Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-24, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juni 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 118 - 24. juni 2004 21 Italiumenn ivast ikki í, at talan var um av- talað spæl, tá ið Dan- mark og Svøríki leiktu 2-2 týskvøldið. Eitt úrslit sum førdi við sær, at óansæð úrslitið av dystinum millum Italia og Bulgaria, vóru bæði norðurlendsku liðini í fjórðingsfinaluni. BÓLKUR C Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Italiumenn søgdu undan seinastu dystunum í bólki C í EM-endaspælinum, at teir stúrdu fyri, at dysturin mill- um Danmark og Svøríki eftir avtalað spæl fór at enda 2-2, tí júst hetta úrslitið merkti, at bæði tey norðurlendsku liðini komu víðari. Dysturin millum skandinavisku grannarnar endaði júst 2-2, og tað fekk italska blóðið í kók. Danir byrjaðu best Tað var danska liðið, ið byrjaði dystin nógv betur. Teir báðir vengurnir hjá dønum, Jesper Grønkjær og Martin Jørgensen, høvdu lætt spæl yvir fyri bakk- unum hjá svium, og trýstið var stórt á svenska málið fyrstu løtuna. Sviar hin- vegin vóru ikki ofta á vitjan framman fyri danska mál- inum, og tí var tað eisini í tráð við dystargongdina, at Danmark legði seg á odda, tá ið nærum ein hálvur tími var leiktur. Jon Dahl Tomasson lyfti hegnisliga bóltin upp um svenska málverjan, Andreas Isak- son, og bólturin dalaði nið- ur í handara málhorn, og so var 1-0. Eftir hetta komu sviar meiri og meiri við í dystin, men hóast teir fleiri ferðir vóru sera nær við, eydnaðist tað teimum ikki at javna, áðrenn farið var til hálvleiks. Javnaðu beinan vegin Seinni hálvleikur var ikki meiri enn settur í gongd, so fingu sviar brotsspark, tá ið danski málverjin, Thomas Sørensen, tók beinini und- an Henrik Larsson. Henke sendi sjálvur brotssparkið trygt í netið til 1-1. Hóast sviar høvdu yvirvág næstu løtuna, eydnaðist tað tó aft- ur dønum at leggja seg á odda, tá ið seinni hálvleikur var nærum hálvrunnin. Ein skotroynd hjá Kasper Bøgelund bleiv blokkerað í svensku verjuni, men altíð vandamikli Jon Dahl Tomasson var knappur og sendi returin í mál til 2-1. Hetta málið tók fullkom- iliga fótafestið undan svi- um, og tað sum var eftir av dystinum, áttu danir næstan alt, sum tað var. Men tá ið vanliga leiktíðin var um at verða farin, fingu sviar altavgerandi málið til 2-2. Thomas Sørensen helt ikki einum innleggi úr vinstra borði, og so var Brøndby- leikarin Mattias Jonsson klárur og potaði bóltin í mál til 2-2! Italiumenn í øðini Í hinum dystinum í bólk- inum millum Italia og Bulgaria var kravið til italiumenn, at teir skuldu vinna dystin, og samstundis skuldu Danmark og Svøríki ikki spæla 2-2. Bulgaria tók annars leiðsluna í dystinum við einum brotssparki, sum Martin Petrov sendi í málið stutt fyri hálvleik. Seinni hálvleikur var bert fáar minuttir gamal, tá ið Perotta javnaði fyri Italia, og tá ið farið var tríggjar minuttir út um vanligu leik- tíðina, eydnaðist tað Antonio Cassano at skora sigursmálið fyri Italia til 2- 1. Italiumenn hildu seg nú hava tryggjað sær víðari luttøku í kappingini, men júst í somu løtu komu boðini um, at Svøríki hevði javnað móti dønum, og leikararnir á italska lands- liðnum settu seg grátandi á leikvøllin. Eftir dystin vóru italiu- menn í øðini um, at dyst- urin millum Danmark og Svøríki endaði 2-2, og fleiri teirra vilja verða við, at talan var um avtalað spæl millum grannalondini. Ákærurnar skola oman yvir donsku og svensku landsliðini, og í nátt blivu egg tveitt á bygningin hjá donsku umboðsstovuni í Milano. Eisini hevur italski fótbóltsforsetin, Franco Carraro, alment sagt, at hann ivast ikki í, at talan var um avtalað spæl, men tað verður trupult at prógva tað, sigur hann. Italsku fjølmiðlarnir eru tó ikki so sannførdir um av- talað spæl, og flestu teirra hava ístaðin vent kanónini móti italska landsliðnum. Fjølmiðlarnir halda, at italska avrikið undir EM- endaspælinum hevur verið undir alt lágmark, og at spælararnir bert kunnu takka sær sjálvum fyri, at teir nú eru útslignir. Italski venjarin, Giovanni Trappa- toni, hevur eisini eftir dystin boðað frá, at hann ikki heldur fram sum lands- liðsvenjari. UEFA avvísir øllum ákærum Europeiska fótbóltssam- gongan, UEFA, hevur tó avvíst øllum ákærum um avtalað spæl, og tals- maðurin hjá UEFA, Rob Faulkner, sigur, at einki verður gjørt við málið. Í fjórðingsfinalunum skal Svøríki leika ímóti nummar tvey í bólki D, og tað verður antin Týskland, Holland ella Letland. Danmark skal í sínari fjórðingsfinalu leika ímóti Kekkia. Bæði norðurlondini í fjórðingsfinaluna Á stóru myndini hongur Henrik Larsson á rygginum á Mattias Jonsson, sum júst hevur javnað fyri Svøríki til 2-2 fáar minuttir fyri leiklok og harvið tryggjað svium víðari luttøku í EM-endaspælinum, meðan lítla myndin vísir italska landsliðsleikarin, Zambrotta, troysta málskjúttan Cassano, ið helt seg hava skotið Italia í fjórðingsfinaluna. Símun Midjord úr Havn var eftir fyrsta umfarið av EM- kappingini einsa- mallur á fremsta plássinum. Hann hevði gitt níggju av fjúrtan úrslitum EM-KAPPINGIN Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eftir dystirnar miku- kvøldið, sum vórðu leikti eftir evstamark okkara, er bólkaspælið í EM liðugt. Funnið er fram til, hvørji lond eru við í fjórðings- finalunum, og samstundis merkir hetta, at EM-kapp- ingin hjá Sosialinum og Kiosk Steinatún flytir seg úr næsta til triðja umfar. Við evstamark okkara var sjálvandi ikki greitt, hvussu úrtøkun hjá ymsu veddarunum hevur verið eftir tey bæði fyrstu um- førini, men eftir fyrsta umfar var í øllum førum ein veddari, sum hevði lagt seg á odda. Tað var Símun Midjord úr Havn, sum var einasti veddarin við níggju røtt- um dystum. Ein úrtøka, sum svarar til 75%, og tað má sigast at vera sera flott. Hann er tó ikki tann einasti, sum hevur verður stinnur í gitingunum. Eftir fyrsta umfarið eru átta aðrir veddarar í hølunum á honum við átta røttum dystum, so enn er langt eftir á mál til stóra høvuðsvinningin. Fremstu veddararnir eftir fyrsta umfarið vóru annars hesir: Veddari røtt/12 Símun Midjord 9 Ólavur Ø. Hansen 8 John Petersen 8 Dánjal Joensen 8 Levi Jacobsen 8 Heri Simonsen 8 Jens Petur av Reyni 8 Róaldur Jacobsen 8 Jákup Bogi Joensen 8 Níggju var toppurin 90 minuttir telja Í EM-kappingini er nú komið til fjórðingsfinal- unar, og veddingarseðilin til hesar finst aðrastaðni á hesum síðum. Í hesum sambandi verð- ur gjørt vart við, at tað í okkara EM-kapping er úrslitið eftir 90 minuttir, sum er avgerandi fyri teknið á veddingarseðl- inum. Tað vil so við øðr- um orðum siga, at verður dystur avgjørdur við um- dysti ella brotssparks- kapping, er tað javnleik- urin, sum er galdandi á veddingarseðlinum. -jm 21 Í morgin fer føroyska flogbóltslandsliðið aftur í eldin, tá ið teir skulu taka lut í enda- umfarinum í C- bólkinum FLOGBÓLTSLANDS- LIÐIÐ Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Føroyska manslandsliðið í flogbólti megnaði við ein- um sera góðum avriki í Skotlandi stutt fyri jól at spæla seg í endaumfarið, og nú fáa føroysku menninir enn ein møguleika at prógva hvør dugur er í teimum. Nógvir útisetar á liðnum Endaumfarið í C-bólkinum verður leikt í Luxembourg, og lagt verður til brots í morgin. Hini liðini í kapp- ingini eru Skotland, Kypr- os, Andorra og vertirnir úr Luxembourg. Føroysku flogbóltsmenninir vænta harða kapping, men vónir- nar eru góðar. Landsliðsvenjararnir, Jesper Brix og Suni Han- sen, hava úttikið 12 leikarar til kappingina, og av teim- um eru ikki færri enn seks útisetar, sum royna seg í donskum og norskum flog- bólti. Av heimligu feløgun- um er ÍF best umboða við trimum leikarum, meðan føroyameistararnir úr Mjølnir ongan leikara hava á landsliðnum. FCK nýggjan spælara FC Keypmannahavn hevur keypt ein nýggjan spælara. Talan er um finska lands- liðsspælaran Janne Saarin- en, sum seinasta árið hevur spælt fyri 1860 München. Saarinen er 27 ára gamal, hann er vinstri bakkur og hevur spælt 30 dystir á finska landsliÝnum. – Vit hava fylgt honum í eina tíð, bæði í Týsklandi og á landsliðnum, og vit eru sera fegnir um, at vit hava fingið ein sáttmála viÝ hann. Hann hevur nógvar royndir frá Chamipons League og av finska landsliðnum, og tað fara vit at fáa gleði av, sigur ítróttarstjórin í FCK, Niels Christian Holmstrøm. Allan Nielsen gevst Fyrrverandi danski lands- liðsspælarin Allan Nielsen, sum hevur spælt fyri feløg sum Bayern München, Tot- tenham, FCK og Brøndby, hevur gjørt av at gevast sum spælari. Allan Nielsen fer ístaðin at leggja alla orku í venjarastarvið, sum hann hevur í Herfølge. – Tað eydnaðist okkum at styrkja liðið, og tí kann All- an Nielsen gevast at spæla. Tað er hansara egna ynski, men tað merkir ikki, at vit ikki kunnu síggja hann aftur á vøllinum, um vit koma at mangla spælarar, sigur Nick Gaardhøje, stjóri í Herfølge við bold.dk. Allan Nielsen spældi 44 landsdystir fyri Danmark og skoraði sjey mál. Buffon í øðini Bæði Danmark og Svøríki komu víðari til fjórðings- finalurnar í EM-kappingini í Portugal, eftir at londini spældu javnleik 2-2. Italia, sum í síðstu løtu megnaði at vinna á Bulgaria, kom ikki víðari, og tað komst av, at norðurlondini spældu javnleik. Undan dystinum var nógv tosað um, at júst 2-2 javnleikur fór at senda Danmark og Svøríki víðari, og italiumenn tosaðu um avtalað spæl millum brøðratjóðirnar í norði. Italski málverjin Gian- luigi Buffon var í øðini um javnleikin hjá Danmark og Svøríki, og hann helt, at danir og sviar skuldu skamma seg. – Eg helt ikki, at slíkt kundi hendi við tveimum londum, sum siga seg taka undir við Fair paly andan- um, segði Buffon. Ein av stóru spælarunum á danska liðnum, Jesper Grønkjær, segði eftir dyst- in, liðini á ongan hátt royndu at spæla javnleik. – Vit spældu fyri at vinna dystin, og at bæði liðini seinastu tveir minuttirnar vóru nøgd við javnleikin, sæst aftur á vøllinum, men lat okkum ikki gera meira burtur úr tí, segði Jesper Grønkjær. Niclas Jensen skaddur Væl spælandi vinstri bakk- urin á danska landsliðnum, Niclas Jensen, verður neyv- an við í fjórðingsfinaluni ímóti Kekkia. Hann fekk ein djúpa skeinu í skinna- beini og noyddist av vøllin- um í hálvleikinum í dyst- inum ímóti Svøríki. – Eg varð stemplaður inn á skinnabeinið, og í hálv- leikinum vísti tað seg, at sárið var opið inn á bein. Eg er seymaður við trimum pnetum, so í fyrstu syftu missi eg helst fjórðingsfin- aluna, segði Niclas Jensen við DR týskvøldið. Danir kunnu tó fegnast um, at avloysarin hjá Niclas Jensen í verjuni, Kasper Bøgelund, spældi ein sera góðan seinna hálvleik ímóti Svøríki. Steypa- finalan hjá unglingum í kvøld Finalan í steypakapp- ingini hjá unglingum verður á Tórsvølli í kvøld. Liðini, ið hittast, eru Skála og HB. Lítil ivi er um, at tað eru HB, ið eru favorittar til at vinna finaluna, tí liðið er greitt á odda í landskappingini hjá unglingunum. Havnar- liðið hevur vunnið allar dystirnar uttan tann eina, tá ið tað eydnaðist NSÍ at vinna 2-1. Tvær ferðir í ár hava Skála og HB hitst í landskapp- ingini, og báðar ferðir hevur HB verið við yv- irlutan. Í Havn vann heimaliðið ein greiðan sigur, og á Skála vann HB 6-2, men her var munurin ikki so stórur, sum tølini annars kundu bent á. Bæði liðini hava fleiri leikarar, ið til dagligt eisini eru í 1. liðshópin- um hjá sínum feløgum, so tað skuldi boða frá góðum. Dysturin í kvøld byrjar klokkan 19.00, og dóm- ari verður Dagfinn Ol- sen úr NSÍ. Linjuverjar- ar verða Dan Højgaard og Jákup Martin Kjeld, báðir úr NSÍ, og fjórði dómari verður Rúni Gaardbo úr B68. tn Flogbóltsmenninir aftur í eldin Føroyska liðið, ið tekur lut í kappingini í Luxembourg: Aftast frá vinstru: Heini Weihe, Johan Nielsen, Ragnar í Haraldsstovu Petersen, Steinar H. Eirikstoft, Rúni Weihe og Bartal Eliassen Framman frá vinstru: Suni Hansen, venjari, Jan Áki Olsen, Jens Heri Mortensen, Jóan Petur á Stongunum, Odd Eliasen, Andrass Jógvansson, Bárður B. Mikkelsen og Jesper Brix, venjari Nr. 118 • hósdagur • 24. juni 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo C M Y K 20