Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Bjørn á Heygum Alt Føroya fólk hevur verið vitni til, at tann persónur, sum settur er at hava eft­ ir­lit við, at hvør einstakur lands­stýrismaður situr fyri sín­um málsøki á lógligan og full­góðan hátt, nú hevur kunn­gjørt alment, at okkara hægsta yvirskipaða lóg, Stýr­ is­skip­an Føroya, ikki skal tak­ast fyri fult. Í øllum førum skal orð­ing­ in um, at løgmaður og lands­ stýr­is­menn hava ábyrgd av fyri­sit­ing­ini av teim máls­ økjum, sum løgd eru til teirra, samb. løgmanni, als ikki tak­ast i álvara. Við at siga gott fyri og legal­i­sera eitt púra klokku­ klárt lógarbrot um óheim­ ilaða meirnýtslu av al­menn­ um peningi uppá 4,4 mio kr. hev­ur ovasti leið­ari her í land­in­um sett skjøtil á eina nið­ur­lað­ing og und­ir­graving av rætt­ar­sam­fe­lag­num, sum í ein­um víð­ari perspektivi kann fáa óhugnaligar avleið­ ing­ar. Løgmaður sigur, sum sett­ ur eftirlitsmyndugleiki av Før­oya fólki, at hann tekur ikki nøkur stig til tess, at eitt man­dat­svik mótvegis før­ oyska skattaborgarunum uppá 4,4 mio kr., skal fáa nakr­ar fylgj­ur fyri tann, sum hev­ur ábyrgd­ina. Við øðrum orðum hev­ur hann sett ein niðara stand­ ard fyri, nær tað er legalt at snýta landskassan. Boðini frá Kaj Leo Holm Jo­hanne­sen eru púra greið – ong­in lands­stýrismaður, sum brúk­ar almennan pening í heim­ild­ar­loysi undir 4,4 mio kr., verð­ur hereftir drigin til svars fyri fyri slíkt misbúk av al­mennum peningi. Gjørd lógarbrot rætt­vís­gera nýggj lógarbrot Undanførslan hjá løg­manni fyri at vælsigna heim­ild­ar­ leysu meirnýtsluna er eins greið. Orsøkin er tann, at aðr­ir landsstýrismenn eisini eru lógbrótarar, og heldur ikki kunnu bara sær at taka av almenna kassanum! T.v.s. longu viðurkend lóg­ar­brot hjá hinum lands­stýr­is­monn­ un­um skulu hereftir rætt­ vís­gera framhaldandi nýggj lógarbrot, tykist vera log­ ikk­ur­in hjá løgmanni. Ong­ ar ætl­an­ir eru um at koma hes­um ólevn­aði til lívs, – nei, tað er heldur tað øv­uta, sum ligg­ur í kortunum hjá løg­ manni – haldi bara fram við at bróta lógina, – tí tað fær ongar fylgjur kortini – eru óbein­leið­is boðini! Næsti rættuliga nærliggj­ andi spurningur er so, um hes­in sami løgmaður og eft­ ir­menn hans­ara eisini fara at rætt­vís­gera almennan stuld­ur fyri 7 mio kr, 15 mio kr. 40 mio kr. ella kanska 150 mio kr., – ella hvar gongur nú veru­liga markið fyri svansi við al­mennum peningi, sum tann politiska skipanin í Før­ oyum kann liva við? Tað er at vóna, at Kaj Leo Holm Johannesen, ella um­ boð fyri samgonguna, sum iva­leyst treytaleyst stuðl­ar løg­manni í hansara verju av lóg­ar­brotinum hjá Jó­han Dahl, kunnu svara Før­oya fólki uppá henda grund­leggj­ andi spurning. Óhugnalig perspektiv Mest óhugnaliga per­spekt­ iv­ið í sam­band við stig­bend­ ing­ina og nið­ur­lað­ing­ina av stýrisskipanarlóg­ini er tó ikki bara áveg­is góð­kenn­ ing­in av heim­ild­ar­leys­ari meir­nýtslu hjá lands­stýr­is­ monn­um í framtíðini, men hin­vegin tann stigvísa und­ir­ kenn­ing av allari respekt fyri lóg­ini, sum legaliserað lóg­ar­ brot á hægsta stigi veru­liga merkja fyri eitt rætt­ar­sam­ fe­lag. Vandin er, at hetta sið­ vanda eftirlatið, og henda vant­andi virðingin fyri nevndu reglu í stýr­is­skip­an­ ar­lóg­ini hjá okkara leiðandi pol­it­ik­arum, nú fer at mynda fordømi og seta ein stand­ ard, soleiðis at tað bara er ein spurningur um tíð til far­ið verður enn longur út á hesa glíðibreyt, við tí úr­sliti, at støðið so líðandi verð­ ur máað undan eisini hin­ um lóg­ar­greinunum í hesi somu stýr­is­skip­an­ar­lóg. Tí, – hví skal politiska skip­an­in fram­veg­is virða aðrar regl­ ur í stýr­is­skip­an­ini, tá tað er al­ment viðurkent, at lands­ stýr­is­menn skulu sleppa snikka­leys­ir frá at bróta § 43 stk 2 í hesi somu lóg, – kann man við góðari grund spyrja? Allar reglur í stýrisskip­an­ ini eru væl saktans javn­bjóð­ is verdar, og tá tað er legalt at bróta § 43 stk. 2, so kann man við góðum rætti spyrja, um so ikki aðrar reglur eins væl kunnu brótast uttan av­ leið­ingar? T. d. kann politiska vald­ið tá bara bróta § 4 í stýrisskipaanarlógini, so­ leið­is at løgtingsmenn bara kunnu vera sitandi longri enn ásetta valskeiðið, og neyð­ugt verður tá ikki at skriva út val 4. hvørt ár! Ynskir samgongan loyni­ lig­ar fund­ir, – so verður bara av­gjørt at bróta § 17 í stýr­ is­skip­an­ar­lóg­ini um, at løg­ tings­fund­ir eru almennir! Løgmaður nýtist tá held­ ur ikki at virða regluna í § 30 um, at hann skal fara frá í sam­band vi eitt misálit í løg­ ting­inum! Og skal man verða kon­ se­kventur og bróta alla § 43, og ikki bara ein part, so letur Lands­stýrið bara vera við at leggja fram uppskot um fíggj­ar­lóg tann 1. okt. Tað kann so bæði vera seinni ella als ikki, – tað ger fyri so vítt ikki mun, tá politiska skip­an­ in fyrst er farin í holt við at hola lógina út innanífrá. Bananrepublik og anarki Hetta er júst vandamálið við manglandi konsekvensi í umsitingini av einum lóg­ar­ verki, nevniliga tiltikna dømi um tann eina steinin, sum tik­in verður úr byrgingini, og sum so ger tað, at hesin stein­ur tekur næsta steinin við sær, sum síðan endar við, at øll byrgingin skrædnar. Tá politiska valdið í sam­band við eitt møguligt komandi misálit á Johan Dahl ivaleyst aftur velur und­anstøkkingarleiðina við van­virðing og niðurlaðing av okkara stýrisskipanarlóg, sum saman við grundlógini er sjálvur hornasteinurin und­ir rættartrygdini og har­við fólkaræðinum her á landi, kundi hóskandi verið, at spurt løgmann Kaj Leo Holm Johannesen, og kanska eis­ini tingfor­mannin Jógv­an á Lakjuni, hvør regla í stýr­is­ skip­anini, tá stendur stendur næst á skránni til at vera brot­in uttan avleiðingar. Vit tosaðu einaferð um eina bananrepublik, og har­ av fylgjandi reint anarki. Í tí sambandi mugu vit gera eina rættuliga tragiska nið­ ur­støðu, – at letur hetta seg gera hjá Kaj Leo Holm Jo­ hanne­sen og Johan Dahl, – so hava vit bæði. tíðargrein Anarki á hægsta stigi – Innbjóðing til lógarbrót Fríðálvur A. Jensen Eg havi sjálvandi fylgt før­ oysk­um tónleiki tey seinastu 30-40 árini og var eg ikki sørt feg­in um bólkin Chase, sum júst hava hildið teirra 25 ára dag. Nú teir kom út við nøkr­ um nýggjum løgum, fór eg at lurta eftir tí, teir komu við, tá teir byrjaðu, og er tað sanni­liga enn góður, berandi tón­leik­ur. Tað var nakað við, at nakr­ ir innan tónleikin tá sóust aft­ur í ymsum, og hugsi eg serliga um Niclas og Mikkjal, sum høvdu serligu evnini inn­an sítt ljóðføri – Niclas á guitarinum og Mikkjal á bass­inum. Eg havi altíð verið til­ hang­ari av super kláru og rockkendu røddini hjá Ed­ mundi og hansara kar­isma á einum palli. Ein kann ofta sita við hesi kensl­uni, hví slík frambrot ikki koma longri á leiðini, men har er svarið kanska ikki so einfalt, tí tað er ongin ivi um, at tað liggja stórar fíggj­ ar­ligar avbjóðingar í slík­um og annað, men at vit hava sæð og hoyrt stór møgu­lig evni, er ongin ivi um. Tá eg setti meg at lurta eft­ir fløguni “Chase” frá ´92, eru øll løgini væl og virðiliga frá­gingin og kann ein ikki koma uttan um lagið “Fyrstu ferð,” sum gjørdist ein “landa­plága” og so bar hetta eis­ini ein góðan boðskap. “Party Rap” stendur enn mát, í tí eg havi nevnt við dygd­ini, tí lagið stendur mát og tað ger t.d. “Reckless Life” sanni­liga eisini. Fara vit til tað, teir nú hava lagt fram, er tað nokk ikki nakar ivi um, at lagið “Alt Fyri Rock´n Roll” ikki slepp­ur inn á playlistarnar, men tónleikurin er fínur – við kontanta guitarinum og tí “freka,” Edmunda leggur fram. “Gev Mær Medisin!” er eis­ ini eitt super lag, sum torir at geva tí heila ein blástur av rocki á rættiliga høgum støði. “Sannleikin” fer kanska meira aftur til upprunan og er eitt lag, eg ikki verði troytt­ ur av, tí soundurin er bara so sera góður og taktfastur. Chase var og er ein super bólk­ur, tí eg fái eina góða kenslu, tá eg seti meg við teld­una og bara lati løgini sleppa at koyra. Frá mær skal koma eitt stórt til lukku við teimum 25 ár­un­um og vóni, at tit fara at ríka okkum við enn meira av tí, tit eru førir fyri! Eg segði við meg sjálv­ an, at var tað nakað eg vildi hoyra og uppliva á ólav­søk­ uni, var tað at hoyra teir á Tórs­festini – tað var super! – nakað av tí besta, vit hava hoyrt á føroyska rockpallinum! Chase við nýggjum og góðum! Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Tað hevði klætt Tjóðveldi og Framsókn at spælt við opn­ um kortum og kom­ið inn gjøgnum høv­uðs­dyrn­ar við sínum loys­ing­ar­upp­skoti Høgni Hoydal og Poul Mich­el­sen eru á veg í Løg­ ting­ið, og í skjáttuni hava teir eitt upp­skot um at yv­ ir­taka utt­an­rík­is- og verju­ poli­tikk, ið eru rík­is­mál og felags fyri allan Rík­is­fe­lags­ skap­in. Garparnir báðir vilja ikki inn gjøgnum høv­uðs­ dyrn­ar. Nei, teir velja heldur at sníkja seg inn gjøgn­um bakdyrnar við upp­skot­in­ um, sum í veruleikanum als ikki snýr seg um yvirtøkur. Endamálið við upp­skot­ in­um er at seta ein kíla nið­ur millum rík­is­part­ar­ nar og skekla Føroyar úr Ríkisfelagsskapinum. Fakta er jú, at uttanríkis- og verju­ mál kunnu bert yv­ir­tak­ast, um so er, at Føroyar loysa. Hetta má dyljast fyri fólki. Tí verður bert fok­u­ s­er­að uppá yv­ir­tøk­ur­nar. Onki má nevnast um av­ leið­ing­ar­nar hvørki tær pol­it­isku ella tær fíggj­ar­ ligu. Uppskiftin er tann sama gamla: fá róp og øsing í og skapa konfliktir, sum í veru­leik­an­um ikki eru til. Tann stóri utt­an­rík­is­ poli­tikk­ur­in, verju­poli­tikk­ ur­in og trygdarpolitikkurin liggja best sum felags mál í Ríkisfelagsskapinum. Sam­ an standa vit sterkari á al­ tjóða pallinum. Samstundis er greitt, at Føroyar í grundini hava full­veldi, tá ið tað kemur til uttanlandsviðurskifti, ið hava við okkara land at gera. Vit gera egn­ar av­tal­ ur við onn­ur lond. Vit lata okkum um­boða í øðr­um høvuðsstaðum. Vit sak­ søkja stórveldini í Europa. Og so víðari. Í veruliga lívinum uttan fyri Løgtingið eru av­mark­ ing­arnar ómetaliga fáar fyri Før­oyar. Hinvegin eru stór­d­rifts­fyri­mun­ir­nir í Rík­is­fe­lags­skapinum nógv størri enn teir fáu vans­ar­ nir, ið finnast. Tað hevði klætt Høgna Hoy­dal og Poul Michelsen at spælt við opnum kortum og komið inn gjøgnum høv­ uðs­dyrnar við sínum loys­ ing­ar­uppskoti. Tað hevði klætt Tjóðveldi og Framsókn at spælt við opnum kortum og komið inn gjøgnum høvuðsdyrnar við sínum loysingaruppskoti Hví velja Høgni og Poul bakdyrnar?