Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-24, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juni 2004síða 12

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 118 - 24. juni 2004 Føroyski landsliðs- leikarin, Jón Rói Jacobsen, hevur í vikuni skrivað undir eitt ára sáttmála við danska felagið, Frem BK, ið júst eru fluttir niður í donsku 1. deildina FÓTBÓLTSSÁTTMÁLI Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú er greitt, at enn ein føroyskur landsliðsleikari verður í næstbestu donsku fótbóltsdeildini eftir summ- arsteðgin. Jón Rói Jacobsen skrivaði nevnliga fyrr í vikuni undir sáttmála við Frem BK, sum í farna kappingarári endaði næst- aftast í suparligaini, og har- við rykti niður í 1. deild. Gunnar eisini nýggjan sáttmála Venjarin hjá Frem, Ebbe Skovdahl, var herfyri í Føroyum eitt vikuskifti og hugdi eftir dystinum millum HB og KÍ í Havn, og tá hava Skovdahl og HB óivað eisini tosað um júst Jón Róa, ið, hóast hann ikki hevur leikt í havnarfelagnum síðani 2002, framvegis var sáttmálabundin við havnarfelagið. Nú hava HB og Frem so gjørt eina avtalu, og Jón Rói hevur undirskrivað ein eitt ára sáttmála við keypmanna- havnarfelagið. Eisini evnaríki málverjin, Gunnar Nielsen, ið hevur vart unglingamálið hjá Frem seinasta árið, hevur fingið nýggjan sáttmála við danska felagið. Harafturat hevur Frem sloppið sær av við annan av fyrstaliðs- málverjunum hjá sær, so- leiðis at Gunnar Nielsen nú er annar málverji hjá besta liðnum hjá Frem. Gunnar Nielsen hevur annars verið til royndarvenjingar í Liverpool, og nógv bendi á, at enska stórfelagið var áhugað í at fáa hann til felagið, men enn er so einki spurt burtur úr tí. Jón Rói gjørt sáttmála við Frem Føroyski landsliðsleikarin, Jón Rói Jacobsen, hevur skrivað undir eitt ára sáttmála við danska felagið Frem, ið júst er flutt niður í næstbestu donsku deildina Mynd: Álvur Haraldsen Bragdið bjóðar renn- arum úr Føroyum og útlondum til Atlantic Airways Tórshavn Marathon leygar- dagin 17. juli 2004. Fyrsta marahton- renningin var síðsta summar og hepnaðist sera væl. TÓRSHAVN MARATHON 17. juli 2004 Eisini 1/2 marathon og stuttleikarenning Eisini verður møguligt at luttaka í hálvmarathon (21,1 km) og stuttleika- renning fyri vaksin og børn. Stuttleikarenningarnar verða tvær, ávikavist 5,8 km og 3 km. Við stuttleikarenningini er ætlanin at fáa flest møgulig út at røra seg hendan dagin uttan at seta serlig krøv til skjótleika ella tíðir. Endamálið er at hava tað stuttligt og at seta ein serligan dám á miðbýin henda dagin. Heðin Mortensen, ÍSF forseti, setur marathon- tiltakið og letur startskotið ganga. FM-kapping í marathon Marathon-renningin er samstundis kapping um FM heitið, og teir rennarar, sum kappast um hetta heiti, skulu verða limir í einum av feløgunum fyri frælsan ítrótt í Føroyum. Start og mál Marathon og hálvmarathon byrja ávikavist kl. 1400 og kl. 15.00 í miðbýnum og enda sama stað í miðbý- num. Stuttleikarenningin fyri vaksin byrjar sam- stundis sum hálvmarathon. Stuttleikarenningin fyri børn byrjar kl. 15:05. Rutan Allar kappingarnar byrja og enda í miðbýnum. Runnið verður fyrst 5,8 km runt í Havnini. Síðan verður runnið móti Kaldbak og aftur til Havnar, fram við Strond. 1/2 Marathon-renn- arar venda áðrenn Sunds- verkið. Marathon-rennarar venda í Kaldbak. Allar rutur eru uppmáldar sam- bært AIMS reglur. Kort yvir allar ruturnar síggjast á heimasíðuni: www. torshavnmarathon.com Luttøkutreytir Fyri at renna marathon skal ein hava fylt ella fylla 18 ár í ár, og fyri hálvmarathon er markið 16 ár, samstundis er miðvís marathonvenjing sjálvandi eisini ein fortreyt. Stuttleikarenningin er fyri øll og er býtt sundur í tveir bólkar. Upp til 12 ár renna 3 km, 13 ár og eldri renna 5,8 km. Luttøkugjøld Marathon luttøkugjaldið er 250 kr., 1/2 marathon 200 kr., stuttleikarenning 5,8 km 100 kr. og stuttleika- renning 3 km fyri børn 50 kr. Aftaná 10. juli hækkar gjaldið við 50 kr. T-shirt Íroknað luttøkugjaldið í øllum bólkum er ein mara- thon-T-shirt og ymiskt at drekka og eta á rutuni og í máløkinum Marathon-veitsla Allir luttakarar í marathon og 1/2 marathon kunnu melda seg til sigursdøg- urða, sum verður leygar- kvøld kl. 21.00. Makar eru vælkomnir við. Tilmelding og gjald Tilmelding kann gerast beinleiðis á heimasíðuni: www.torshavnmarathon. com. Luttøkugjaldið skal flyt- ast á kontu í Føroya Banka 6460-168.118.6. Gjaldast má beinanvegin í sambandi við tilmelding. Tilmeldingarfreistin er 16. juli, men vit heita á allar luttakarar um at melda til í góðari tíð, soleiðis at fyrireikararnir betri kunnu fyrireika tiltakið. Heintan av startnr. Allir rennarar mugu heinta startnr., T-shirt o.a. í Høllini á Hálsi fríggjakvøldið tann 16. juli kl. 19-22. Eisini verður møguligt at heinta startnr. í miðbýnum leygardag fyrrapart kl. 10- 12. Pastaparty Fríggjakvøldið millum kl. 19-22 er pastaparty fyri øll- um luttakarum í kantinuni á Hálsi í sambandi við út- flýggjan av startnummari o.ø. Heiðran Allir luttakararnir, sum koma á mál, fáa marathon heiðursmerki frá Føroya Sparikassa. Vinningar verða flogseðlar frá Atlantsflog til nr. 1, 2 og 3 hjá kvinnum og monnum í marathon. Lutakast verður millum allar luttakarar um flogseðlar frá Atlantsflog o.ø. Heiðursmerki verða latin til nr. 1, 2, og 3 í øllum bólkum. Føroya Sparikassi letur gávukort um nýtt rutumet verður sett hjá kvinnum og monnum í marathon. Drykkjuvørur og fyrstahjálp Á rutuni ber til at fáa vatn og saft fyri hvørjar 5 km. Eisini verða fyrstahjálparar til reiðar á rutuni. Í máløk- inum verða eisini drykkju- vørur og annað gott at fáa. Nýggjur og spenn- andi fótbóltsskúli verður í Klaksvík, í døgunum 3. til 5. august. Nú Klaksvíkar Ítróttar- felag gerst 100 ár, skipar KÍ fyri einum serstøkum fótbóltsskúla. Hesin fót- bóltsskúli verður í ár gjørdur í samstarvi við stórfelagið Liverpool FC í Onglandi. Andy Knott- yash, ið er venjari á Aka- deminum hjá Liverpool FC, vitjar KÍ frá 2. til 9. august. Í hesum tíðar- skeiði skal hann standa fyri fótbóltsskúlanum, umframt at hann skal hava skeið við venjarunum hjá KÍ. Fótbóltsskúlin verður skipaður eins og venjing- arnar á Akademinum hjá Liverpool. Umframt høv- ðusvenjaran Andy Knott- yash verða aðrir góðir venjarar knýttir at skúlanum. Eitt nú verður serstøk málmansvenjing við landsliðsmálverjanum Jákupi Mikkelsen. Høvðusstuðlar fyri skúl- an er: Atlantic Airways og Norðoya Sparikassi. Fótbóltsskúlin er fyri gentur og dreingir í aldr- inum frá 10 til 16 ár (árg. 1988-1994). Tað eru bert pláss fyri 150 luttakarum, og tískil er umráðandi at tekna seg sum skjótast. Kostnaðurin er 500 krónur fyri hvønn, og íroknað prísin er venjing, t-shirt, og døgurði. Tilmelding fer fram á tlf. 456184 mikukvøldið 23. juni og hóskvøldið 24. juni millum 18-20, og kostnaðurin á 500 krónur skal rindast á konto: 9865- 185.091.6 áðrenn 1. juli. Atlantic Airways Tórshavn Marathon Bólkar Marathon Menn 1. Bólkur 18-39 Føddir 1965-1986 2. Bólkur 40-49 Føddir 1955-1964 3. Bólkur 50+ Føddir 1954 ella fyrr Marathon Kvinnur 1. Bólkur 18-39 Føddar 1965-1986 2. Bólkur 40+ Føddar 1964 ella fyrr Hálvmarathon Menn 1. Bólkur 18-39 Føddir 1965-1988 2. Bólkur 40+ Føddir 1964 ella fyrr Hálvmarathon Kvinnur 1. Bólkur 18-39 Føddar 1965-1988 2. Bólkur 40+ Føddar 1964 ella fyrr 5,8 km Menn Ein Bólkur 13+ Føddir 1991 ella fyrr 5,8 km Kvinnur Ein Bólkur 13+ Føddar 1991 ella fyrr 3 km Dreingir Ein Bólkur -12 Føddir 1992 ella seinni Mælt verður til, at foreldur renna við børnum, ið eru yngri enn 7 ár. 3 km Gentur Ein Bólkur -12 Føddar 1992 ella seinni Mælt verður til, at foreldur renna við børnum, ið eru yngri enn 7 ár. KÍ og Liverpool Fótbóltsskúli í Klaksvík C M Y K 22 Nr. 118 - 24. juni 2004 23 Deildarleiðari til psykatriska Deild 1 Starvið sum deildarleiðari á Deild 1 á Landssjúkra- húsinum er leyst at søkja til setan 1. august 2004 ella eftir avtalu. Deildin er ein opin 5-daga psykiatrisk móttøkudeild við 14 seingjaplássum.Vit arbeiða tvørfakligt á ein- um høgum fakligum støði við nýggjastu terapi- hættunum. Arbeiðsumhvørvið er áhugavert og hevur nógvar avbjóðingar. Deildarleiðarin hevur við tilvísing til leiðandi sjúkra- røktarfrøðinginum á psyk.deplinum ábyrgdina av sjúkrarøktini, starvsfólkaleiðslu og menning av deildini. Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • prógv og royndir innan leiðslu, psykiatriska eftirútbúgving ella líknandi. Sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava ætlanir um víðariútbúgving, kunnu eisini søkja • hollar royndir og fakligan áhuga innan psykiatrisku sjúkrarøktina • hava ætlanir um frálæru og menning av starvsfólkunum • góð samstarvsevni • skal verða sjálvstøðug/ur, kreativ/ur og hava visiónir Vit kunnu bjóða: • eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðsumhvørvi • fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar • positivt tvørfakligt samarbeiði • ávirkan á fakliga menning • góða innleiðslu (introduktión) Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felag- ið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmála- ráðið. Upplýsingar um starvið: Nærri fæst at vita um starvið við at ringja telefon 304500 til Bergit Weihe, leiðandi sjúkrarøktarfrøð- ing, lokal 4102 - e-postur bergitw@lsh.fo Umsóknarfreistin er mánadagin 12. juli 2004 kl. 12.00. Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti av prógvum, CV og viðmælum e.l. skal sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«. Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Sjúkrarøktar- frøðingur Fast heiltíðarstarv í skiftandi vaktum sum sjúkra- røktarfrøðingur er leyst at søkja á E3/E2 til setan 15. juli 2004 ella eftir avtalu. E3 er ein medisinsk deild, við 7 seingjarplássum. Sergreinin á deildini er uppvenjing av sjúklingum við apopleksia cerebri og við des. sclerosu. Arbeitt verður í tøttum samstarvi við røktarstarvsfólk, fysioterapeutar, ergoterapeutar og talupædagog. Dentur verður lagdur á gott samstarv við avvarð- andi og við primertænastuna. E2 er ein røktardeild við plássi fyri 10 eldri bú- fólkum. Vit ynskja starvsfelagar við huga og hegni til at taka sær av eldri fólki. Dentur verður lagdur á góðan moral,etisk virði,positiva menniskjaáskoðan og góð samstarvsevni. Krøv til umsøkjaran: • prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur • fakligan áhuga innan viðgerð og røkt av apoplexi sjúklingum • fakligan áhuga innan eldrarøktina • góð samstarvsevni Vit kunnu bjóða: • fakliga kompotentar og virknar starvsfelagar • góða upplæring • eitt umhvørvi, har tú kanst gera tína áskoðan galdandi og vera við til at menna sjúkrarøktina. Nærri fæst at vita um størvini við at ringja tlf. 304500 Monicu Brickman deildarleiðara,lokal 6012, ella til Ásu Poulsen, leiðandi sjúkrarøktarfrøðing, lokal 6102, e-post asap@lsh.fo Setanartreytir: Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Felag- ið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmála- ráðið. Umsóknarfreistin er 12. juli 2004 kl. 12.00. Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv« við avriti av prógvum, CV, autorisatión og viðmælum e.l. skulu sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«. Landssjúkrahúsið Fo 100 Tórshavn Reingerðarfólk Fyri starvsfólk,ið fer í farloyvi,verður lýst eftir fólki at gera reint á Løgmansskrivstovuni frá 1. juli til 31. desember 2004. Talan er í fyrsta lagi um alla reingerð í Sjóð- og Vektarbúðini. Tann, ið settur verður, skal vera røkin, álítandi og duga at arbeiða sjálvstøðugt. Starvið verður sett sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Havnar Arbeiðskvinnufelag. Arbeiðstíðin er sett til 15 tímar um vikuna og er vanliga eftir kl. 16 yrkadagar. Møguligir umsøkjarar eru vælkomnir at ringja á fartlf. 211410, fyri at hoyra nærri um starvið. Umsóknir við møguligum viðmælum skulu send- ast Løgmansskrivstovuni Postsmogu 64 110 Tórshavn Umsóknir skulu vera Løgmansskrivstovuni í hendi í seinasta lagi 29. juni 2004 kl. 15.00. LØGMANSSKRIVSTOVAN Tvøroyrar skúli Vegna farloyvi, lækkað tímatal, avlopstímar og næmingar við serligum tørvi verða hesi lærarastørv lýst leys at søkja. • 2 fulltíðarstørv • 1 starv 15-20 t./v. • 1 starv sum sergreinalærari at undirvísa 4 t./v. í tónleiki Størvini verða lønt sambært sáttmála millum Før- oya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið og eru tíðar- avmarkaði til skúlaárið 2004/2005. Umsóknirnar skulu vera skúlastýrinum í hendi í seinasta lagi mánadagin 28. juni 2004. Skúlastýrið fyri Tvøroyrar skúla v/ Chris Jan Michelsen FO-800 Tvøroyri -tað loysir seg 23