mánadagur 3. november 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125
ítróttur
Tróndur Arge
Pál Joensen ynskir at greiða
frá støðuni hjá honum til
danska
svimjisambandið.
Í
samband
við
grein
í
Politikken kennir føroyski
svimjarin á sær, at føroyingar
møguliga ikki heilt skilja
støðuna hjá sær mótvegis
danska svimjisambandinum.
Serliga tá fleiri hava heft seg
við, at Pál Joensen hevur
boðað frá, at hann ikki ynskir
at svimja fyri Danmark.
– Fyri mongum árum síð
ani segði eg, at eg aldrin fór
at svimja fyri Danmark, við
vón um, at arbeiðið fór at
setast í gongd fyri at vinna
okkum limaskap. Ta tíðina
var eisini nógv kjak um aðrar
svimjarar, ið skiftu tjóð, við
vón um at sleppa at luttaka
til OL, men sum kravdi, at teir
fingu 12 mánaðir karantenu
frá altjóða svimjing, sigur Pál
Joensen og leggur afturat.
– Eg var tó so heppin, at
tá ið OL í London nærkaðist,
gjørdi
Ítróttar
Samband
Føroya og Team Danmark
eina seravtalu, har eg slapp
at luttaka til OL uttan karan
tenu, tó ikki fyri Føroyar.
Sjálvandi hevði eg heldur
vilja umboða Føroyar til
allar kappingar, men eg havi
so valt, at altjóða politisk mál
skulu ikki forða mær, ið at
røkka mínum málum, sigur
Pál Joensen í viðmerking,
sum hann hevur lagt út á
Facebook profilin hjá sær.
Pál Joensen, sum í dag
býr í Keypmannahavn, fær
nógvar ágóðar av at venja og
taka útbúgving í Danmark.
– Í dag búgvi eg í Keyp
mannahavn
við
unnustu
míni. Her eru okur bæði
undir lesnaði, men eg venji
líka nógv sum áður. Eg havi
fingið avtalu við Team Dan
mark, so at universitetið
loyvir mær at taka mín
lesnað í minum egna tempo,
fyri at kunna venja sum
vanligt. Eg venji á NTC
(national training center)
saman við heimsmeistarum
og heimsmethaldarum og
eg verið viðfarin á sama
støði sum tey. Eg fái ikki
bara ágóðan av at hava
sama venjara sum tey, men
eisini somu umstøður, so
sum: Massør, fysioterapeut,
kostráðgeva og fysiolog. Eg
fari nakrar ferðir um ári á
venjingarlegu og uttanlanda-
kappingingar
saman
við
NTC, har Svimjisamband
Føroya fíggjar mín part,
greiðir Pál Joensen frá.
– Nú tá ið OL aftur byrjar
at nærkast, vilja danir (bara
danir á pappíri, tí landsliðs
venjarin er úr Onglandi) hava
meg við í Great Danes, ið er
eitt
menningar-programm
fyri danskar harra-svimjarar,
fyri at fáa menninir betri
integreraðar í tann altjóða
hópin, samstundis sum hinir
á liðnum kunnu hava ágóðan
av mínum royndum í altjóða
svimjing, sigur Pál Joensen
og leggur at enda afturat.
– Tað er ikki tann støðan
eg hopaði uppá, tá ið eg segði,
at eg aldrin fór at svimja fyri
Danmark, men eg, saman við
Svimjisamband Føroya, fái
so nógv sum gjørligt burtur
úr teimum umstøðunum
sum nú einaferð eru og eg
haldi sjálvur, at eg havi um
boðað Føroyar til nógvar
stórar kappingar, sigur Pál
Joensen.
trondur@sosialurin.fo
svimjing
Støðan hjá Páli Joensen er nakað broytt, síðani hann
boðaði frá, at hann ikki vildi svimja undir donskum
flaggi. Her greiðir Pál Joensen frá síni støðu
Pál greiðir frá síni støðu
Tað er nú greitt, at ikki
færrri enn tríggir før
oyskir
svimjarar
eru
ímillum teir svimjararnir,
danir vóna at fáa við
til olympisku leikirnar
í Brasil í 2016 Svoem.dk
skrivar 11 danskir svimj
arar eru úttiknir til the
Great Danes í ár og næsta
ár.
Her er talan um teir
átta
svimjararnar
við
flestu FINA stigum í lang
hyli í teimum olympisku
greinunum. Samstundis
eru teir báðir unglingar,
sum vóru teir yngstu at
røkka semifanaluni ella
finaluni í EJM í ár
Harafturat
er
Pál
Joensen á liðnum og tað
verður ikki bara mett at
vera ein styrkur fyri lið
ið, men eisini hevur hann
nógvar royndir at oysa
av. Hinir báðir føroysku
svimjararnir á the Great
Danes liðnum, eru Frans
Johannessen, sum svimur
fyri
Esbjerg
Svømme
klub og sum er ætttur úr
Funningi og havnardrong
urin, Magnus Jakupsson, í
Sigma Swim í Allerød.
Teir skulu allir í kapp
ing í Luksemburg um
mánaðarskiftið januar –
februar, umframt nakrar
aðrar kappingar.
aki@sosialurin.fo
Tríggir
føroyingar
á veg til
olympisku
leikirnar