Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2014síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. november 2014 · Nr. 126 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Nú verður skjótt farið undir at byggja skúlan á Oyrarbakka út so at hann verður ein super skúli hjá øllum børnunum í Kommununi Nýggjur superskúli klárur um eitt gott ár Áki Bertholdsen Nú verður skjótt farið undir at byggja nýggjan super­ skúla við Oyrarbakka. Kommunustýrið í Sunda Kommunu hevur avgjørt at leggja allar skúlarnar í kommun­uni saman og at savna øll skúlabørnini í skúl­ anum á Oyrarbakka. Men í tí sambandi er neyð­ugt at byggja skúlan mun­andi út, tí kommunu­ stýrið hevur eisini sett sær fyri, tá ið øll børnini verða savnað á Oyrarbakka skulu tey hava so góðar umstøður, sum hugsast kunnu. Heðin Zachariasen, borgar­stjóri í Sunda Komm­ unu sigur, at ætlanin er allur skúlaskapurin í kommun­ uni skal vera savnaður á Oyrarbakka um hálvtannað ár, ella tá ið børnini fara í skúla aftur eftir summar­ frítíðina í 2016. Tað merkir, at tað er neyð­ ugt at fara undir skúla­bygg­ ingina næsta ár, men einki er sett av á fíggjarætlanini fyri næsta ár til endamálið. Men í kommunustýrinum eru tey samd um at taka ta íløguna fyri seg og at fíggja hana við láni, tá ið tað kemur hartil. Annars sigur borgar­ stjórin, at tey framvegis bíðað eftir at Mentamálaráðið skal góðkenna nýggja skúla­bygn­ aðin. Tey eru í samskifti við ráðið og borgarstjórin kann ikki hugsa sær til, at tað verð­ ur nøkur forðing. – Mentamálaráðið hevur fleiri ferðir tosað um at leggja skúlar saman, so tá ið ein kommuna so av sínum ein­tingum biðjur um loyvi at leggja skúlarnar saman, kann eg ikki hugsa mær annað enn at Mentamálaráðið góðtekur tað, sigur Heðin Zachariasen. Í Sunda Kommunu hava verið seks skúlar verið. Skúlarnir í Tjørnuvík og við Gjógv er longu niður­ lagdir eftir ynski frá fólk­ inum sjálvum. Í dag er undirvísing so­ statt er í Hósvík, í Hvalvík, Haldórs­vík, umframt í felags­ skúlanum á Oyrarbakka. Men nú er ætlanin at savna allan fólkaskúlan í komm­ununi í ein felags skúla­depil á Oyrarbakka, har verandi skúli skal byggjast mun­andi út. – Annars samtykti undan­ farna kommunustýri at geva foreldrum frítt skúlaval í kommununi og eitt úrslit av tí er, at fleiri børn í Hós­ vík og í øðrum bygdum, ganga í øðrum skúlum enn í heimbygdini, sigur borgar­ stjórin. Framtíðar­ tryggja skúlan Hann hevur áður sagt fyri www.in.fo, at í nýggja skúl­anum, ætlanin er at byggja á Oyrarbakka, skulu um­ støð­urnar hjá lærarum og næmingum verða so góðar sum gjørligt. Eitt nú er ætlanin at innan­dura skulu um­støð­ ur­nar hjá næmingum verða ljósar og góðar og næm­ing­arnir skulu eisini hava eina serstaka matstovu á skúl­anum. – Endamálið við nýggja skúlabygnaðinum er at lyfta skúlan inn í framtíðina og at kunna býta skúlan flokk­ arnar sundur eftir aldri, so at vit sleppa undan, at sami lærari undirvísirvísir fleiri aldurs­tigum í fleiri læru­grein­um – í sama tíma og somu skúlastovu. Borgarstjórin leggur afturat, at í sambandi við saman­leggingina, verður stórur dentur lagdur á at skipa fyri góðum skúla­ barna­flutningi, so at børnini sleppa til og frá, tá ið tey skulu. Í Sunda kommunu eru sløk 200 skúlabørn. aki@sosialurin.fo SKÚLABYGGING Skúlasavn Skúlin við Gjógv verður nú savn, har tað ber til at síggja, hvussu ein skúli sá út í fyrritíðini – Sunda kommuna er væl fyri fíggjarliga og fer undir stórar útbyggingar næstu árini, sigur Heðin Zachariassen, borgarstjóri