Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 27

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 ítróttur flogbóltur Annar av venjarunum hjá U17-landsliðnum, Marjun Kalsø, heldur kvinnurnar hava verið eitt gott umboð fyri Føroyar og føroyskan flogbólt í kappingini í Onglandi um vikuskiftið. – Føroyskur kvinnuflogbóltur hevur gott í væntu, sigur hon Errin av kvinnunum Hilmar Jan Hansen – Hetta hevur verið ordiliga stuttligt, tí U17-kvinnurnar hava lært eina rúgvu. Okkara spælarar eru ikki vanir við at spæla so nógvar og so harðar dystir eftir bara trimum døgum, so orkan hevði hug at ganga undan ímóti enda­ num. Tað sigur Marjun Kalsø, ið saman við Berit Norðoy Vilhelmsen er venjari hjá U17-kvinnunum, sum um vikuskiftið í enska Kettering hava fingið framúr gott úrslit í NEVZA Champion­ ship-kappingini, har tað eydn­aðist teimum at enda á fjórða plássi. – At tað gekst so væl, hong­ur nokk eisini saman við, at vit hava fleiri rættiliga royndar spælarar við, tí fýra av teimum hava spælt á U19- landsliðnum og nakrar vóru hesaferð við til sína triðju NEVZA-kapping tilsamans. Eisini ger seg galdandi, at allar spæla dagliga í bestu deild­ini í Føroyum, so tær eru í góðari venjing og eru vanar við eitt sindur av hvørj­um, sigur Marjun. – Men tíverri er tað ofta so, at sjálvt um føroysku ungdómsspælararnir standa seg væl í norðurlendskum høpi, fara hini ofta fram um okkum, tá spælararnir eru um 16-17 ára aldur, tí tá er okkara kapping helst ov smøl, og tey í hin­um lond­ unum fáa fleiri avbjóðingar. Finna nýtt fólk Marjun Kalsø er sjónliga errin av sínum spælarum, og hon heldur eisini, at tær hava verið eitt gott umboð fyri Føroyar og føroyskan flog­bólt: – Ja, hetta hevur verið ein deilig uppliving, har kvinnur­ nar hava víst seg frá síni bestu síðu, spælt nakrar fínar dystir og víst, at vit saktans kunnu vera við. Svøríki og Finnland eru í einum klassa fyri seg sjálvan, men eg haldi, at vit kunnu spæla upp ímóti øllum hinum, sigur venjarin. – Serliga er Finnland eitt fet framman fyri øll hini í norðurlondum, og finnar vunnu eisini NEVZA-kapp­ ingina bæði hjá kvinnum og monn­um. Men eg trúgvi, at um vit gera eitt miðvíst ar­ beiði, fer tað eisini at kunna bera til hjá okkum at koma heilt upp millum tey frægaru liðini, har tað er stuttligari at vera við. Samanumtikið er Marjun Kalsø sannførd um, at við tí til­feingi, sum er í før­oysk­um kvinnuflogbólti, ber eisini væl til at taka seg fram, um­ framt at hesar ungu kvinn­ ur­nar, sum nú megnaðu at spæla dyst um bronsuna, hava fingið víst, at føroyskur kvinnu­flogbóltur hevur gott í væntu. – Nú fara átta av teimum so upp í U19-landsliðið, har tær koma at spæla næstu trý árini, so nú verður ein av­ bjóð­ing eisini at skula finna nýtt fólk til U17-lands­liðið. Men gott samstarv er millum U17- og U19-landsliðini, og tað hevur nógv at siga, tá vit skulu leggja alt so væl til rætt­is, sum tað ber til. Eg síggi í øllum førum ljóst upp á tað, sigur Marjun. Føroysku flogbóltskvinnurnar slappa av, og tað mundi treingja til, nú ikki færri enn fimm krevjandi dystir vóru á skránni í tríggjar dagar Mynd: Volleyball England Føroysku flogbóltskvinnurnar slappa av, og tað mundi treingja til, nú ikki færri enn fimm krevjandi dystir vóru á skránni í tríggjar dagar Mynd: Volleyball England Úrslitini hjá U17-kvinnunum Innleiðandi: Føroyar - Norra 3-1 (25-22, 25-21, 22-25, 30-28) Svøríki - Føroyar 3-0 (25-9, 25-18, 25-16) Fjórðingsfinala: Ísland - Føroyar 2-3 (25-23, 22-25, 17-25,25-21, 11-15) Hálvfinala: Finnland - Føroyar 3-0 (25-11, 25-10, 25-8) Bronsudystur: Danmark - Føroyar 3-1 (25-18, 25-21, 23-25, 25-23)