Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gullbrúdleyp Fríggjadagin 21. november hava Eydna Kjartan Gudmundsson gull­brúdleyp. Dagurin verður hild­in fríggja­ dagin 21. nov. frá  kl. 18 í Tjære­borg Forsamlingshus, Skole­vej 44 B, 6731 Tjæreborg. Tey, ið ynskja at koma, eru vælkomin at siga frá til Eydvør & Steinolvur á tlf. 448536 – 748536 innan 1. nov. Diamantbrúdleyp Mánadagin 17. november 2014 hava Anna og Johan Petur Johansen diamant­brúdleyp. Dagurin verður hildin í hølum Starvs­manna­felag­sins, J. H. Schrøters­gøtu 9 leygar­dag­in 15. nov­em­ber frá kl. 12 til kl. 18. Øll eru hjartaliga vælkomin. Silvurbrúdleyp: Týsdagin 4. novembur hava (høvdu) Jakoba og Jón Nielsen, Vestmanna silvur­brúd­leyp. Dagurin verður hildin í Missiónshúsinum í Vest­manna leygardagin 8. novembur frá klokkan 12.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 85 ára føðingardagur Týsdagin 4. november fyllu­r Arna Dalbø Hansen, Svín­ áir 85 ár. Dagurin verður hild­in sam­an við teimum nærm­astu. Gullbrúdleyp Týsdagin 18. november hava Jórun & Páll Petersen í Kaldbak gullbrúdleyp. Dagurin verður hildin fríggjadagin 21. November, í Dansifrøi í Tórshavn kl. 18:30. Tey, ið ynskja at koma, eru vælkomin at melda seg til, innan 10. November. á tlf. 313819 / 213819. Vinarligar heilsanir Jórun & Páll Petersen MERKISDAGAR Góði Elskaði Eli, Nú er skjott eitt ár síðani tú var tikin frá okkum, og eg vil siga at tað hevur verði eitt ár við einum tómrúmi og stórum sakni ongin at ringja til, og løgi at fara til Eysturoydna uttan at fara til Norðagøtu at vitja. Í dag hugsaði eg, kanska eg skuldi ringja til Eli tað er so longtíð síðani eg hoyrdi máli, men men so kom verðuleikin aftur og ja tað er so løgi at venja seg við at bæði mamma og tú ikki eru her meira. Tad var so deiligt og hugnalig at koma at vitja og frá fyrsta degi føldi vit okkum vælkomin í tínum heimi. Eg minnist sýsta kvøldi vit tosaði saman var 25 nov, tú virkaði so væl fyri og lagi var gott sum altíð, hóast vit vistu at tú vart móður og sjúkan hevði merkt tín gerðandisdag fyrst við sorg og so av sjúku. Tú hevði mist tríggjar konur. Nicala , Edith og so Ragnhild ( mamma ) sum tú eisini fekk nøkur góð ár saman við, og sum bert 17 mánar framanundan eisini var tikin frá tær. Eg minnist at tú og eg sótu dagin eftur at mamma var farin og prátaði, eg segði at eg var so hørm um at tín lagna skuldi verða so hørð at tú aftur skuldi missa, men tú svaraði mær so væl, tú hevði haft eitt gott lív og var sera takksamur at tú hevði haft tríggjar deiligar konur sum tú var sloppin at elska og sorgina hevði tú lært at liva við. Sorgina bær tú flott, tí tað var hart hjá tykkum at missa. Eg eri so sera takksom fyri at tú kom inn i okkara lívi, tú tók ímóti okkum við opnum ørmun, og at tú vildi verða abbi at okkara børnum, tær elskaðu abba og tær sakna teg so ómetaligani nógv, vit tosa ofta um ommu og abba og um tær hugnaligu løtu við hevði saman. Eg, Dávur og genturnar vóru í Norðagøtu og ferðaist í summar­ferði­ una og tað var sera hugnaligt, tómligt var tó uttan ommu men abbon var her  og nógv góð minnir  so vit hugnaði okkum sum fræðast. Bjarti, Kristina og genturnar komu so ofta tey kundi so vit øll kundi verða saman og tað var nakað heilt serligt. Men í sýstini sóðu vit at kreftirnar av álvara vóru farnar at bila og tað var ikki so lætt hjá tær at búgva einsamallur meira, so  vit øll vóru so takksom fyri tá tú slapp  á Gøtibrá at vera, so visti vit øll at tú var í góðum hondum, har var eisini so heimligt og øll vóru so blíð og fitt, men tað vóru bert nakrar mánar so mátti tú siga hesum jarðarlívi farvæl og í okkara lívið endaði eitt kapitil sum við ikki vildi verði foruttan. Góðu Guðrid, Bjørg, Bjarti og Marjun v/familju má Harrin styrki tykkum í sorg og sakn tykkara. Elskaði Eli ( abbon ) takk fyri alt og hvíl í friði til vit aftur skullu síggjast. Cjouanita Minningarorð um Eli P. Dalheim F 01.08.1937    D 27.11.2013 NØVN www.gevidblod.fo VILT TÚ GEVA BLÓÐ? Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað. Ein posi av blóði kann bjarga upp til trimum mannalíum