Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-04, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. november 2014 · Nr. 126 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 heilsa Hvat kanst tú gera fyri at fyribyrgja krabbasjúku? Royking er orsøkin til 25-30% av krabbameinstilburðunum í framkomnum londum, og í somu londum er yvirvekt – næst eftir royking – størsta hóttanin fyri at gerast sjúkur av eitt nú krabbameini Vilmund Jacobsen Fýra av tíggju krabba­meins­ til­burðum kunnu fyri­ byrgjast. Við at fylgja nøkrum ítøki­ligum ráðum, kunnu bæði tú sjálv/-ur og sam­fel­ agið gera nakað fyri at minka um vandan fyri krabbameini. Tað eru fleiri sløg av krabba­meini, sum kunnu koma – uttan at orsøkin er kend, og tað er sjáldan ein ein­týð­ugur samanhangur mill­um váðafaktorar og títt­ leikan av krabbameini. Ofta er tað eitt óheppið samanspæl millum ymiskar faktorar sum elvir til, at fólk fáa krabbamein. Kort­ini kunnu nógvir krabba­meins­ til­burðir umgangast, um evro­peisku krabbameins­ ráðini verða fylgd. K r a b b a m e i n s r á ð i n i byggja á væl gjøgnumførdar og um­fatandi kanningar og geva eina greiða mynd av, hvar vit sum menniskju og sam­felag kunnu seta inn. Hvat kanst tú gera? Tað eru fleiri ting, tú kanst gera sjálv/-ur til tess at royna at fyribyrgja krabbameini. Royking er orsøkin til 25-30% av krabbameins­til­ burð­unum í framkomnum lond­um. Flestu tilburðir av lunga­krabba stava frá royk­ing, og royking er eisini orsøkin til aðrar krabba­ sjúkur. Í framkomnum londum er yvirvekt – næst eftir royking – størsta hóttanin fyri at gerast sjúkur av eitt nú krabbameini. Tí er tað týdn­ingar­mikið at um­gang­ ast fiti. Fleiri og fleiri kanningar vísa, at likamligar rørslur kunnu fyribyrgja krabba­ meini. Hetta er eitt nú gald­ andi fyri krabbamein í tjúk­ tarm­inum, men tekin eru eisini um, at rørsla minkar um vandan fyri krabbameini í bróstum, lívmóður og prostata. Øll vaksin fólk eiga at eta í minsta lagi 600 gram av frukt og grønmeti um dagin, og tað er eisini gott at eta fullkornvørur. Í minsta lagi helmingurin av teimum korn­vørum, tú etur, eiga at vera fullkorn. Drekking og sól Vilt tú fyribyrgja krabba­ meini, eigur tú sum maður ikki at drekka meira enn tveir snapsir um dagin – og sum kvinna eigur tú ikki at drekka meira enn ein snaps um dagin. Ultraviolettu sól­strál­ urnar kunnu elva ti krabba­ mein í húðini. Besti hátturin at verja seg, er at minka um tíð­ina, tú ert í sólini, brúka sólhatt og sólkrem - og um­ ganst sólmiðstøðir. Nøkur krabbameins­elv­ andi evni finnast í okkara um­hvørvi, og onnur evni kunnu vera knýtt at ávísum ar­beiði. Møguleikar at yvirliva Møguleikarnir at yvirliva eina krabbasjúku gerast størri, um funnið verður fram til sjúkuna í góðari tíð, og við­gerðin verður ofta hóv­ ligari, enn um sjúk­ling­urin er vorðin ov fongdur, áðrenn við­gerðin byrjar. Tí er tað eitt gott hugskot at luttaka í »screening«. Ein koppseting móti lív­ móðirhálskrabba er ment, og koppsetingin verjir móti HPV, ið er virusið, sum er orsøkin til sjúkuna. Kopp­ set­ing er eitt tiboð til ungar gentur. vilmund@sosialurin.fo Kelda: Kræftens Bekæmpelse Nógvir krabbameinstilburðir kunnu umgangast, um evropeisku krabbameinsráðini verða fylgd Fýra av tíggju krabbameinstilburðum kunnu fyribyrgjast Einki at bíða við Sjúkueyðkenni nýtast ikki at vera tekin um krabbamein. Næstan øll eyðkenni, sum kunnu vera krabbamein, kunnu líka so væl vera okkurt annað. Men, hevur tú illgruna um, at tú kanska hevur krabbasjúku, er týdningarmikið at seta teg í samband við lækna, soleiðis at neyðugar kanningar kunnu gerast. Tað kann hava stóran týdning fyri viðgerðina at funnið verður fram til møguliga krabbasjúku í góðari tíð. Fleiri og fleiri kanningar vísa, at likamligar rørslur kunnu fyribyrgja krabbameini