mánadagur 3. november 2014síða 29
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125
ítróttur
hondbóltur menn
Eftir 27-21-sigur ímóti Team Klaksvík leygardagin hava
menninir hjá VÍF nú vunnið fimm dystir á rað og eru
framvegis á odda í Atlantic Airways-deildini
Við 20-15-sigri ímóti KÍF í Kollafirði heldur Kyndil
samband við oddan í Atlantic Airways-deildini
VÍF strýkur avstað
Kyndil vann í Kollafirði
H71 fingið
glið á
Atlantic Airways Deildin støðan
nr. Lið
Dystir
Vunnin mál
Tapt mál
Munur
Stig
1 VÍF
6
161
128
33
10
2 H71
6
145
121
24
8
3 Kyndil
6
139
118
21
7
4 Neistin
6
139
146
-7
7
5 KÍF
6
147
156
-9
4
6 StÍF
6
141
155
-14
4
7 Team Klaksvík
6
135
183
-48
2
Team Klaksvík - VÍF 21-27
StÍF - H71 20-24
KÍF - Kyndil 15-20
Sunnudagin vann H71 24-
20 á útivølli ímóti StÍF.
Við trimum sigrum á rað
eru teir nú á 2. plássi.
Tað hava verið framd
ar stórar broytingar í
H71 upp til hetta kapp
ingarárið, og tað máttu
teir eisini líða fyri fyrstu
dystirnar. Men nú eru
hoyvíkingar við at finna
stevið. Sunnudagin vóru
teir á vitjan hjá StÍF, sum
síðsta vikuskiftið koppaði
oddaliðnum Neistanum,
men hesaferð fingu ov
stóran bita at gloypa í
H71. H71 var á odda fyri
tað mesta og tað gekk sera
striltið hjá strandingum
at fáa mál. Teir fingu
bara seks mál allan fyrra
hálvleik – hálvleiksstøðan
var neviliga 6-12 til H71.
Í
seinna
hálvleiki
fekk StÍF etið seg eitt
sindur inn á H71, men tað
eydnaðist teimum ikki at
fáa fatur á H71, sum vann
dystin 20-24.
Hjá H71 gjørdist Mark
Lausen-Marcher
topp
skjútti við sjey málum.
albinus@sosialurin.fo
Pætur Albinus
Við trimum dystum á rað
uttan sigur skuldi Kyndil
aftur fáa skil á tingini, tá ið
teir grønu úr Havnini vitjaðu
hjá FM-vinnarunum úr KÍF
sunnudagin. Kappingarárið
er eiheldur byrjað soleiðis
sum
kollfirðingar
høvdu
vónað, so talan var um ein
dyst, har bæði liðini høvdu
stóran tørv á báðum stig
unum.
Dysturin
var
javnur
fyrstu løtuna, men so rann
Kyndil av álvara avstað. Við
støðuna 3-4 til Kyndil bygdi
Kyndil bara upp á og var løtu
seinni á odda 3-10. Í longri
enn ein fjórðing av dystinum,
16 minuttir, megnaði KÍF
ikki at skora eitt mál. Hetta
kostaði, og Kyndil slapp til
hálvleiks á odda 5-11.
Í seinna hálvleiki var KÍF
betur við, men bara soleiðis
at teir minkaðu um tapið.
Endaliga úrslitið gjørdist
nevniliga 15-20 til Kyndil.
Hjá
heimaliðnum
var
Hans
Eli
Sigurbjørnsson
besti málskjútti við fýra mál
um, meðan David Edvardsen
var toppskjútti hjá Kyndli
við sjey málum.
Mynd: Álvur Haraldsen
Pætur Albinus
Eftir óhepnu og óvæntaðu
byrjanina hjá monnunum í
VÍF, sum taptu ársins fyrsta
dyst ímóti StÍF, so hava teir
tikið annað skinn um bak
og vunnið teir fimm dystir
nar, ið spældir eru síðani.
Leygardagin vóru teir á
vitjan hjá Team Klaksvík,
har heimamenninir vóru við
fyrstu løtuna, men annars
vóru aftanfyri við fáum mál
um stóran part av dystinum
áðrenn tað at enda skrædn
aði.
Fyrsta avgerandi løtan
var, tá ið VÍF fór frá jøvnum
3-3 heilt upp til 3-9. Team
Klaksvík fekk minkað niður í
trý mál á muni, men megnaði
ikki at tetta holið áðrenn
hálvleikssteðgin, tá ið VÍF
var á odda 12-16.
Í seinna hálvleiki var VÍF
fyri tað mesta á odda við
trimum málum, men tá ið
Team Klaksvík fekk tvær
útvísingar við støðuna 17-20,
gjørdust arbeiðsumstøður
nar munandi verri og VÍF
økti til 17-22. Við stutt meiri
enn 10 minuttum eftir av
dystinum var ov lítið av tíð
eftir til at heimaliðið kundi
fremja eitt comeback, og VÍF
vann at enda dystin 21-27.
Hjá
heimaliðnum
var
Bogdan Florea besti mál
skjútti
við
sjey
málum,
meðan ungu menninir hjá
VÍF, Julian Olsen og Teis
Rasmussen, vóru bestir við
hvørjum sínum sjey málum.
albinus@sosialurin.fo