Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Leygardagin heiðraði fótbóltsvenjarafelagið »ársins venjarar« hjá kvinnum og monnum, umframt, at »ársins ungdómsvenjari« og »ársins eldsál« vóru heiðraðir 90 prosent valdu Bagga Heri Simonsen FSF-húsið var karmur um handaninar, tá fótbólts­ venjara­felagið á lítlari sam­ komu leygardagin heiðraði ársins venjarar, og ársins eldsál. Sámal Erik Hentze var ógvuliga sannførandi vald­ur til ársins venjara hjá monn­ um. Áki Johansen frá fót­ bólts­venjarafelagnum boð­ aði frá, áðrenn Sámal Erik fekk steyp til áminning um heiðurin, at heili 90 pro­sent av føroysku venjar­unum høvdu atkvøtt fyri høvuðs­ venj­aranum hjá B36. Sámal Erik var ógvuliga fegin um viðurkenningina frá starvs­ feløg­unum, sum hann stað­ festi at verða tann besta viður­kenningin ein kann fáa, sum venjari. Enn ein heiður til Djordjevic Alexandar Djordjevic fekk enn ein heiður fyri sítt avrik, sum venjari hjá KÍ í fremstu kvinnudeildini. Alexandar fegnaðist eisini um heið­urin, og um eitt minn­ingar­ríkt kappingarár, har kvinnur­ nar hjá KÍ skrivaðu fót­bólts­ heims­søgu við sínum 15. meistara­heiti á rað. Serbiski venjarin kennir seg tó hava tørv á nýggjum avbjóð­ ing­um, og hann hevur tí tikið við avbjóðingini, sum høvuðs­venjari hjá besta kvinnu­liðnum hjá AB. Har ætlar ein tolin Alexandar Djordjevic at byggja upp frá grund­ini, og so má tað gjarna taka nøkur ár, áðrenn AB-kvinnurnar eru frammi í oddinum aftur. Trúgvur og drúgvur í 42 ár Jacob Thomsen hevur verið trúgvur og drúgvur, sum venjari og ungdómsvenjari hjá B36 síðani 1972. Jacob hevur hesi farnu 42 árini vant øll liðini hjá B36. Hann hevur verið við til at bygt ung­dómsdeildina hjá B36 uppaftur saman við Annfinni Danielsen o.ø. góðum fólki, og hann hevur sæð eina stóra menning hesi farnu árini, har skitnu grúsvallirnir eru skiftir út við gras­líkis­vallir. Eli Hentze var heiðraður, sum ársins ung­dóms­venjari. For­maðurin í B71, Oddmar Selfoss tók ímóti heiðrinum vegna Eli, sum erí Danmark við U15 lands­liðnum í hesum døgum. Oddmar Selfoss lýsti góðu dygdir­nar og nærlagni hjá Eli, tá hann hevði tikið ímóti steypinum. Fegnast um eitt gott kappingarár Frankie Jensen og Áki Johansen, sum reikaðu fyri til­takinum vegna fót­bólts­ venjara­felagið meta, at talan hevur verið um eitt gott kapp­ingár, har framburðurin í teimum evropeisku kapp­ ingunum var serliga gleði­ ligur. Leygardagin vendi fót­ bólts­venjara­felagið nøkrum steinum saman við venjar­ unum í voda­fone­deildini og hjálpar­venjaranum hjá A-lands­liðnum, Jóannesi Jakobsen. Millum evnini, ið umrødd vóru, var um tað ikki er uppá sítt pláss at enda lands­kapp­ingina í seinasta lagi fyrsta vikuskiftið í oktober. Frankie og Áki boðaðu frá, at tann nú árliga venjara­kappingin, sum verður avgreidd á ovara og niðara vølli í Gundadali, og á Tórsvølli, har effoliðini spæla 40 minuttirs dystir, verður á skránni 28. februar kom­andi ár. Myndir: Álvur Haraldsen fótbóltur