Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-03, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. november 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 3. november 2014 · Nr. 125 U m vikuskiftið valdi venjarafelagið ársins venjarar, ársins eldsál og ársins umg­dóms­venjara. Tað kanst tú lesa alt um á síðu 3 á ítróttinum, tí Heri Simonsen var til handana, har Sámal Erik Hentze(B36), Alexandar Djordjevic (KÍ kvinnur), Jacob Thomsen(Eldsál) og Eli Hentze(ungdómsvenjari) blivu heiðarðir fyri teirra avrik sum venjara. Venjarafelagið hjá føroyskum venjaranum varðir av føroyska venjaranum, sum mangan er útstillaður. At verða venjari í fótbólti er eitt ótrygt starv. Vit síggja úti í stóru verð hvussu dugnaligir venjarar kunnu blíva smidaðir heim, tí onkur sum eigur felagið ella rekur tað, heldur at nú er tíðin komin at skifta venjara. Eitt tað kendasta dømi er nokk Roman Abramovich, sum keypti Chelsea í 2003. Hann hevur javt og savnt skift venjararnar út hóast úrslitini hava verið góð. Í Føroyum hava vit eitt felag, sum hevur skift venjara oftari enn Real Madrid – talan er um HB. Sjálvt ikki FM heitið var nokk til at Oddbjørn Joensen slapp at halda fram. Nú skal hetta ikki verða eitt álop á HB, sum ivaleyst hevur sínar orsøkir til at skifta venjarar, men tað er ein staðfesting av, at tað er eitt ótrygt arbeiði at vera venjari í føroyskum fótbólti. Eins og kring heimin, so eru tað alskyns fólk, sum sita í nevndum og søgur at venjarar eru sagdir upp í øðini aftaná dystir eru ikki ókendar. Hetta hendir ikki í nøkrum øðrum vanligum starvið. Hetta er ein veruleiki, sum venjarar mugu liva við. Tí er tað bara gott, at vit í dag hava eitt venjarafelag, sum talar teirra søk. Vit fáa eisini fleiri og fleiri útbúnar venjarar og vónandi kann venjarafelagið verða við til at fáa sam­ skifta ein leist í Føroyum, so vit kunnu menna betri fótbóltsspælarar. Vit ynskja venjararnum sum blivu heiðraðir til lukku, og ynskja venjarunum góða eydnu í framtíðini. Venjara­ felagið verjir venjararnar Ítróttar klumman Tróndur Arge ítróttur ítróttartoymið Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Jákup Mørk Álvur Haraldsen André Olsen Teitur Joensen Pætur E. Jensen Um vikuskiftið skiftu Hans Pauli Samuelsen og Gert Hansen úr EB/Streymi til avikavist B36 og Víking Hans Pauli og Gert úr EB/Streymi HBF vann bronsu, silvur og gull Andras Fredriksberg aftur í NSÍ Tróndur Arge Fyrr í ár skifti Arnbjørn Hansen til HB. So nú hava tríggir av teimum, sum hava verið við til at mynda EB/Streym í oddinum í føroyskum fótbólti, skift til onnur feløg. Samanlagt er talan um knappar 1.000 dystir fyri EB/Streym, sum seiamstu vikurnar hava sagt farvæl við felagið. Skiftið hjá Hans Paula Samuelsen kemur ikki óvart á. Hann hevur fyrr verið á veg vekk úr felagnum. Í fjør var nær við, at hann skilfti til KÍ, men í ár bleiv tað so til B36, har eldri beiggin hjá honum, Ronnie Samuelsen, hevur spælt við fyrr. Tað kunngjørdi B36 á ársveitsluni, sum var um vikuskiftið. Fyribils hava partarnir gjørt ein eitt ára sáttmála. Hans Pauli er 30 ára gamal og hevur í ár skotið ikki færri enn 13 mál í hesum kappingarárinum. Eisini bleiv kunngjørt, at Gert Hansen skiftir til Víking. Hann hevur í longri tíð verið settur í samband við felagið. Hann er fluttur til Gøtu og tí hevur verið lagt upp til, at hann fór at skifta til Víking. Gert hevur eins og Hans Pauli bara umboðað EB/Streym alla sína yrkisleið í fótbóltinum. trondur@sosialurin.fo Um vikuskiftið varð onn­ur av fimm Grand Prix kapp­ ingum fyriskipað í Havn. 165 leikarar úr fimm feløgum vóru tilmeldaðir Marine Harvest Open kappingina, og vórðu yvir 300 dystir leiktir í tveimum høllum yvir tveir dagar. Í besta bólkinum hjá teim­ um vaksnu vunnu leikarar frá HBF øll heiðursmerkini: Benjamin Gunnarstein vann gull Aksel Poulsen silvur Magnus Gaard og Magnus Dal-Christiansen vunnu bronsu. Í finaluni vann Benjamin Gunnarstein á Aksel Poulsen við settunum 22-20 og 21-16. Sum nakað nýtt var kapp­ ingin løgd til rættis soleiðis, at innleiðandi dystir­nir hjá teimum vaksnu var samstundis sum dyst­irnir hjá teimum yngru leygar­ dagin. Sunnudagurin var tí finaludagur, har tað vóru nógv fleiri áskoðarar í høllini enn vanligt er til dystirnar hjá teimum vaksnu. Triðja Grand Prix kappingin verður í Klaksvík vikuskiftið 6. - 7. desember. eirikur@sosialurin.fo André Olsen NSÍ hevur kunngjørt, at felagið hevur heinta inn nýggjan spælara afturat hópinum. Spælarin, ið talan er um, er skálamaðurin Andras Fredriksberg, sum í 2012 og 2013 spældi fyri NSÍ. Kappingarárið 2014 hevur Andras Fredriksberg spælt fyri barndómsfelagið, Skála. Andras Fredriksberg er annar styrkurin hjá NSÍ, síðani kappingin endaði fyri einari viku síðani. Afturat Andras Fredriksberg, er KÍ leikarin, Jóhan Jacobsen eisini komin til. Felagið kunngerð í sama skrivi, at Meinhard Olsen hevur longt sáttmála. andre@sosialurin.fo ítróttur Myndi Álvur Haraldsen