mánadagur 3. november 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
undir fýra eygum
Dagfinn Olsen
Í 2005 stóð Finn í heim
staðnum Klaksvík, ið hann
heldur ómetaliga nógv av.
Men hann kendi seg troyt
tan og trongdi helst til frí,
og helst eina frítíðarferð.
Hann hitti fólk á máli, og
viðkomandi helt, at hann
átti at komið við, nú kvinnu
landsliðið í fótbólti fór til
Dublin.
Finn kannaði møguleikan
og fekk játtandi svar. Hann
møtti á flogvøllinum í Vágum
morgunin eftir klokkan 8.00
stundisliga, og sá fyri sær
róligar dagar fyri framman.
Men við eitt varð hann bið
in til ferðaleiðara, og soleiðis,
heilt tilvildarliga, fekk hann
úr at gera. Og serstakliga var
tað eina, ið hann prátaði væl
við. Rannvá Augustinussen
úr Vági og Finn Johannessen
funnu útav, at tey einaferð
fyri mongum árum síðani
sum børn høvdu verið á somu
legu. Og so gekk prátið lysti
liga.
Tey funnu seinni saman,
og skal søgan sigast stutt,
so fluttu tey suður til Vágs
í 2006, har tey giftust toll
aksmessudag sama ár í Vágs
kirkju.
Finn hevði verið eitt ár
í Havn, har hann arbeiddi
í SMS, og hann treivst væl,
hóast tað er ringt at goyma,
at hann er klaksvíkingur og
er errin av tí.
Tá SISU kom hoym
– Eg havi altíð verið errin av
Klaksvíkini, og eg var millum
teirra, sum ikki drakk SISU,
fyrr enn SISU ”kom hoym”,
sigur Finn, og sipar til, tá
Føroya Bjór yvirtók SISU.
– Eg havi altíð verið glað
ur fyri KÍ, og verið virkin
har. Og eg havi heft meg
við, at í Klaksvík ber alt til.
Eg havi m.a. verið við til
at gera ítróttarnátt og fót
bóltsskúla í Klaksvík, har
vit høvdu venjarar úr Liver
pool, Everton, og seinni
real Madrid, og eg var við
til at stápla Summargleði á
beinini, meðan onnur hava
gjørt Summarfestival, sjó
mannadag og annað. Ein
kveikir ein neista, og so gong
ur tað bara, sigur Finn um
klaksvíkingar.
– Men kanska hevur
tað eisini nakað at gera við
hetta við lítlabeiggja og
stórabeiggja; Klaksvík og
Havnin, leggur Finn hugs
unnarsamur afturat.
Optimistur og
Ársins Átak
– Eg fór suður til Vágs við
optimismu. Hetta var beint
áðrenn fíggjarkreppan rakti.
Eg fekk starv, fyrst í Suður
oyar Sparikassa eitt skifti,
og síðani á Tangavirkinum.
Men í november 2007 byrjaði
VILT, sigur Finn, sum sotatt
stóð á egnum beinum sum
sjálvstøðugur vinnurekandi.
– At vera sjálvstøðugur
vinnurekandi í Føroyum er
sera hart. Onki trygdarnet
er, um eg velji at gevast, ella
um tað ikki gongur longur,
sigur Finn.
– Fíggjarkreppan kom, og
tað gjørdist tyngri, tí fyri
tøkur og stovnar høvdu ikki
pengar til starvsfólkrøkt,
sum vit annars gjørdu nógv
við at bjóða. Eisini broyttist
ferðaætlanin hjá Smyrli eis
ini, umframt at onnur komu
á marknaðin við líknandi til
boðum, greiðir Finn frá.
Í 2010 fekk Finn og fyri
tøkan VILT heiðurin Árs
ins Átak fyri sín leiklut í at
menna ferðavinnuna í Suð
uroynni, ein heiður, sum
Finn er glaður fyri.
– Vit hava í fyritøkuni alla
tíðina selt ymiskt, og hava
eittnú selt arbeiðsklæði í
Vági, og tað er sum kunnugt
ein skemtisøga sum sigur, at
tá ein ger tað, so er ein opti
mist, smílist Finn, ið sum
sølumaður
ferðast
nógv
kring landið.
– VILT er ikki so virkið nú
sum áður. Finn hevur m.a.
fingist nógv við at menna
klovnin BUBU, ið er aktu
ellur við filmi í hesum døg
um, og Finn er eisini virk
in sum fótbóltsvenjari og í
rennifelagnum Hvistuni, og
so er hann eisini javnan at
síggja sum sunnudagsskúla
lærari.
BUBU
– Eg havi fólk í familjuni,
ið fáast við list. Mín list er
kanska minni ítøkilig og er
meira ”her og nú”, men her
Nær hevur tú tað stuttligt?
– Tá eg eri saman við jaligum og kveikjandi fólki. Eg kann eisini sita
einsamallur og flenna at onkrum býttum, ið eg onkutíð havi verið út-
fyri. Og tá framførslur eydnast væl, og t.d. eisini, tá fótbóltsvenjingar
gangast væl, tí tað er eisini stuttligt.
Hvør er tín fyrimynd?
– Hetta er tvíbýtt. Sum persónur er tað abbi mín í Klaksvík, ið nevndist Klávus Jo
hannessen, ið var blíður, gudrøkin og jaligur. Í Bíbilskum høpi er tað hetta við at líkjast
meira Jesusi. Ikki at dvølja við tað keðiliga, men hyggja frameftir. Á skemtiliga økinum
er tað Charlie Chaplin, heilt sikkurt! Og eg kundi hugsað mær at sæð aftur um og sæð,
hvussu hann hevði tað sum persónur
Finn Johannessen er klaksvíkingur og heldur, at í Klaksvík ber alt til. Finn býr í dag í
Vági. Hetta byrjaði við práti, ið endaði við, at Finn av tilvild gjørdist ferðaleiðari hjá
føroyska kvinnulandsliðnum í fótbólti, tá liðið spældi í Dublin í 2005. Har hitti hann
hana, ið seinni gjørdist kona hansara, og árið eftir fluttu tey til Vágs, har skemtarin,
ígongdsetarin, sunnudagsskúlalærarin og – nú ikki minst – klovnurin hevur sín gerandisdag,
um hann altso ikki er á ferð onkrastaðni í Føroyum, ella uttanfyri landoddarnar
Klovnur
sunnudags
skúlalærari
og ítróttarmað
Klovnur
sunnudags
skulalærari
og itrottarmað