein
móðurmálsdag.
Til
døm-
is kann dagurin 25. mars,
føðignardagur V.U. Hamers-
heimbs, verða dagurin.
Tað
heldur
tjóð veldis-
kvinnna Gunvør Balle, sum
mælir til, at 25.mars verður
før oyskur móðurmálsdagur.
Lands stýrismaðurin
við
mentamálum fær til upp-
gávu at gera leiðreglur fyri,
hvussu dagurin verður hild-
in.
Móðurmálsdagur hevur
ver ið hildin í Føroyum, men
tað er dottið niðurfyri aftur
nú.
Seinast,
móð-ur máls-
dag urin varð hildin, var í
2012, tá Nám, Sosialurin,
Dimma lætting,
Føroyska
málnevndin, Kringvarpið og
Mentamálaráðið tóku stig
til tiltakið. Samstundis, sum
dagu rin varð hildin, varð ein
móður málsvirðisløn
latin
einum føroyingi, sum er
kend ur gjøgnum miðlarnar.
Føroyska
málnevndin
mælti til, at 25.mars var
gjørdur til móðurmálsdag, og
at ein móðurmálsvirðisløn
varð latin hendan dag.
Høvuðsgrundgevingin í
upp skotinum til samtyktar
er:
-Føroyska málið er undir
støðugum trýsti, so hvørt
nýggj øki koma inn á okkum,
sum bara eru á útlendskum
máli. Tað er eitt støðugt
átak at menna føroyskt,
og tað verður ikki bíligari
við tíðini, nú allir hugsandi
miðl ar koma floymandi, og
allu r heimurin er komin inn
í hvørt hús.
-Um vit ikki ásanna hetta,
verð ur føroyskt eitt mál,
sum bara røkkur í fortíð og
ikki framtíð.Tí hava vit brúk
fyri einum móðurmálsdegi
at gera vart við tann týd-
ning og tey virði, sum ligg ja í
móðurmálinum. Ein dag, har
vit skifta orð um før oyskt
og um støðuna hjá móð ur-
málinum í føroyska sam-
felag num.
Hetta uppskotið verður
við gjørt í mentanarnevndini
mikudagin.
Mentanarnevndin hjá Løgtinginum fer mikudagin at viðgera
trý uppskot um føroyskan skúla og føroyskt mál
Mentanarnevndin hjá Løg-
tingi num fer mikudagin at
viðgera trý uppskot, sum
hava við føroyska fólka skúl-
an og føroyskt mál at gera.
Øll trý uppskotini eru frá
andstøðuni.
Gunvør Balle hevur lagt
tvey av uppskotunum fram
vegna Tjóðveldi, meðan tað
er Rig mor Dam, sum hevur
lagt eitt av uppskotunum
fram vegna Javnaðarflokkin.
Mest umfatandi upp skot-
ið er tað, sum er til samtyktar
og heitir á landsstýrið um at
endurskoða fólka skúla lóg-
ina. Uppskotið er sol jóðandi:
Løgtingið heitir á lands-
stýrið um at seta eina
nevnd at eftirmeta fólka-
skúlalógina, og grundað á
hesa eftirmeting leggja fyri
Løgtingið uppskot til broyt-
ing í fólkaskúlalógini, sum
m.a. fevnir um:
- At styrkja handaligu,
krops ligu og listaligu læru-
greinirnar
- At innføra tví lærara skip-
an í allari innskúling
- At styrkja frálæruna
í fólkaræði, søgu og sam-
felags faki
- At tryggja orðblindum
og lesiveikum eitt veruligt
skúla tilboð
- At fólk við hægri út-
búgving í viðkomandi faki
kunnu fáa starv í fólka-
skúlanum
- At lærarar støðugt fáa
møgu leika og skyldu at upp-
stiga seg fakliga
- At krav verður sett skúl-
um, yvir eina ávísa stødd, at
skipa førleikastovur
Gunnvør Balle, Tjóðveldi,
skriv ar í viðmerkingunum,
at seinastu árini eru komnar
fleiri ábendingar um, at
før oyski
fólkaskúlin
ikki
heilt megnar uppgávuna
at brynja føroysk børn til
fram haldandi útbúgving og
lívs langa klæring.
-Vit yvirtóku skúlaverkið í
1979, men vit hava ikki fingið
ein føroyskan fólkaskúla,
men hava kopierað danskar
skipanir og so hava okkar
egnu myndugleikar til lag að
smálutir til okkara viður-
skifti, sigur Gunvør Balle.
Aðrar lærugreinir
Í viðmerkingunum til upp-
skotið til samtyktar verður
eisini víst á, at alt ov lítil
dentur
verður
lagdur
á
handa ligar,
listaligar
og
krops ligar lærugreinir. Gun-
vør Balle sigur:
-Skúlin skal ikki einsspora
øll til bókliga framtíð, tí
hvørki hin einstaki næming-
urin ella samfelagið hevur
ynski um ella tørv á tí. Einki
er at ivast í, at tað hevði
gjørt
Tekniskar
Skúlar
og yrkisútbúgvingar sum
heild meira lokkandi, um
næm ingar høvdu sloppið
at roynt seg í handaligum
og
skapandi
fakum
í
fólkaskúlanum. Um-ráðandi
er, at tann føroyski fólka-
skúlin tekur støði í okkara
jørð ildi, mentan, vinnu bygn-
aði og landafrøði og ikki er
eitt avrit av, hvussu verður
gjørt í øðrum londum.
Hvør er tørvurin?
Gunvør Balle vísir eisini
til tað kjak, sum hevur ver ið
um fráflyting og um at fáa
ung fólk heimaftur til før-
oyska samfelagið at búgva
og arbeiða í.
Hon finst at, at vit meira
til laga okkara skipanir eftir,
hvussu onnur gera, held ur
enn at skapa ein fólka skúla,
sum ger tey ungu til reiðar
at virka í Før o yum. Har um-
framt vísir hon eisini á teir
trupulleikar, sum ung hava
við serstøkum tørvi, orð-
blind ni o.ø. , eru vak s andi.
Tað mugu vit eisini taka okk-
um av.
Tvílæraraskipan
Tjóðveldispolitikkarin sigur,
at eftir fyrstu skelkandi
PISA-úrslitini var farið undir
eina skipan við tveimum
lærarum í summum flokk-
um. Hon sigur, at stór sem ja
er um, at hetta hevur rigga
og mælir til, at ein tví lærar-
skipan verður gjørd í allari
inn skúlingini.
-Verður tað gjørt, so vísir
tað seg, at sjálvt krevjandi
næm ingar fáast at virka í
fólkaskúlanum, sigur Gun-
vør Balle.
Fólkaskúlin er grund ar-
lagið undir okkara demo-
kratisku skipan og tí heldur
Gun vør Balle, at fólkaskúlin
eig ur at leggja meira dent á at
gera næmingarnar tilreiðar
at virka við fólkaræði. Hon
held ur, at hetta helst skuldi
veri ein lærugrein fyri seg,
men í minsta lagi eigur hetta
at fylla munandi meira í
søgu og samfelagsfaki.
Mentanarnevndin
hjá
Løg tinginum fer mikudagin
at viðgera uppskotið frá
Gun vør Balle.
Ein føroyskan móðurmálsdag