Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 Vilmund Jacobsen Leiðarin á Sandoyar Kunn­ ingar­stovu, Hanna á Reyna­ túg­v­u, sigur, at nú heystið er, og veturin stundar til, verður mest arbeitt við at fyrireika næs­tu summarvertíð. - Men, vit eru ógvuliga spent upp á stóra tiltakið á Depli­num í Skálavík, sum verð­ur leygardagin 8. nov­em­ ber. Tað er Vakstr­ar­ar­ætlanin fyri Sandoynna, sum skipar fyri, og fokus verð­ur sett á ferða­vinnu og mat­vøru­fram­ leiðslu í Sand­oynni.  Hon vísir á, at Sandoyggin er væl vallað, og hon er gróðrar­rík. Oyggin er kend fyri strendur, góð epli, gott skerpi­kjøt, vakrar bygdir og ektaðan bygdahugna. Spurningurin á ráð­ stevnuni verður, hvussu sand­oyggj­a­fólk fáa brúkt alt hetta góða, so arbeiðspláss og vøkstur kunnu skapast. - Tað er hetta, sum fokus verður sett á 8. november, sig­ur Hanna á Reynatúgvu.   Draga eina línu Leiðarin á Sandoyar Kunn­ ingar­stovu leggur aftrat, at á somu ráðstevnu verður eisini eitt spildurnýtt uppskot um ein ferðavinnupolitikk fyri oyn­na, sum ein bólkur hevur ar­beitt við, lagt fram. - Endamálið við upp­skoti­ num er at skipa so fyri, at Sand­oyggin verður fyrsta val hjá føroyskum familjum, síðu­leypandi við, at útlendsk ferða­fólk eisini hava áhuga fyri at vitja í oynni. Hanna á Reynatúgvu sigur, at arbeitt verður fram ímóti, at øll, sum stan­da aftan fyri og skipa fyri ferðavinnutilboðum í Sandoynni, kunnu draga somu línu. Vilmund Jacobsen Tað verður rættiligt lív í á torgi­num í SMS alla næstu viku, nú sølumiðstøðin aftur hevur ársdag. Hesaferð fyllir SMS 37 ár. Seinnapartin mikudagin fer navnframi Chili Klaus á pall­in, og tá sleppa vitjandi at eta heimsins sterkastu chili. Skipað verður fyri festligum føðingardegi í døg­unum 3.-8. november, har høvi verður til ymiskar fjøl­broyttar upplivingar á torgi­num. Umframt Chili Klaus, fara eisini Jensina Olsen, gykl­arin Ásbjørn, klovnurin Bubu og Martin Joensen at seta sín dám á.Eisini verða al­tjóða gastronomiskar upp­liv­ing­ar. Chili Klaus er kendur fyri at bjóða kendum fólk- um av at eta heimsins sterkastu kili. Hansara filmar, sum liggja á Youtube, eru sædd­ ir fleiri miljónir ferðir, og hann er eisini ein sera um­ biðin undirhaldari í Dan­ mark í løtuni. - Vit vilja, at Sandoyggin verður fyrsta val hjá føroyskum familjum, sigur Hanna á Reynatúgvu, leiðari á Sandoyar Kunningarstovu Vardi verkstaðurin á Bakka í Vági hevur nú eina fjórðingsøld á baki, og tað er í hesum sambandi, at skipað verður í dag fyri almennari móttøku. At skapa vøkstur og framburð í Sandoynni Heimsins sterkasta chili í SMS Tað verða viðkomandi spurningar, sum verða umrøddir í Deplinum í Skálavík leygardagin 8. november Í vetur verða royndir gjørdar at ala á Sandsvág. Her kemur lastbilur við søkkum og ketum at fortoya ringarnar við Vilmund Jacobsen Flestu línuskip eru til fiski­ skap undantikið tvey, sum í løtuni eru á sleipi­støð. - Eitt línuskip er und­ir Íslandi og frystir veiði­na umborð, tvey eru á Rygg­ i­num, og annað av hesum kem­ur inn at landa hós­ dagin.  Fiskamarknaður Før­ oya veit at siga, at øll hini línuskipini, sum eru til fiskiskap, eru undir Før­oy­ um. Av hesum frysta tvey umborð, meðan rest­in eru á ísfiskaveiði. - Vit vænta eitt línu­ skip í dag, og annars koma flestu av hinum skipu­num, sum fiska undir Før­oy­um, helst inn at landa sein­ni í vikuni. Um útróður, veit mark­ nað­urin at siga, at streym­ urin verður brúki­lig­ur tað mesta av vikuni, og veðurútlitini eru hampi­lig.  - So, vit vænta, at nakað verður av útróðrarfiski, og talan verður mest um tosk og hýsu, verður sagt á marknaðinum. Sambært Fiska­mark­ naði Føroya landa onkur par­trolara­pør í dag, og onn­ur koma inn, sum vik­ an gongur.  Lagt verður aftrat, at fiski­skap­urin hjá par­ trolar­unum er smáligur. Veiðan er mest upsi, sum er blandað við toski og longu. Trý partrolarapør eru á sleipistøð í løtuni. Fimm djúp­vatns­trol­ ar­ir eru til fiskiskap. Tveir teirra fiska svartkalva, men greitt er ikki, um nakar teirra landar hesa vikuna. Tveir djúp­vatns­trol­ar­ar frysta fiskin umborð. Á Fiskamarknaði Før­oya vænta tey, at ein djúp­vatns­ trolari, sum er á ísfiska­ veiði og fiskar svart­kalva og kongafisk, kem­ur inn at landa fyrst í hesi vikuni. Fríggjadagin vóru tveir trolbátar til fiski­skap. Teir hava roynt ymsa­staðni, og veiðan er helst blandað. Hesir báðir bát­ar­nir koma væntandi inn at landa í vikuni. At enda eru trý garna­ skip til fiskiskap. Eitt skip frystir veiðina umborð. - Eitt garnaskip landar í dag, og eitt landar væntandi seinni í vikuni, sigur marknaðurin. Nakrar landingar hesa vikuna Chili Klaus er kendur fyri at bjóða kendum fólkum av at eta heimsins sterkastu chili Hann bjóðar kendum fólkum heimsins sterkastu chilli