Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SAMRØÐA Annika Kunoy Im - Eg skilji at summi velja at lata vera við at koppseta tí tey eru bangin. Hetta er tó ein medisinskur og ein mor­ alsk­ur trupulleiki Tað sigur Katrin Kalls­ berg, lækni Vit hava sett henni nakrar ítøki­ligar spurningar um kopp­seting og børn. 1. Hví skulu vit koppseta? Vit skulu koppseta børnini hjá okkum tí koppseting fyri­ byrg­ir sjúku og eftirsjúkir. Hóast koppseting ikki er nátúr­lig betrar um hon um heilsu­na. Tað er so nógv sum er natúrligt, sum vit ikki meta at vera gott. Tað var eisini natúrligt at børn doyðu av menegitis fyrr. 2. Gera barnasjúkurnar kropp­in kláran at takla aðrar sjúk­ur? Og er koppseting við til at tarna hesi natúrligu manna­gongdini?  Ja og nei. Tað at man fær eina sjúku eru gott tí kropp­ urin venur seg við at byggja órinsverjuna. Tú gert meir ella minni tað sama tá tú koppsetur. Tú tarnar ikki hesi mannagongdini, tí tú kopp­setur ikki ímóti øllum sjúk­um sum tú fært. Tær sjúkur­nar sum veruliga geva trupulleikar verða vit kopp­ sett ímóti, og tá fáa vit ikki sjúkuna men bara verjuna. 3. Eru nakrar vísindaligar kann­ingar gjørdar um kopp­ seting har framleiðarnir av koppsetingini ikki hava stuðlað fíggjarliga? Um ikki, er hetta so ikki ein fordómur sum ávirkar eitt úrslit? Tað er torført at siga hvør hevur stuðlað hvussu. Tá kanningar verða framd­ ar, so sum við kann­ing­um sum umfataðu HPV kopp­ set­ingina, vóru firmu sum stuðlaðu. Hóast hetta so verða kanningar gagn­ mettar í realitetinum. Í Dan­ mark hevur heilsu­styr­ið ásett Medesinsk Teknologi­ vurdering, sum hevur til enda­máls at gagnmeta trúð­ virði í kanningum sum verða gjørdar. Nógvar av søgunum, sum vit hoyra viðvíkjandi kopp­ seting eru ikki sannar. Um mistanki er um møgulig hjá­ árin verður tað altíð frá­boð­ að. Tað verður altíð hildið vak­ið eyga við nýggjum kopp­set­ingum. Síðani eru eisini síður sum www.vaccineinfo.dk sum hava til endamáls at mótarbeiða koppsetingum. Hetta er ein privatur felags­ skap­ur sum eisini tjenar pen­ ing uppá at fólk eru ímóti kopp­seting. Bæði tey sum eru fyri og tey sum eru ímóti hava áhuga í vinningi. 3. Eru kanningar gjørd­ar sum hava hugt at kop­p­set­t­ um og ókoppsettum børn og muni á sjúkum millum tey? Tað er ikki heilt víst. Í okkara parti av heiminum eru fleiri sum velja kopp­ seting frá. Men tá vit velja at koppseta hendur nakað sum vit kalla meiriluta órin­ skapur. Hetta er tá vit verða vard av meirilutanum, sum ikki spreiðir sjúku vegna kopp­set­ing. Hóast ein hevur valið at kopp­seta, so vita vit at kopp­seting hevur givið betri barn­a­heilsu. Velur man koppseting frá økir man um vandan fyri sjúku og eftirsjúku. Tað er absurd at velja tað. Vit hava nærum ongar stórvegis seinfylgir sæð av koppseting enn, men vit hava sæð seinfylgir av barna­sjúkunum. Eru so nóg nógv sum ikki fara at kopp­seta so fara sjúkurnar aft­ur at plága okkum. Eitt dømi er í Pakistan har ein tey hava eina epidemi av mes­lingum, av tí at júst hend­an koppsetingin hev­ ur verið umstrídd. Og hóast meslingar ikki eru vandamiklir fyri tey allar­ flestu eru teir tað fyri summi. 4. Hvat halda læknar um, at tað eru alsamt fleiri sum vel­ja koppsetingina frá? Eg skilji at summi velja at lata vera við at koppseta tí tey eru bangin. Hetta er tó ein medisinskur og ein moralskur trupulleiki. Medisinskur, tí um nóg nógv velja tað frá, so fáa vit aftur triðja­heims trupulleikar. Moralsk­ur, tí fólk sum velja kopp­set­ing frá verða eisni offur fyri privatu firmunum sum bera boðskapin fram. annikak@sosialurin.fo ØRT AT LATA VERA AT KOPP­ SETA BØRN Koppseting førir til betri barnheilsu. Velur man koppseting frá økir man um vandan fyri sjúku og eftirsjúku og tað er absurd, heldur Katrin Kallsberg, lækni