týsdagur 4. november 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
av, til einans at miðsavna meg
um sniðgevingina. Restina
av árinum má eg eisini vera
stjóri í fyritøkuni, so eg fáist
minni við sniðgeving nú, enn
eg havi fyrr. Tað krevur, at eg
finni eina balansu, millum at
vera stjóri og sniðgevi. Tað
broytist eitt sindur, hvussu
stóran dent eg leggi á tað
ymiska gjøgnum árið, men
fyribils gongur tað gott, sigur
Beinta Poulsen.
– Íblásturin finni eg á
ferðum runt um í heiminum
og heima í Føroyum, so sum
í føroysku náttúruni ella í
bindimynstrum.
Fyri eini tveimum árum
síðani flutti Beinta Poulsen
fyritøkuna til Føroya og opn
aði ein handil í Havnini.
– Handilin gongur væl,
men tað er ein avbjóðing at
koyra fyritøkuna úr Føroy
um, sigur Beinta Poulsen.
Serliga er tað avbjóðandi, tá
klæðini skulu gerast.
– Eg fái eini tríggjar roynd
ir av hvørjum plaggi eg geri,
so tað er nógvur flutningur,
men tollur og frakt seinka
arbeiði nokk so nógv, sigur
Beinta. Harumframt hevði
verið munandi lætttari at
tikið lut á sølustevnum, ráð
stevnum og øðrum størri
og
smærri
fundum,
um
man hevði høvuðssæti á
meginlandinum. Fyrimunur
in í Føroyum er so, at ein fær
stuðul úr ymiskum grunnum,
so sum Vinnuframa, ið var
avgerandi fyri okkara luttøku
í París fríggjadagin, sigur
Beinta
Poulsen,
kvinnan
handan Soul Made.
meldurin
31 oktober var føroyska klædnamerkið Soul
Made víst fram á forvitnisligari framsýning
í París, nevniliga á Eiffel-torninum. Tað er
modellstovueigarin Jessica Minh Anh, sum
stendur aftanfyri tiltakið, sum fyrr hevur
verið á Tower Bridge í London, One World
Trade Center í New York og í Grand Canyon í
Arizona fyri at nevna nøkur.
Soul Made Faroe Islands varð í august
mánaði bjóðað at luttaka í stórsligna
mótashowinum J Autumn Fashion Show
2014, sum J Model Management skipaði fyri
í Eiffel torninum í París.
Tá hetta er eitt kostnaðarmikið tiltak,
varð beinanvegin avgjørt at seta okkum
í samband við Vinnuframa. Hetta fyri at
hoyra, um tey vóru áhugað í at stuðla
okkum fíggjarliga. Eftir stutta tíð fingu vit
játtandi svar frá Vinnuframa, og tískíl kundu
vit, Soul Made Faroe Islands, verða partur
av hesum stórsligna mótashowið í París, og
hetta eru vit sera takksamar fyri. Stuðulin
frá Vinnuframa, kemur sera væl við, tí at
marknaðarføring uttanlanda er ein tungur
økonomiskur postur.
Vit eru sera takksamar fyri at vit fingu
høvið at luttaka, hetta hevur avgjørt verið
við til at lata hurðar upp fyri Soul Made
Faroe Islands. Verðinspressan var við og vit
fingu eisini møguleikan at práta við eitt nú,
italienska Elle og Fashion One. Umframt
nógv góð sambond við tey røttu fólkini
innan mótaheimin.
At enda vilja vit enn einaferð takkað
Vinnuframa fyri at tey gera tað møguligt hjá
føroyskum íverksetarum at ferðast útum
landoddarnar at menna fyritøku teirra og
samstundis fáa nýggjar kundar og harvið
vaksa um fyritøkuna.
Vit gleða okkum til framtíðina.
Við stuðli frá Vinnuframa
gjørdist dreymurin til veruleika