mánadagur 3. november 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jenis av Rana
Tað var við undran og sorg
eg las bræv títt í Sosialinum
mikudagin, eitt bræv, ið varð
stílað til løgmann og har
tú undirskrivar teg ”gud
loysingur”. Tú setur løg
manni spurningar, sum hann
óivað man fara at svara, men
endar brævið við fylgjandi
orðum, sum eg loyvi mær at
viðmerkja. Tú skrivar:
“vit skulu verja fólkaræðið
vit skulu varðveita okkara
samkenslu.
vit skulu berja okkara
fremmandahatur niður.
vit skulu vera besta land í
verðini at liva í - fyri øll”.
Men so leggur tú afturat:
“hesi virðini eru ikki kristin.
Tey eru menniskjalig”.
Ein grundleggjandi feilur!
Her gert tú eitt grund
leggjandi mistak! Vórðu “
hesi virði” menniskjalig og
ikki kristin, so var heimur
okkara ein heilt annar at
liva í í dag! Men júst tí at
tey ikki eru menniskjalig, er
støðan so út av lagi syrgilig
og døpur, sum hon er. Tað er
jú menniskjan, sum fremur
tær gerðir, sum elva til, at
menniskju í hópatali hvønn
dag doyggja av krígsávum og
onnur av svongd og sjúkum.
Ikki tí matur ella heilivágur
manglar í heiminum, men tí
raðfestingin av heilivágnum
og matinum er skeiv. Og or
søkin er júst hon, at menn
iskjan er sjálvsøkin og ikki
livir eftir hesum virðum, sum
tú nevnir og leingist eftir.
Fremmandahatur blómar,
fólkaræðið verður dagliga
traðkað undir fótum og
mong av heimsins londum
eru langt frá “tey bestu” at
liva í, einans tí hesi virðini,
tú nevnir, ikki eru “menn
iskjalig”!
Øðrvísi har kristna trúgv
in er boðin vælkomin!
Men har sum kristna
trúgvin er sloppin framat,
har sum menniskju dagliga
liva saman við Frelsara sín
um, har finna vit øll hesi
virðini, tú ynskir, vit skulu
verja!
Tað var í kjalarvørrinum
av kristna gleðiboðskapinum
at menniskju og tjóðir um all
an heim vaknaðu og miðvíst
fóru at taka sær av teimum
treingjandi! Privat og alment
varð farið undir at hjálpa og
grøða tey sjúku. Tey gomlu
vórðu ikki longur slept upp
á fjall, men fingu virðiligar
umstøður, hjálp til dagin- og
innivist. Bíbilsku boðini um
at taka sær av faðirleysum og
einkjum lyftu hesi uppaftur
úr fátækt, hungri og deyða,
og nýføðingar við sjúku og
breki, sum áður vórðu settir
út at doyggja, vórðu bjargað
ir av monnum og kvinnum,
sum sjálvi vórðu broytt, tá
tey møttu Frelsaranum.
Og vit kundu hildið á at
nevnt einstøk og bólkar, m.a.
kvinnurnar, sum aftur fingu
virði á jøvnum føti við onnur,
eitt virði sum lond og leiðar
ar, sum ikki grunda síni virði
á kristnu trúnna, heldur ikki
í dag veita teimum, júst tí
hesi virði eru kristin og ikki
menniskjalig.
Gev Jesusi ein møguleika!
At tú nevnir teg gud
loysing boðar frá, at tú ert í
vanda. Best verður hetta lýst
av vísmanninum, sum í orða
tøkunum skrivar so um júst
hetta evni:
”vegurin, ið hini gudleysu
ganga, er sum bølmyrkur;
tey vita ikki, hvat tey fara at
detta um, men gøtan, ið hini
rættvísu ganga, er lík skín
andi ljósi, sum verður bjart
ari og bjartari, inntil hádagur
er (vísmaðurin Sálomon, orð
tøkini kap. 4. ø. 18).
Eg vildi ynskt, at tú, Ása,
og onnur, sum ikki kenna
trygdina,
sum
finst
hjá
Frelsaranum, góvu Honum
ein møguleika, heldur enn at
vraka tað framtíðartrygd og
tann nútíðarfrið, sum bara
Jesus kann geva.
Á tí trygga grundstøði,
sum bara hann kann geva,
verða tit tá við í einum
heimsumfatandi netverki av
menniskjum, sum royna at
broyta heimin til eitt betri
stað fyri øll. Hetta royna tey,
tí tey hava møtt Honum, sum
í orði sínum og í dagligum
samskifti við tey, eggjar til at
verja, hjálpa og virða næstan
sum seg sjálvan.
p.s.: Lat meg leggja afturat,
at tá eg tosi um kristin, so
meini eg við menniskju,
sum hava møtt Jesusi og
sum dagliga liva saman við
Honum og ikki stjórnir,
felagsskapir
ella
einstøk,
sum eftir øllum at døma
ongantíð hava møtt Frelsar
anum, men sum av órøttum
fjala seg og gerðir sínar undir
navni hansara
Frank Davidsen
Nakað so natúrligt sum at
biðja um, eins og at fáa inn
lit og avrit av nøkrum veiðu
loyvum úr fiskimálaráðnum,
og fáa noktandi svar, vísir
veruliga
almenninginum
um tann ruðuleika, ið hevur
valdað og valdar úti í fiski
málaráðnum.
Í
svarið
til
reiðaríið
hjá Líraberg stendur m.a.
"Fiskimálaráðið skal í hes
um sambandi kunna tykkum
um, at veiðiloyvini ikki hava
verið skriva sum serstakt
skjal. Frumrit ella avrit eru tí
hvørki ávikavist send skipa
eigara ella goymd í skjala
goymsluni hjá Fiskimálaráð
num. "
So meðan alt samfelagið
er digitaliserað, og hvørt
mansbarn við tí nýggju
tøknini er ført fyri at goyma
tær neyðugu upplýsingarnar
á síni smarttelefon, so eru
umbidnu skjølini frá Líra
berg ikki skrivaði á nakað
serstakt skjal, eins og hvørki
frumrit ella avrit eru send
skipaeigara. Ei heldur eru
tey goymd í skjalagoymsluni
hjá Fiskimálaráðnum. So
kenn ein spyrja seg sjálv
an um tað er ein fjald dags
skrá aftan leiktjøldini, ella
hvat. Ella tað veruliga er
sannleikin, at tað í 2014
verða útskrivað veiðiloyvi í
hópatali, har eingi skjøl eru
at finna, hvørki hjá Fiski
málaráðnum,
skipaeigar
unum, ei heldur hjá Fiski
veiðueftirlitinum, so er hetta
eitt eindømi í politiskari
manupulatión. Og var hetta
hent í okkara grannatjóðum,
so hevði teirra fiskimálaráð
harri verið sagdur úr starvi
uttan at neyðugt var við ein
um misálitið.
Hetta vísir okkum enn
einaferð tað skugga- og
myrkaspæl, sum hevur vald
að úti í Fiskimálaráðnum,
har sitandi fiskimálaráðharri
hevur latið hánt um allar pol
itiskar leikreglur, og galdandi
lógir á fiskivinnuøkinum.
Tað er óhoyrt, at eitt aðal
ráð, ið hevur við alla okkara
fiskivinnu at gera, ikki so
frægt sum ómakar sær til at
hava frumrit ei heldur avrit
av veiðiloyvum. Hvussu skal
fiskiveiðieftirlitið Vørn bera
seg at úti á fiskifeltinum,
tá teirra arbeiðsgevari, Fiski
málaráðið, ikki kann geva
teimum eitt neyvt eftirlit
yvir, hvør hevur veiðiloyvi.
Og hvussu skal reiðaríið hjá
Líraberg fyrihalda seg til, at
sama Fiskimálaráð spælir
myrka- og skuggaspæl, í síni
roynd at káva út yvir, at Fisk
málaráðið als ikki gevur sær
far um tær rættarreglur, ið
onnur aðalráð arbeiða eftir.
Er tað veruliga soleiðis,
at ein almennur stovnur
kann nokta inlit til eitt mál
í einum sakarmáli, tí hesin
stovnur ikki hevur tryggjað
sær hvørki frumrit ei heldur
avrit. Hetta er so langt úti,
eins og tað luktar av, at her er
okkurt, sum ikki tolir dagsins
ljós, og sum má fjalast fyri
almenninginum.
Fyri at fáa kabalina at
ganga upp, er neyðugt at
brúka eina undantaksregla
til eina kunngerð í lógini um
vinnuligan fiskiskapí grein 9
frá 1994, har ímillum annað
smálutir, sum meskavíddir
eru nevndir í hesi kunngerð.
Als eingin ábending hevur
verið hesi 20-25 árini, at ein
fiskimálaráðharri, uttan um
lóggávuvaldið kundi brúka
eina kunngerð frá 1994
sum jarnbrot, til at útlutað
milliarda virðir har skjøl ikki
eru neyðug.
Tað
er
fullkomuliga
óhugsandi, at ein danskur
fiskimálaráðharri
kundi
geva umsiting síni boð um
at flyta veiðiloyvir ímillum
skipabólkar, uttan at tað var
kjølfest í skjølum, sum vístu
til hvørji skip íð loyvini vóru
flutt til og frá. Líka óhugs
andi er tað eisini, at ein
danskur fiskimálaráðharri
persónliga uttam um fólka
tingið, og uttan um eina
uppboðssølu lutaði út allan
uppisjóarfiskin, har tað hjá
áhugaðum vinnulivsfólkum
var avgerandi at hava mobil
telefonnummari
danska
fiskimálaráðharranum.
So meðan løgtingið ár um
ár keglast um fiskidagar, so
hevur sama løgting givið
fiskimálaráðharranum ein
blancocheck uppá 2 milli
ardir, sum verða lutaðar út
uppá júst sama máta, sum
tá ið gekkurin er á skránni.
Nevnliga, tann sum kemur
fyrst ígjøgnum telefonnetið
hjá fiskimálaráðharranum,
hann kann gerast millióning
ur frá einum degi til annan.
Og Ikki nokk við tí. Er hann
nærmasti granni ella bú
leikast á heimabeitinum hjá
fiskimálaráðharranum, so er
ikki neyðugt hjá viðkomandi
at hava nakað skip tøkt, tí eitt
orð er eitt orð, og frumrit og
avrit seinka einari smidligari
gongd, ikki sannheit.
Góða Ása Johannesen
Myrkaspæl Fiskimálaráðsins
kjak
Árni Dahl
Fyri nøkrum døgum síðani
lýsti RÁS 2 við, at Óli
Breckmann, fyrrverandi
løgtings- og fólkatings
maður, skuldi skipa fyri
kjaki um hetta uppáhaldið,
at Føroyar verða avkristn
aðar.
Í umrøðuni varð borið
fram ymiskt um rótloysi,
vantandi kristni-frálæru,
og árin uttan úr heimi fekk
eisini skuldina.
Men man orsøkin til
hetta rákið ikki vera nógv
einfaldari?
Børn og ung hoyra og
síggja fyri sær, at tey, sum
sita á ovastu politisku rók
unum, verja, at alt tað, sum
kristindómurin sigur seg
bera í skjøldri sínum, verð
ur skúgvað til viks.
Tak bara boðini:
“Tú mást ikki hava aðr
ar gudar enn meg”, hetta
er 1. boð.
Meirilutin á løgtingi
tænir einum Gudi: Mam
mon.
“Tú mást ikki stjala”,
hetta er 7. boð.
Meirilutin á løgtingi
verjir tjóvar og skálkar.
“Tú mást ikki bera rang
an vitnisburð ímóti næsta
tínum”, hetta er 8. boð.
Meirilutin á løgtingi
verjir lygnina.
Hetta var gamli sátt
málin. Men Jesus segði
einaferð:
“Tú skalt elska næsta
tín sum sjálvan teg.”
Meirilutin á løgtingi
heldur hánt um samhalds
festi og stuðlar heldur
teimum, sum hugsa: “Vert
in á hvat ið annar fær, eg
skal nøra at mær.”
Tjúgu tingfólk mynda
henda meiriluta. Ið hvussu
so er helmingurin av teim
um er javnan at síggja og
hoyra á røðarapalli í kristi
ligum høpi.
At verja stuldur, lygn og
mannamun er andstyggi
ligt.
Tað er tvífalt andstyggiligt,
tá ið somu fólk ditta sær
at prædika kristindóm fyri
øðrum.
Roynir meiri-
lutin á løgtingi
at avkristna
Føroyar?