Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 undir fýra eygum kem­ur eisini ein av mínum sterku síðum mær til góðar, nevni­liga, at eg havi sera stórt og gott netverk, sigur Finn, sum nú javnan fær sær mál­ing í andlitið og kallar seg BUBU. – Tað byrjaði eitt sindur løg­ið. Eg var onkutíð á palli saman við Ásbjørn Berth­ el­sen og Absalon Áargarð. Men eg haldi, tað var í 2004, at vit fingu vitjan av Sigurd Bar­ret og Pjerrot. Pjerrot sig­ur við mammu mína, at eg hevði náttúrutallent, tá tað kom til at standa á palli og undirhalda. Men eg tímdi ikki at halda fram við at fara ófyrireikaður á pall, hó­ast tað fall mær lætt at im­pro­vi­ sera, og tí steðgaði eg á, sigur Finn. – Í 2012 flytur klaks­vík­ ing­ur­in Niclas Heri Ják­ups­ son til Vágs eina tíð, og vit koyrdu nógvar túrar sam­an, har tað skuldi eit­ast, at vit eittnú fóru við burt­ur­kasti, men talan var í veru­leik­an­ um um bæði prát, bíbliu­ tímar og kveikjandi stundir, sig­ur Finn. Og so byrjaði Finn aft­ur at framføra í 2012 og klovn­urin Bubu var á Summ­ar­festi­val­ in­um 2014. Síðani hevur Finn arbeitt við hesum figurinum, og at leggja nøkur virðir í hann. – Bubu súkklar og nýtir hjálm, og í bili nýtir hann trygd­arbelti. Súkklingin stimbr­ar eittnú undir rørslu. Bubu argar ikki og honum dám­ar væl at syngja. Bubu eig­ur ommu í Kunoy og vitjar ofta har. Talan skal helst vera um okkurt jaligt, og okkurt, ið børn kunnu fyrihalda seg til, sigur Finn. Just do it Niclas Heri gav tey góðu ráð, at sjónvarp og filmur geva nógv av sær. Og í hesum sam­bandi hevur BUBU verið nógv at sæð á Youtube, har nógv tilfar er lagt út, og trýst hev­ur verið dúgliga á films­ brot­ini við BUBU. – Og hjá mær eru orðini, ið Nike brúkar: Just Do it, sera nærliggjandi. Stutt er ofta frá hugsan til veruleika. Eg sá eina bláa hurð í Kunoy og eg fekk hugskot um at taka film upp. Eg bað vinmannin Eyð­bjørn koma at taka upp. Seinni tók eg sam­band við Sig­urd Barret og Pjerrot í Dan­mark, og vit fóru til Dan­markar at leggja film­in nærri tilrættis. Men so kom steðg­ur í! Men eg og Eyð­ bjørn samdust um at føra verk­ætlanina fram til veru­ leika, og settu deadline á, og so var bara at arbeiða. Eyð­ bjørn Jacobsen, Símun Dam og Pætur Høj arbeiddu hart við myndum og ljóði, og 24. okt­ober kundu vit stað­festa, at filmurin kom til land­ið og kundi leggjast á hand­ils­hill­ ar­nar, greiðir Finn frá. Til tónleikin í filminum hev­ur Finn fingið góða hjálp frá eitt nú Ásbjørn Berth­el­ sen, Eyðbjørn Jacobsen, Nicl­ as Hera Jákupsson, Jákup Veihe og Sigurd Barret. – Eg kenni nú veruligan fjált­ur á mær, nú eg standi við dvd-filminum, tí hvat nú? sigur Finn, og sipar til kensl­una av at standa við lidna verkinum, og at fara út á ferð sum Bubu, fyri at gera vart við filmin. Men Finn steðgar ikki á, og hevur longu tikið sam­ band til bæði Íslands og Dan­ mark­ar, tí tilfar á før­oysk­um til føroysk børn liggur hon­ um nær, og fleiri hugskot verða blakað upp í luftina, með­an vit sita og práta. – Eg havi sera stóra gleði av at framføra sum Bubu, og tað er gevandi at framføra fyri børnum, sigur Finn. Men er tað so sum sagt verður, at flennandi klovn­ ur­in grætur innaní? – Tað er púra rætt!! Ein lista­maður, Adi Holzer, hev­ ur málað klovn, ið hevur and­litið hálvt málað, og har onn­ur hálvan smílist og hin græt­ur. Soleiðis er tað nokk í veru­leik­anum. Og tá tú ert á palli, so ”ert tú á”!! Tá kann og má alt annað bíða, hvørt tað so er strongd ella persónligir trup­ul­leik­ar, sigur Finn, sum í hesum døgum er á ferð í Før­oyum, ílatin sum Bubu, og sum ætlandi fer á ferð í Danmark og Svøríki kom­ andi ár. UM FINN JOHANNESEN Finn er 38 ára gamal. Hann er giftur Rannvá, og tey eiga tríggjar synir – Rói (8 ár), Páll (6 ár) og Helgi (4 ár). Finn hevur útbúgving sum sølu- og skrivstovumaður. Venjari í fótbólti og renning. Finn spælir eisini klovnurin Bubu, sum er aktuellur við nýggjum spælifilmi til børnini Hvussu var at flyta úr Klaksvík til Vágs? – Eg hyggi altíð eftir synunum. Teir hava eitt frálíkt umhvørvi við ósa og á, vatni, sparkivøl- lum og fótbóltsvølli og høll. Og skjótt eisini sera stórari svimjihøll. Munurin er , at í Klaksvík hugsar ein onkutíð størri og djarvari, t.d. viðvíkjandi tiltøkum og kanska eisini í vinnuni. Nú er Klaksvíkin knýtt at restini av Føroyum, og er tað nakað, eg ynski fyri Suðuroynna, so ert tað at fast samband verður um Suðuroyarfjørð. Hvat ger teg illan? – Tá vit eru nøgd við tað næstbesta. Second best is first place for losers. Ein eigur ikki at vera nøgdur við at spæla aðru violin. Í venjarayrkinum hava vit ofta vunnið á mongum ymiskum liðum, men eg sigi altíð, at vit skulu vinna øll liðini! ur ur