mánadagur 3. november 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
kjak
Jógvan Páll Lassen
At brot verður framt á stýr
isskipanarlógina § 43, stk.
2, er einki óvanligt, og í
yvirlitinum frá landsstýr
ismálanevndini 20. januar
2010, har Jóannes Eidesgaard
varð kærdur inn fyri lands
stýrismálanevndina,
er
í
fylgiskrivi upplýst, at uml.
600 ferðir - í tíðarskeiðnum
2003-2008 - varð brot framt
á stýrisskipanarlógina og
sæst eisini m.a., at SSL fyri
árini 2005, 2006, 2007 og 2008,
hevði eina meirnýtslu – og
harvið framdi landsstýris
maðurin brot á stýrisskipan
arlógina – uppá ávikavist kr.
14,7 mió., kr. 10,6 mió., kr. 0,1
mió. og kr. 6,9 mió.
Hetta vísir greitt, at brot
á stýrisskipanarlógina og nú
játtanarlógina, er eitt vanligt
fyribrygdi og er sostatt ikki
nakað, sum núverandi løg
maður hevur funnið uppá
ella bjóðað inn til.
Hyggja vit eftir tølunum
annars fyri landskassarokn
skapirnar, so sæst:
at Karsten Hansen sum
heilsumálaráðharri í 2013
hevði eina samlaða meir
nýtslu á sínum øki, spjadda
yvir 15 konti uppá gott kr. 7
mió., harav tann størsta ein
staka var kr. 4,1 mió.
at Aksel V. Johannesen
sum heilsumálaráðharri í
2009 soleiðis breyt stýris
skipanarlógina 9 ferðir við
tilsamans einari meirnýtslu
við tilsamans kr. 9 mió.
at Høgni Hoydal í tíðar
skeiðnum 1998-2002 framdi
fleiri brot á stýrisskipanar
lógina, hóast tølini vóru væl
minni enn omanfyri.
at Páll á Reynatúgvu, tá
hann hevði ábyrgd av Al
mannaráðnum í 2002, framdi
6 brot á stýrisskipanarlógina
við einari meirnýtslu uppá
kr. 1,7 mió.
og meðan Bjørn á Heyg
um sat sum løgtingslimur í
1997, var fyri almannamál ein
meirnýtsla uppá kr. 32 mió.
Alt hetta er farið fram,
uttan at nakað er hent.
Hetta vísir eisini, at eingin
automatikkur er ímillum tað,
at bróta stýrisskipanarlóg
ina, og brot á lóg um ábyrgd
landsstýrismanna. At øll hesi
brot eru framd og einki er
hent, má eg sum borgari tí
skilja soleiðis, at løgingið ikki
hevur mett, at brot er framt
á lóg um ábyrgd landsstýris
ins.
Ábyrgdarlógin § 4 nevnir
“medvirkni” sum í revsilógini
§ 23 definerað sum “alle der
ved tilskyndelse, råd eller
dåd har medvirket til hand
lingen“.
Málið, sum í løtuni er til
umrøðu í Føroyum – meir
nýtsla á SSL – er tí ikki ein
spurningur,
hvørt
lands
stýrismaðurin hevur brotið
stýrisskipanarlógina ella ikki
– tað hevur hann eins og allir
teir omanfyri - men um hann
hevur brotið lóg um ábyrgd
landsstýrismanna.
Viðgerðin hjá nevndini
eftir hetta snýr seg tí um:
• Hvørt brotið á stýrisskip
anarlógina, eisini er brot
á § 5 og § 4 í løgtingslóg
um ábyrgd landsstýris
manna.
• At tað er landsstýrismað
urin og bert landsstýr
ismaðurin, sum kann
áleggjast ábyrgd eftir
løgtingslóg um ábyrgd
landsstýrisins.
• At landsstýrismála
nevndin í síni kanning
– hóast tað er átaluvert,
at landsstýrismaðurin
ikki bað um eykajáttan
og syrgdi fyri at fáa
viðurskiftini í rættlag
í fíggjarárinum 2013 –
kemur til, at tað ikki ber
til at staðfesta, at lands
stýrismaðurin hevur
brotið løgtingslógina
um ábyrgd landsstýris
manna.
Landsstýrismálanevndin
metir sostatt, at landsstýr
ismaðurin ikki í medvirkni
hevur framt brot á lógina.
At talan er um ein minni
luta í tí einu avgerðini, broyt
ir ikki hesa støðu, tí talan var
eisini um ein meiriluta og
minniluta, tá ið kanningin
um Kára P. Højgaard og Kaj
Leo Holm Johannesen varð
sett í gongd, tá Skálafjarðar
tunnilin skuldi kannast.
Fyri at bróta lógina um
ábyrgd
landsstýrismanna,
skulu tey vanligu revsi
rættarligu hugtøkini vera
uppfylt, men má eg her
staðfesta, at nógv samskifti
hevur verið millum stovnin
og landsstýrismannin, at
stjórin misti starvið, at utt
anhýsis kanning varð sett í
verk fyri at finna útav hvørji
røttu tølini vóru, og kom tá
fram, at rættiligt óskil hevði
verið á stovninum.
Longu av hesum grund
um eru tey subjektivu revsi
rættarligu kriteriini fyri at
brot skal vera framt á lóg um
ábyrgd
landsstýrismanna,
ikki uppfylt, og er tí avgerðin
hjá meirilutanum í nevndini
røtt.
Omanfyri nevndu stað
festingar um hvussu ofta
stýrisskipanarlógin
hevur
verið brotin gjøgnum seinru
árini staðfestir, at yvirskrift
ir sum:
“Løgmaður bjóðar okkum
at bróta lógina”
“Anerki á hægsta stigi:
Innbjóðing til lógarbrot”
einki hava við veruleikan
at gera.
Tórshavn 3. november 2014
Tóra við Keldu
forkvinna í MBF -
Meginfelag teirra
brekaðu í Føroyum
Kjakið og ynskið um in
klusjón
seinastu
tíðina
eiga at síggjast aftur í, at
vit alsamt nærkast samfe
lagnum, har øll hava sama
rætt og møguleika, og har
føroyingar síggja tilfeingi
í hvør øðrum - uttan und
antak. Lætt er at seta orð á
inniliga ynski um inklusjón,
meira avbjóðandi er at síggja
ynskið aftur í gerð.
Øll hava rætt til
útbúgving
Í grein 24 í ST sáttmálanum
um rættindi teirra, ið bera
brek, viðurkenna limalond
ini rættin til útbúgving í eini
inkluderandi útbúgvingar
skipan á øllum stigum og
læring fyri lívið.
Hesi
rættindi
síggjast
aftur
fólkaskúlalógini
og í ávísan mun eisini í
gerandisdegnum
í
fólka
skúlunum,
har
skúlin
skal taka atlit at einstaka
næminginum. Í fólkaskúla
lógini § 4, stk. 5, er ásett, at
sernámsfrøðilig
ráðgeving
verður veitt skúlum, foreldr
um og øðrum, ið varða av
næmingum í fólkaskúlanum.
Næmingar, ið hava tørv á
serligum tiltøkum, ella sum
ikki fáa nøktandi úrslit í
vanliga undirvísingartilboði
skúlans, fáa serundirvísing
og/ella
sernáms-frøðiligan
stuðul.
Í juni 2014 fekk MMR
handað
tilmælið
frá
arbeiðsbólki
um
ser
námsfrøðiliga økið innan
fólkaskúlaøkið. Í tilmælin
um verður m.a. staðfest, at
lutfalsliga nógvir næmingar
ganga í tí vanligu skúlaskip
anini, og at bert 0,72% av
næmingunum ganga í ser
skúla. Hetta setur sjálvsagt
ótrúliga stór krøv til ser
námsfrøðiliga økið í fólka
skúlanum.
Tá ið vit út frá hesum
tosa um inklusjón, so eru
næmingarnir í fólkaskúl
anum longu í stóran mun á
sama stað, men at vera sam
an er ikki inklusjón í sjálvum
sær. Heldur er stóra avbjóð
ingin at tryggja mennandi
og tillagaða undirvísing í
teimum undirvísingartilboð
um, sum eru.
Hóast ætlað er, at Ser
nám, førleikastovurnar, ser
flokkar, serstovur og Skúlin
á Trøðni skulu røkka hesum
máli, so er tørvur á, eins og
tilmælið til MMR vísir, at
sernámsfrøðiliga økið verður
skipað neyvari.
Lærarar grundin
undir góðari frálæru
Í endaligu niðurstøðunum
til Føroya landsstýri frá ST
nevndini í september verður
víst á tørvandi greiðu á, í
hvønn mun næmingar, ið
bera brek, kunnu fáa nøkt
andi stuðul og tilvenjing
fyri at lætta um útbúgving
teirra, og mismunin í úrsliti
hjá næmingum, ið bera brek,
og teimum, ið ikki bera brek.
ST nevndin mælir til, at
Føroya landsstýri bøtir um
lóggávuna fyri at tryggja, at
øll børn, ið bera brek, í fólka
skúlanum, verða inkluderað
somuleiðis, at nøktandi stuð
ul og tilvenjingar, serliga
ígjøgnum hóskandi (eftir)
útbúgving fyri lærarar og
onnur, ið starvast í skúlan
um, tryggja mennandi und
irvísing fyri næmingar, ið
bera brek.
Ein skipan er altíð treyt
að av teimum, sum starvast
har. Fyrr nevnda tilmæl
ið til MMR vísir eisini á, at
tað hevur stóran týdning at
vera tilvitaður um, at krum
tappurin í eini vælvirkandi
sernámsfrøðiligari
skipan
eru fakfólkini og tað menn
iskjaliga tilfeingið.
ST sáttmálin sigur nevni
liga, at fyri at tryggja nøkt
andi skúlatilboð í verki, skulu
limalondini taka hóskandi
stig til at seta lærarar í starv
og at útbúgva serfrøðingar
og starvsfólk, sum arbeiða
á øllum skúlastigum. Slík
útbúgving skal eisini gera
starvsfólkini tilvitandi um
brek og læra tey at brúka
hóskandi
hjálpartól
og
alternativan
arbeiðshátt,
miðlar og snið í samskifti,
frálæringarhátti og tilfari
sum stuðul til fólk, ið bera
brek.
Fólk, ið bera brek,
á miðnámi
Grund fyri víðari útbúgving
er ein mennandi fólkaskúli,
og kærkomin er løgtingslóg
frá mai í 2012 um gymnasialar
miðnámsútbúgvingar, sum
í § 2, stk. 3 sigur: At leiðari
útbúgvingarstovnsins kann
við góðkenning landsstýris
mansins stovna og bjóða út
aðrar breytir og serliga skip
að skúlatilboð til næmingar
við serligum tørvi.
Við hesi broyting, kunnu
næmingar,
við
serligum
tørvi, nú fáa møguleika at fáa
miðnámsskúlaprógv. Hetta
eru nýggir møguleikar í Før
oyum. Í londunum uttan um
okkum er hetta sett í verk, og
fáa ung eitt miðnámsskúla
tilboð, sum er lagað til ein
staklingin. Endaliga prógvið
er eisini tillagað, so at tað
eisini vísir førleikar og evni,
sum geva møguleika at fara
víðari í arbeiðið ella í við
komandi útbúgving.
ST sáttmálin sigur, at
limalondini skulu tryggja,
at fólk, ið bera brek, fáa
høvi til at stunda hægri
lestur,
vinnuútbúgving,
vaksnamannaútbúgving og
læring fyri lívið uttan mis
mun og á jøvnum føti við
onnur. Til at røkka hesum
endamáli skulu limalondini
tryggja, at rímiligar umstøð
ur verða veittar fólki, ið bera
brek.
Á fundi, sum Ráðið fyri
brekað skipaði fyri, kom
fram, at tørvur veruliga er
á slíkum tilboði í Føroyum.
Teknisku
skúlarnir
hava
royndir við næmingunum,
sum tørva stuðul og nevn
ast kann eisini t.d. autista
flokkurin í Hoydølum. Hetta
er rætta leiðin at ganga, tí
ódámligt er, at allir føroyskir
ungdómar ikki hava møgu
leika fyri mennandi skúlatil
boði eftir 10. flokk.
Grundleggjandi
mannarættindi
Lætt er at seta orð á inniliga
ynskið um inklusjón, meira
avbjóðandi
er
at
síggja
ynskið aftur í gerð. Avbjóð
ingin er stór, men vit eru á
veg, og hóast vegurin stund
um tykist langur, so er einasti
møguleiki at halda fram,
áhaldandi at finna loysnir
og gera tað, sum skal til fyri
at fáa útbúgving fyri børn og
ung, ið bera brek, at virka. Tí
mennandi skúlatilboð til øll
er grundleggjandi manna
rættindi.
Í sambandi við meirnýtsluna hjá SSL í fjør, eru fjølmiðlar, politikkarar og onkur advokatur farin
fullkomiliga í sjálvsving og alt verður blandað saman til ein stóran skilaleysan peruvelling.
Meirnýtsla-anarki-bananrepublikk
Mennandi skúlatilboð
grundleggjandi mannarættindi