Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Lítið restaði í, at føroyska U17-kvinnulandsliðið í flogbólti streyk avstað við bronsuni. – Høvdu tær klárað at hildið høvdið kalt í fyrsta setti ímóti Danmark, so høvdu tær eisini vunnið dystin, sigur annar av venjarunum, Marjun Kalsø Hilmar Jan Hansen Longu í fyrsta dystinum, sum var fríggjamorgunin, løgdu U17-kvinnurnar út við at vinna, og ímóti Norra spældu tær sera væl og vóru tendr­aðar frá fyrsta bríksli. – Vit høvdu eitt øgiliga hart servutrýst, og av tí sama fingu kvinnurnar alt at rigga, bæði í verju og álopi. Hini árini hava úrslitini ikki verið so góð, so hetta var eitt stórt framstig, sigur Marjun Kalsø. – At vit komu so væl frá byrjan, skakaði tær norsku kvinnurnar, haldi eg, tí tær høvdu nokk ikki væntað, at okkara skuldu spæla so væl. Dysturin seinnapartin fríggja­dagin var ímóti Svøríki, sum hevur ein stóran profil á liðnum, ið er tann bara 15 ára gamla Isabelle Haak, sum Marjun var stórliga imponerað av: – Hon er uttan iva besti spæl­ari, eg nakrantíð havi sæð á nøkrum landsliði, tí hon bæði smasjar og blokkar betri enn nakar spælari í før­ oysk­um mansflogbólti, so einki var at siga til, at hon eftir kapp­ing­ina varð kosin mest verdi spælarin, sigur hon. – Spælið hjá Svøríki koyrdi eisini næstan bara ígjøgn­um Isabelle, ið vit einki fingu gjørt við, tí bara í hes­um dystinum vann hon 28 stig. Vit høvdu spælt ein dyst fyrr um dagin, so hjá okk­um ráddi eisini um at brúka breiddina, og tað skuldi so seinni vísa seg at vera tak­tiskt skilagott. Reistust til síðst Tað, sum Marjun Kalsø sipar til, er dysturin fyrra­partin leygar­dagin, sum var fjórð­ ings­finalan ímóti Íslandi. Hetta bleiv ein fimmsettari, ið tað eydnaðist føroysku kvinn­unum at vinna. – Har komu vit á odda 2-1 í settum, men tá Ísland so vann fjórða sett, blivu spæl­ arar­nir bangnir og høvdu ov stóra virðing fyri mót­støð­ uni. Tær tordu illa at av­gera bóltarnar, servaðu út og sovorðið, men tíbetur reist­ ust tær aftur í fimta setti, sigur hon. – Kortini var Ísland kom­ ið á odda 8-4 í fimta setti, áðrenn tað vendi hjá okk­um, tí eftir síðuskiftið bardu vit okkum uppaftur og vunnu bæði fimta sett og dystin. Sjálvt um vit sóu, at vit høvdu møguleikan, var virð­ ing­in ov leingi ov stór fyri Íslandi. Eftir sigurin í hesum dyst­inum, stóð Finnland á skránni leygarkvøldið í hálv­ finaluni, men tað bleiv ein ov stórur biti hjá føroysku kvinnunum. – Tær finsku vóru stórar og góðar, spældu skjótt og trygt og høvdu knallharðar servur, so har var ringt hjá okkum yvirhøvur at koma upp til bóltarnar. Vit høvdu ikki væntað, at vit kundu gera tað stóra við Finnland, og tað kundu vit so heldur ikki, staðfestir Marjun Kalsø. Nær við bronsuna Eftir tap í hálvfinaluni var bara ein dystur eftir at spæla, men tað var so eisini bronsu­ dysturin, ið varð avgreiddur í gjár. – Vit spældu ímóti Dan­ mark, sum byrjaði væl og megn­aði at leggja trýst á okkum, bæði í servu og álopi. Føroyska verjuspælið var gott, men tað sást, at kvinn­ ur­nar vóru ov bangnar ta fyrstu løtuna. Ikki fyrr enn út í hálvt annað sett, sum vit tó taptu, høvdu tær rist nerv­arnar av sær. Høvdu tær klárað at hildið høvdið kalt í fyrsta setti, so høvdu tær eisini vunnið dystin, sigur Marjun. – Sjálvt um Danmark kom á odda 23-17 í triðja setti, megnaðu vit at berja okk­um innaftur í dystin, og ser­liga gjørdu tær góðu servur­ nar mun, so tað bar til. Vit tordu at spæla og tað bleiv spennandi, og av tí sama blivu eisini donsku spæl­ ar­arnir bangnir. Vit vunnu triðja sett og liðini fylgdust allan vegin uppeftir í fjórða setti, har servufeilir tó kost­aðu, tá tað stóð á ímóti endanum, og tí bleiv tað ikki til bronsu hesaferð. Tá avtornaði, vann Finn­ land gull við 3-0 sigri á Svøríki, sum vann silvur. Dan­mark vann bronsuna og Føroyar blivu nummar fýra, og í dystinum um fimta plássið vann Norra 3-2 á Íslandi, so Norra bleiv numm­ar fimm og Ísland numm­ar seks. hilmarjan@sosialurin.fo Barbara Herdalur Poulsen, sum spælir libero, tekur ímóti bóltinum, meðan Anna Sunadóttir Hansen eisini er til reiðar Mynd: Volleyball England Føroyska U17-landsliðið Spælarar Sirið Anthoniussen, Mjølnir Anna Sunadóttir Hansen, Dráttur Sharon Thora Holm Haynes, TB Magnhild Jacobsen, Fleyr Katharina Dalsgaard Jakobsen, Fleyr Anna Larsen, ÍF Maria Sarita Lorenzen, SÍ Súsanna Ludvig, Fleyr Kristina Mouritsen, Dráttur Eva Winther Nagata, Fleyr Barbara Herdalur Poulsen, Dráttur Jórunn Elisdóttir Wang, Dráttur Venjarar Marjun Kalsø Berit Norðoy Vilhelmsen Liðleiðari Christian Nagata stutt frá bronsuni U17-kvinnurnar ítróttur flogbóltur