Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 28 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Pætur Albinus Nýliga afturvenda Søljan hevur fingið eina trupla byrjan upp á kappingarárið. Allir dystirnir hava verið taptir við nógvum málum, og í síðstu viku boðaði venj­ arin, Morten Hust Petersen, at hann gavst sum venjari. Tíðin rakk ikki til, segði hann. Avloysari varð tó skjótt funnin, og var tað tann royndi Jakob Jónsson, ið tók yvir. Hann fekk eina trupla byrjan, tí leygardagin var Kyndil á vitjan. Kyndil, sum hevði leikt ein dyst færri enn oddaliðið Neistin, skuldi hava bæði stigini fyri at leggja veruligt trýst á Neistan. Tað eydnaðist teim­ um eisini at vinna greiðan sigur, nevniliga 10-28 eftir at hálv­leiks­støðan var 7-13. Við sigrinum er Kyndil nú bara eitt stig frá Neistanum, sum ikki spældi hetta viku­ skiftið. Hjá heimaliðnum gjørd­ ist Hertha Simonsen topp­ skjútti við fýra málum, meðan tann fyri tíðina stór­ spæl­andi Anna A. Brimnes gjørdist besti málskjúttin hjá Kyndli við 10 málum. albinus@sosialurin.fo kvinnur hondbóltur Talan var um avgreiðsluspurning í Hvonndeildini, tá ið Kyndil leygardagin vann 28-10 ímóti Søljuni Lagt varð upp til spennandi dyst í Vági sunnudagin, har VB og VÍF skuldu prógva, at tey kunnu vera við í oddanum. VB vann dystin 30-27 Kyndil leggur trýst á Neistan VB vann brakið StÍF greiddi sína skyldu Hvonn Deildin støðan nr. Lið Dystir Vunnin mál Tapt mál Munur Stig 1 Neistin 6 190 121 69 10 2 Kyndil 6 166 122 44 9 3 VB 5 134 105 29 7 4 StÍF 5 126 94 32 6 5 VÍF 6 164 142 22 6 6 Stjørnan 6 106 178 -72 2 7 Søljan 6 63 187 -124 0 Søljan - Kyndil 10-28 StÍF - Stjørnan 33-15 VB - VÍF 30-27 Tað gongur framvegis illa í hond hjá teimum í Stjørn­uni. Sunnudagin vóru tær fyri stórtapi á Skála, har StÍF vann stórt 33-15. Talan var um botn­ uppgerð á Skála sunnu­ dagin, har StÍF fekk vitjan av Stjørnuni. Stjørnan hev­ur einans megnað á nýggja liðnum, Søljuni, meðan StÍF hevur bitið meiri frá sær og eisini var favo­rittur at vinna dystin. Og heitið sum favo­ ritt­ur livdi StÍF upp til. Sigurin hjá StÍF var ongan­tíð í vanda, og vunnu tær 33-15-stórsigur eftir at tær vóru á odda 13-5 í hálvleikinum. Fríðrún Danielsen gjørdist toppskjútti hjá StÍF við átta málum. albinus@sosialurin.fo Pætur Albinus Tvey av liðunum, sum neyv­ an munnu halda seg hava fingið fullgott burtur­úr fyrsta partinum av kapp­ ingar­árinum, eru VB og VÍF. Hesi bæði liðini vórðu endaði nakað aftanfyri tey fremstu liðini, og á tann hátt var hetta ikki bara ein væntandi javn­ ur og spennandi dystur, men sanniliga eisini ein avgerandi dystur um hvør skuldi fylgja við í oddanum. Stórskjúttin hjá VÍF, Liljan Djurhuus, varð mans­ vard frá byrjan. Royndin hjá VB at órógva VÍF riggaði hampiliga væl, tí eftir at fyrri hálvleikur hevði verið ógvuliga javnur, so eydnaðist tað VB at renna undan beint áðrenn hálvleikssteðgin og vóru heimagenturnar tá á odda 14-11. VÍF fekk eina marru­ byrjan upp á seinna hálvleik. Trý mál á rað til VB úrslitaði seg í, at VB var á odda við seks málum. Hóast VÍF royndi at svara aftur við eis­ ini at mansverja ymiskar VB- leikarar, so riggaði tað illa og teir nógvu streingirnir, ið VB hevur at spæla upp á, bóru tað á mál. Endaliga úrslitið gjørdist 30-27. Rannvá Johannesen, Helga E. Kjærbo og Ingrida Kuodyte skutu allar seks mál fyri VB, meðan Durita C. Jojic skeyt einki minni enn 13 mál fyri VÍF. Mynd: Álvur Haraldsen