Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SAMRØÐA Annika Kunoy Im - Sannleikin er, at hvørki lækn­in, sum sprøjtar barnið, ella eg, vita til fulnar, hvat hendir eftir at barnið er kopp­sett. Hetta vil eg sjálv­ sagt vita, áðrenn eg loyvi eini kanylu innundur húð­ ina á mínum barni. Tað sigur Sylvia Thom­ sen, sjúkra­røkt­arfrøðingur.­ Tá tað snýr seg um pinku­lítil børn er hon sera bangin fyri øllum teimum ókendu hjálpievninum, sum fylgja við koppsetingum. - Tey eru viðkvom, sigur Sylvia, sum hevur valt koppseting frá. Hinvegin sigur Rannvá Isaksen, at tað er umstrítt at halda at ókoppsett børn eru betri fyri enn koppsett børn. Og at hetta ikki er vísindaliga prógvað. Koppsetur tú barn títt verjir tú tað ímóti lívs­ hótt­andi sjúkum? Sjúkum so sum polio, kikhosta, reyð­lingum, hepatits B og øðrum. Summar av hesum sjúkunum hava sorað og tikið nógv menniskjalív. Tú verjir eisini børn og onnur veik, sum ikki kunnu kopp­ setast í móti hesum sjúku­ num, við ikki at spreiða virusið. Heilt einfalt so bjargar tú menniskjum. So einfaldur er logikk­ urin hjá læknafrøðini. Ræðusøgurnar um deyði­ligu sjúkurnar sum yvir­tóku bygdir og býir, og um syrgiligu avleiðingarnar tær høvdu, liva enn. Mong foreldur hugsa ikki um at tey ikki eru noydd at kopp­ seta, men at tey hava valið at lata vera, um tey ynskja tað. Og tað eru alsamt fleiri ið ynskja at lata vera. Skalt tú bara líta á, at lækn­in og vísindini altíð vita best, ella skalt tú skúla teg sum foreldur og taka av­gerðina tú heldur er røtt, møgu­liga sjálvt um hon gong­ur ímóti streyminum? Bólkurin av foreldrum, ið seta spurning við um kopp­ seting er neyðug, er alsamt vaksandi í londunum kring okkum. Hetta er vorðið ein rørsla sum eisini hevur vundið uppá seg í Føroyum. Sjúkrarøktarfrøðingurin Sylvia Thomsen, eigur fýra børn í aldrinum 1 til 14 ár. Fyrsta barnið hevur fing­ið allar viðmæltu kopp­set­ ing­ar­nar, hóast Sylvia sjálv sig­ur, at hon minnist, at hon hevði eina kenslu av, at hetta ikki var rætt. Barnið fekk rættiliga høgan fepur hvørja­ferð eftir, at tað var kopp­sett. Annað barnið fekk kopp­seting fyri kikhosta eftir koppsetingarætlanini, men tá barnið ikki mentist máls­liga, sum tað átti, fekk Sylvia eina kenslu av, at alt var ikki, sum tað átti at vera. Um hetta sama mundi sá hon eina sending um, at MFR koppsetingin kann elva til autismu [MFR verjir ímóti meslingum, fárasjúku og reyðlingum. MFR verður bjóðað bæði tá barnið er 15 mánaðir og fýra ár]. Send­ ingin stuðlaði upp undir iva, sum longu hevði sátt seg hjá Sylviu. - Sjálvt um vísindini, at síggja til, kundu vísa hesum fram­setingunum aftur, so raktu persónligu søgurnar hjá hesum mammunum meg, sigur hon. Vegna manglandi máls­ligu menningina hjá barni sínum, tók Sylvia ikki av tilboðnum av MFR koppsetingini. Hetta var serliga tí, at hon vildi vera vís í, at tað ikki var kopp­ setingin, sum var or­søkin til møguliga út­vikling av sálar­sjúku, um tað skuldi vísa seg, at hon hevði rætt, og okkurt bilti barninum. Sálar­sjúka varð ikki stað­ fest, sum hon óttaðist, men nøkur ár seinni, varð barn­ ið diagnoserað við dysfasi [heiti, ið lýsir feil í menn­ing­ ini av málinum hjá barni­ num]. Tá Sylvia nakað seinni fekk triðja barnið, hevði hon lisið meir og ment mein­ing­ina um koppseting. Hon leitaði á alnótini og las um øll evnini, sum eru í koppsetingunum, og um hvussu hesi møguliga kundu ávirka kroppin. Tað er millum annað alminium, sum Sylvia ikki ynskti skul­ di verða sprøjtað innum húð­ina hjá barninum, av tí at hon hevði skilt at almini­ um kann vera sera skaðiligt fyri kroppin og heilan. Hóast mongdirnar av alminium sum eru í kopp­ set­ing­unum sigast at vera óskaði­ligar, hevur Sylvia ikki álit á hesum. - Serliga ikki, tá hugsað verð­u­r um, hvussu nógvar kopp­setingar barnið fær í sín­um fyrstu liviárum. Jú fleiri koppsetingar talan er um, jú stórri kann skaðin verða, sigur hon. Sylvia fann eisini fram til granskarar, sum hava kann­að samangangin av ógvusligum hjáárin við MFR koppsetingini, har úrslitini vísa at hesir gransk­ar­ir frámæla MFR kopp­set­ing­ina. Hon sá eisini hagtøl vísa, at áðrenn 1930 vóru ongi kend tilfeldi av autismu, og ongin hevði fingið sjúku­ avgerðina autisma. Í 1960 fingu ein út av 10.000 sjúku­ avgerðina autisma og í apríl í ár var hetta talið komið uppá ein út av 88. Tí heldur hon, at tað møgu­liga ikki tykist løgið, at fólk síggja samanhang mill­ um koppseting og autismu. Men hon sigur, at hetta sama sást eisini viðvíkjandi øð­r­um sálarsjúkum og ovur­vi­ð­kvæmi. - Hetta er ein kolosal broyt­ing, sigur Sylvia av­ gjørd. - Sannleikin er, at hvørki lækn­in, sum sprøjtar barnið, ella eg, vita til fulnar, hvat hend­ir eftir at barnið er kopp­sett. Hetta vil eg sjálv­ sagt vita, áðrenn eg loyvi eini kanylu innundur húð­ ina á mínum barni, sigur hon. Kanningar eru partískar Vit vita, at fyritøkurnar sum framleiða og selja kopp­set­ingarnar, eisini fíggja kanningarnar, sum verða gjørdar innan økið. Hetta tekur alt trúvirði undan koppsetingunum, sigur hon. Hon samanber hett­a við ein brotsman sum sjálv­ur skal døma sítt egna brots­verk. - Framleiðarnir hava ikki menniskjað í fokus. Slett ikki, sigur hon. Yngsta barnið hevur onga koppseting fingið enn og hevur enn ikki havt kik­ hosta. Men Sylvia veit, at kik­hosti gongur við jøvnum millum­bili og hoyrir hon at hann gongur, er ætlan hennara at verja barnið við at halda tí heima. - Eg eri bangin fyri tí degn­um, tað eri eg, sigur Sylv­ia. Men eg eri meiri bang­in fyri koppsetingini. Sum brúkarir eiga vit at kunna okkum um viðurskifti áðr­enn vit taka eitt val, heldu­r ­hon. Trupulleikin er tó, at nøktandi upplýsing og kunnleiki ikki er til taks. Sylvia sigur eisini, at tá hon MÍNI BØRN SKULU Eg eri ikki bangin fyri barnasjúkunum, sum børnini kunnu fáa, tí tær eru ikki deyðiligar sigur Sylvia Thomsen, sjúkrarøktarfrøðingur, sum ikki letur børn síni koppseta fyri barnasjúkur Annika Kunoy Im Rannvá Isaksen lesur til mark­nað­ar­førsluøkonum í Aal­borg og er stjóri í Íðka í Klaks­vík. Hon eigur eina trý ára gamla dóttur, sum hon hev­ur koppsett eftir vanligu kopp­set­ing­ar­ætlanini. Rann­vá hevur tosað al­ment á sosialu miðlunum ímóti vandanum at velja kopp­set­ ing til børnini frá. Tað er ein stór avgerð at taka hjá foreldrum tá børnini skulu koppsetast. Ikki bert fyri koppsetta barnið, men eisini fyri tað barnið, ið ikki kann koppsetast av eini ella aðrari orsøk. Foreldur sum eru í iva og fylgja við í kjaki­num muga fáa góða og greiða vitan um evnið, áðr­enn alvarsama avgerðin verð­ur tikin, sigur Rannvá. Rannvá heldur at tað er ein ómetaligur framí­hjá­ rætt­ur, at liva í einum landi, ið ynskir at verja íbúgvar sín­ ar móti deyðiligum og vanda­ miklum sjúkum. - Eg haldi avgjørt, at vit skulu takka ja til koppseting, og verja børn okkara ímóti sjúk­um, ið kunnu føra heila­ skað­ar, deyða og annað við sær, sigur hon. Hon heldur at sjúkur­ nar, sum vit verða kopp­sett ímóti í verandi kopp­set­ ing­ar­ætlnanini ofta verða undir­mettar, og at fylgirnar av tílíkum sjúkum ikki eru nóg væl kunnaðar. Sum dømi nev­n­ir hon at ein sjálvur má leita sær vitan fram um ymisku styttingarnar, sum eru fyri sjúkurnar. Hensin ókunn­leikin ger møguliga at ræðu­søg­ur um koppsetingar vinna fram, sigur hon. -Við jøvnum millumbili hoyri eg søgur um børn, har kopp­setingin er orsøk til, at børn­ini nú bera ávíst brek, men eg mangli prógvini fyri, at hetta er rætt. Sjálvsagt kunnu vandar vera við koppsetingini, sig­ ur hon, men hon metur ikki vandan vera nóg stóran til, at hon torur at velja kopp­ setingina frá. Hetta er serliga við tí í huga, at heimurin í dag er vorðin so lítil, at ein per­sónur kann vera í India í dag og gerast smittaður av difteri, og síðani vera í Før­ oyum í morgin og bera sjúku­ na víðari til børn ella vaksin, ið ikki eru koppsett, greiðir hon frá. Rannvá hevur sjálv fingið koppsetingar eftir kopp­se­t­ ingarætlanini, og tað hevur dóttur hennara eisini. Í sam­ bandi við fyrstu kopp­set­ing­ ina av dóttir hennara las hon nógv um evnið. - Hetta gjørdi eg fyri at hava nakað at grunda mína av­gerð á, tí tað er umráðandi at vit kanna, hvat vit takka ja til, og ikki bara nikka og takka, serliga tá evnið er so álvar­samt sum hetta. Eisini savnaði hon sær vitan í sambandi við MFR kopp­setingina. Hetta av tí at tað hevur verið frammi, at samanhangur kann vera mill­um MFR koppsetingina og autismu. Læknavísindini kunnu ikki siga við vissu, um børn kunnu gerast heilaskødd av MFR koppsetingini, og tí verð­ur upplýst at eitt út av eina milliónum av børnum, ið vera MFR koppsett, kann ger­ast heilaskatt. Tað ábyrgd okkara sum foreldur at meta um, hvørt vit meta at vandin við koppseting vigar meir enn vandin ið stendst, um barn­ið verður smittað við ein­ari ella fleiri av sjúkunum, ið vit kunnu vera koppsett ímóti. Tí gevast vit heilt við at koppseta børn, koma sjúkur­nar skjótt aftur til okk­ara part av heiminum, sig­ur Rannvá. Hon valdi tó at lata lækn­ an koppseta dóttur sína, eftir at hon hevði lisið ymiskt um møgu­lig hjáárin. Hon var ikki í iva áðrenn koppsetingina, tí nakrar av sjúkunum, ið Eg haldi avgjørt, at vit skulu koppseta børnini og verja tey fyri sjúkum, ið kunnu føra heilaskaðar, deyða og annað við sær, heldur Rannvá Isaksel Vildi ikki lata dóttur sína fáa