týsdagur 4. november 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. november 2014 · Nr. 126
SKÚLABYGGING
Nú er Sunda kommuna farin upp um 50
milliónir í inntøku og skuldin er ikki stór
Góðar umstøður
Um hálvtannað ár sleppa børnini í Sunda Kommunu í
skúla í nýggjum skúla við øllum hentleikum og hann
verður her á Oyrarbakka saman við felagsskúlanum
Vit eru væl fyri at
bjóða framtíðini av
Skúlin við Gjógv
aftur til røturnar
Áki Bertholdsen
– Vit eru væl fyri!
Tað
staðfestir
Heðin
Zachariasen,
borgarstjóri
í
Sunda
Kommunu,
nú
kommunustýrið er í ferð við
at leggja fíggjarætlanina fyri
næsta ár.
Fíggjarætlanin er upp á
78,9 milliónir krónur og tað
er nakað væl meiri enn í ár.
Men høvuðsorsøkin til
tað, er, at kommunan skal
yvirtaka eldraøkið næsta ár
og í tí sambandi fær komm
unan einar 13 milliónir til at
umsita tað økið fyri.
Annars kemur komm
unan í ár fyri fyrstu ferð upp
um 50 milliónir í inntøku av
vanligum skatti og skatturin
frá
partafeløgum
er
3,5
milliónir.
– Vit hava hildið okkum
til somu inntøku næsta ár og
vit hava sostatt ikki hækka
inntøkurnar, sigur borgar
stjórin.
Harafturat verður skatta
prosentið næsta ár tað sama
sum í ár, 21,5 prosent og
barnafrádrátturin
verður
5.000 krónur fyri hvørt barn
ið og tað er eisini tað sama
sum í ár.
8,2 milliónir í íløgum
Í Sunda Kommunu fara tey
at gera íløgur fyri góðar 8,2
milliónir næsta ár.
Størstu íløgurnar verða,
at 1,7 milliónir skulu brúkast
til kloakkskipanina í komm
ununi og 1,5 milliónir skulu
brúkast til gonguteigar.
Somuleið
skulu
vegir
asfalterast fyri eina millión
og ætlaniner eisini at útvega
kommununi ein nýggjan bil
at salta vegirnar við um vet
urin.
Men tann størsta íløgan
hjá Sunda kommunu er, at
fótbóltsvøllurin við Margáir
skal hava nýtt graslíki og tað
kostar 2,5 milliónir.
Men
harafturat
ætlar
kommunan at seta eina hálva
millión av upp á at brúka
gamla graslíki á vøllinum við
Margáir til onnur endamál í
kommununi.
Í hesum sambandi er
ætlanin at leggja gamla
graslíki á spæliplássini á
Langasandi, í Tjørnuvík og á
Oyri, umframt á skúlalaðið í
Hvalvík.
Annars
skulu
350.000
krónur brúkar til kamping
pláss við nýggju náttúru
lundini, ætlanin er at gera
við Streymin og 100.000
krónur til kampingpláss í
Haldórsvík.
Peningur er eisini settur
av til minnisvarða í Haldórs
vík, Kirkjugarðin í Tjørnuvík,
parkeringspláss í Saksun,
brúnna við Gjógv og skelting
fyri at nevna nakrar av íløg
unum.
Annars er ætlanin at
Sunda Kommuna skal rinda
6,1 milliónir krónur í avdrátt
um næsta ár.
Væl fyri
Samstundis
staðfestir
borgarstjórin,
at
Sunda
kommuna er væl fyri fíggjar
liga.
Í løtuni er skuldin hjá
kommununi
einar
24
milliónir, men samstundis
eigur kommunan 10 milliónir
á bók.
Men eftir er, at tann
størsta íløgan av øllum hjá
kommununi
er
ikki
við
fíggjarætlanini, og tað er
íløgan, tað kostar at byggja
nýggja skúlan, sum skal
byggjast
á
Oyrarbakka
nú ætlanin er at leggja
skúlarnar
í
kommununi
saman.
Hinvegin sigur borgar
stjórin, at í kommunustýr
inum er semja um at taka lán
til endamálið og væntandi
verður tørvur á einum 25
milliónum krónum í láni til
skúlan.
– Hetta er eitt lán í fram
tíðina hjá kommununi og
tað hevur ómetaliga stóran
týdning at framtíðartryggja
skúlan. Men hóast vit taka
lánið, verða vit framvegis
langt undir einari álíkning
í skuld, sum er tað mesta,
ein
kommuna
hevur
loyvi at læna, sigur Heðin
Zachariasen.
Støðugt fólkatal
Í Sunda Kommunu hevur
fólkatalið
annars
verið
rættiliga støðugt seinastu
árini.
Tað búgva eini 1.650 fólk í
kommununi.
Men síðani kommunurnar
vórðu samanlagdar í Sunda
Kommunu í 2005, er fólka
talið vaksið 150 fólk, sigur
borgarstjórin.
Annars vórðu 11 grund
stykki seld í kommununi í
fjør, so fólk eru í ferð við at
byggja.
Í áru eru færri grund
stykki seld, men kommunan
hevur
stykki
tøk,
sigur
borgarstjórin.
Áki Bertholdsen
Ætlanin er at vísa fólki,
hvussu ein skúli í Føroyum
sá út fyrr í tíðini.
Nú er ætlanin at gera
gamla bygdarskúlan við
Gjógv til eitt fornminnis
savn.
Tað sigur Heðin Zacha
riasen,
borgarstjóri
í
Sunda Kommunu.
Býráðið arbeiðir við at
umskipa skúlabygnaðin í
kommununi og at savna
øll
skúlabørnini
í
ein
skúladepil á Oyrarbakka
Og
tí
sambandi
skal
støða
takast
til,
hvat
teir
smærru
skúlabygningarnir skulu
brúakst til.
Borgarstjórin sigur, at
nakrir tankar hava verið
frammi, men at tað enn er
ov tíðliga at siga nakað
um tað.
Men
hann
leggur
afturat, at ætlanin er
eisini at fáa hugskot frá
fólki um, hvat skúlarnir
í
Hósvík,
Hvalvík,
Tjørnuvík,
við
Gjógv
og í Haldórsvík skulu
brúkast til.
Men summir av skúl
unum eru rættiliga gamlir,
eitt nú skúlarnir við Gjógv
og í Haldórsvík, sum eru
bygdir í gamlan stíl og
ætlanin er at varðveita
byggistílin.
Og ein avgerð, sum er
tikin, er at gamli bygdar
skúlin við Gjógv skal gerast
til eitt fornminnissavn.
Eins og skúlin í Haldórs
vík, er skúlin við Gjógv
bygdur í gomlum stíli og
ætlanin er at innrætta
hann soleiðis sum eina
skúli var innrættaður fyrr.
Endamálið er sostatt
at hava skúlan við Gjógv
sum eitt savn, har tað
ber
til
at
vísa
fólki,
bæði
føroyingum
og
útlendinum, hvussu ein
vanligur skúli í Føroyum
sá út fyrr í tíðini.
aki@sosialurin.fo