Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-06-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juni 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 118 - 24. juni 2004 Nr. 118 - 24. juni 2004 19 Renault Fluence Á eini bilaframsýning í Onglandi sýndu Renault fram ein nýggjan sportbil, sum enn er ein prototypa. Talan er um Renault Fluence við fýra siti- plássum. Motorurin er ein 3,5 litur V6 við 280 hk og koyrir frá 0-100 km/t upp á 6,5 sek Kelda: Motor Magasinet BMW Mini Í Onglandi eru meira enn 100.000 BMW Mini longu seldir. Roknað var við at selja 25.000 um árið í Ong- landi, men sølan hevur ligið um 40.000 bilar, síðan bilurin kom á marknaðin Kelda: Motor Magasinet Renault sýna nú fyrstu myndirnar av nýggja bíliga rumenska bil- inum, Dacia Logan. Verksmiðjan í Pitesti skal framleiða 700.000 bilar árliga, og áðrenn 2010 skulu eftir ætlan verða seldir 4 milliónir bilar. Kelda: Motor Magasinet Mondus, sum kemur á marknaðin síðst í hesum árinum, verð- ur tann fyrsti MPV í miniklassanum frá Renault. Bilurin er faktiskt ein Renault Scénic í eini minni útgávu. Í mun til støddina ein rúmligur og praktiskur bilur BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Renault Mondus er tann fyrsti franski bilurin, sum verður gjørdur í samstarv- inum millum Nissan og Renault, Nissan Micra var tann fyrsti. Mondus verður ein bilur í sama klassa sum t.d. Toyota Yaris, Fiat Idea og Opel Meriva. Bilurin er rúmligur og praktiskt innrættaður. At aksilfrástøðan er stór í mun til støddina á bilinum, gev- ur gott beinpláss í kabinuni. Eisini er høgt til loftið og útsýnið hjá bilføraranum gott. Baksetrið kann flytast 17 cm aftur og fram, so- leiðis at til ber at velja, um ein vil hava gott pláss við baksetrið ella stórt viðføris- rúm, sum kann broytast frá 200 til 275 litrar, alt eftir hvussu baksetrið er stillað. Í baklúkuni er ein onnur minni lúka, sum kann latast upp á sama hátt sum á gamla Morris/Austin Mini. Mondus fæst við trimum bensinmotorum við ávika- vist 75, 95 og 110 hk. Dieselmotorarnir eru tveir við ávikavist 65 og 80 hk. Bilurin verður 379 cm langur, 170 cm breiður og 159 cm høgur. Renault vænta, at Mondus verður ein av mest seldu bilum í Evropa. Verk- smiðjan í Spania kann framleiða 300.000 bilar árliga. Bilurin kemur væntandi á føroyska og danska markn- aðin í oktober. Prísin vita við einki um. Kelda: FDM Motor Tríggjar Kia Carnival eftir trimum árum Pól Jensen, sum koyr- ir hýruvogn hjá P/F Auto í Havn, hevur nú keypt sín triðja Kia Carnival síðan 2001. Hann sigur, at tað eru nógvir fyri- munir við einum slíkum bili, sum er stórur, rúmligur og sera arbeiðsligur BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Pól Jensen koyrir nógv og dámar væl stórar bilar. Seinasti Kia Carnical, sum hann júst nú hevur skift út, hevði koyrt 195.000 km upp á tvey ár og tríggjar mánaðir. Pól sigur, at Kia Carnival er væl egnaður sum hýru- vognur. Hann er ein 7-per- sónabilur, sum er góð- kendur til 6 ferðandi. Dargihurðar eru á báðum síðunum, og lætt er at koma inn og út hjá teimum ferðandi. Bilurin kostar 325.800 krónur. Motorurin er ein 2,9 litur turbodiesel við 144 hk. Bil- urin er toppmodellið, EX, við t.d. tokulyktum, krom- hurðahandtøkum, automat girum, el-stilling av førara- setrinum, aircondition, regnsensor, leður ratt og girknøtt, borð millum setr- ini framman og flúgvara- borð við setrini á mittastu rekkju. El-síðuspeglini kunnu leggjast inn móti bilinum við el-megi. Kia Carnival kom fyrstu ferð á marknaðin í 1999, og í Danmark er hann mest seldi stóri MPV, ið er skrá- settur sum privatbilur. Pól Jensen, P/F Auto: Fyrsti mini-MPV frá Renault Renault Mondus: Renault Mondus kemur væntandi á føroyska og danska marknaðin í oktober. Sum eykaútgerð kemur bilurin at fáast við xenon-forlyktum, sum snara við tá bilførarin snarar rattinum Innan líkist Mondus nógv tí størra Renault Scénic við instrumentunum í miðjuni á instrumentborðinum Dacia Logan Derek Brockie frá D.B. Bilum handar her blómur til Pól Jensen, í sambandi við at hann keypti sín triðja Kia Carnival hýruvogn síðan 2001. Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 19 18