týsdagur 4. november 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Danjal av Rana
Beinta Poulsen er kvinnan
handan Soul Made. Hon er 37
ára gomul, uppvoksin í Havn,
og útbúgvin sum sniðgevi frá
Columbineskúlan í Keyp
mannahavn.
Beinta Poulsen sigur, at
tað var mest sum av tilvild,
at hon endaði sum sniðgevi.
– Eg fór niður at lesa, utt
an heilt at hava avgjørt, hvat
eg skuldi lesa. Eg hugsaði
fyrst og fremst um okkurt
innan samfelagsfrøði ella
søgu.
Áðrenn
lestrarárið
byrjaði, fór eg á eitt skeið
í klædnatilgerð, at skapa
klæði og gera klædnamynst
ur. Eg bleiv fullkomiliga bitin
av tí, og gjørdi tí av at søkja
inn á Columbineskúlan fyri
sniðgeving í Keypmanna
havn.
Tað kom tó ikki heilt
óvart á hana, at hon endaði
í einum skapandi yrki.
– Eg havi altíð havt skap
andi evni og bant og seym
aði nógv, meðan eg var ung.
Longu tá eg var heilt lítil
gjørdi eg míni egnu dukku
klæði til dukkarnar hjá mær.
Beinta Poulsen sigur, at
hon byrjaði Soul made bein
anvegin eftir loknan lestur.
– Eg var so spent eftir
at koma í gongd og vildi so
gjarna skapa nakað sjálv. Eg
leyp í tað, uttan kanska at
hugsa so nógv um, hvat eg
veruliga gjørdi. Eg visti heilt
víst ikki, hvat bíðaði mær, og
hevði ongan varhuga av, at
tað lá so nógv annað arbeiði
í tí, at byrja eitt sjálvstøðugt
virki.
Tá vóru betri tíðir fíggjar
liga, greiðir Beinta Poulsen
frá, so tað var ikki torført at
fáa fígging frá peningastovn
unum.
Soul Made opnaði sín
fyrsta handil á Vesterbro í
2004, men byrjaði við heil
sølu í 2005.
– At byrja við seymaði
eg klæðini sjálv og seldi tað,
eg seymaði, í handlinum í
Keypmannahavn. Eg luttók
tó á ymiskum sølustevnum,
og skjótt var so stórur
áhugi fyri klæðunum, at eg
mátti finna eina aðra loysn.
Bíleggingarnar úr útlandin
um gjørdust so nógvar, at
eg hevði ikki møguleika at
nøkta tørvin, um eg skuldi
seyma sjálv, so at enda gjørdi
eg eina avtalu um, at onnur
framleiddu klæðini fyri meg,
fortelur Beinta Poulsen.
Í mótaheiminum ræður
nógv um, at fáa uppmerk
semi um síni klæði. Beinta
Poulsen hevur tí gjørt nógv
burtur úr at luttaka á sølu
stevnum, fyrstu tíðina í
Danmark, men í størri mun
uttanlands eisini.
– Eg havi havt nógvar
framsýningar í Keypmanna
havn, men havi eisini verið í
Tokyo, Berlin, Amsterdam og
London.
Umframt
sølustevnur,
har
tíggjutals
sniðgevar
kappast um uppmerksemi
hjá hundraðtals keyparum,
hevur Soul Made eisini verið
bjóðað til sokallaði show
rooms ella sýningarstovur.
– Her eru færri sniðgevar,
ið sýna fram, huglagið er
róligari, og ein fær ein fær
eitt nógv betri samband við
keypararnar. Mær dámar
betri at vera í sýningarstov
um enn til sølustevnur, og
at Soul Made so hevur verið
á sýningarstovu í sjálvasta
Milan, ger tað bara enn betri,
sigur Beinta Poulsen.
Í Eiffeltornið
Milan er ein av mótahøv
uðsstøðunum í heiminum,
og at taka lut á eini sýning
arstovu í Milan gevur nógv
uppmerksemi. Tó lítið í mun
til tað uppmerksemi, sum
framsýningin farna fríggja
dag gevur.
Fríggjadagin luttók Soul
Made á J heystmótafram
sýningini á Eiffeltorninum
í París. Tað er modellin og
modellstovueigarin Jessica
Minh Anh, ið skipar fyri til
takinum, sum fyrr hevur ver
ið á Tower Bridge í London,
One World Trade Center í
New York og í Grand Canyon
í Arizona.
Hvussu ber tað til, at Soul
Made sleppur við til eina tí
líka
stórhending?
Beinta
Poulsen sigur, at Jessica
Minh Anh og hennara toymi
leggja stóran dent á at hava
klæði úr øllum heiminum við
til hesar framsýningarnar.
– Á onkran hátt hevði
toymið so funnið Soul Made
og valt okkum út at sýna
klæðini hjá okkum fram.
Beinta Poulsen greiðir frá,
at tað hevur verið strævið
upp undir framsýningina,
men at hon hevur verið sera
glað fyri møguleikan.
– Hetta kann fáa ómeta
liga stóran týdning fyri Soul
Made. Sum nevnt áður, so
ræður nógv í hesi vinnuni
um at fáa uppmerksemi og
viðurkenning. Tá fólk so
síggja, at onkur annar hevur
álit á tær, at onkur annar
satsar upp á teg, so tora tey
betur sjálvi. Hetta fer heilt
víst at økja um søluna og um
umdømi hjá Soul Made, sigur
Beinta Poulsen, sum vónar,
at tað nú verður lættari at
sleppa inn í sýningarstovur.
– Onkrir keyparar hava
sett seg í samband við
okkum longu, og eg havi sæð,
at vit eru nevnd í fleiri tíð
indaskrivum í útlendskum
miðlum, men enn er eingin
konkret avtala gjørd við
nakran. Fyrsti fyrispurning
arnir komu longu áðrenn
framsýningina, og vit vóna,
at hetta eru teir fyrstu av
mongum, sigur Beinta Poul
sen.
Eitt føroyskt merki
Klæðini
hjá
Soul
Made
eru sonevnd pret-a-porter
klæði, tað vil siga, at hetta
eru klæði, ið eru klár at fara
í, meiri gerandisklæði enn
veitsluklæði.
– Stílurin er klassiskur og
femininur, men kortini við
einum ráum dámi. Mær dám
ar væl at nýta spennandi og
annarleiðis detaljur, sigur
Beinta Poulsen. Klæðini hjá
Soul Made er eisini vorðin
kend fyri sín góða passform
og góðu dygd.
– Eg geri nógv burtur úr
at marknaðarføra Soul Made
sum eitt føroyskt merki, sig
ur Beinta Poulsen, og tað
riggar væl. Fólk gerast for
vitin og spent at sígga, hvat
vit hava at bjóða. Tað norð
urlendska er væl umtókt, og
Føroyar eru sera forvitnislig
ar í so máta, sigur hon.
– Hóast tað ikki er ein
stórur
partur
av
okk
ara úrvali, so fáa vit nógv
uppmerksemi fyri okkara
bundnu klæði. Tað passar
eisini væl til samleikan hjá
Soul Made, sum eitt føroyskt
merki. Hetta legði eg eisini
dent á í framsýningini á Eiff
el-torninum. Eg ynskti at alt
skuldi vera føroyskt, og valdi
tí eisini at nýta føroyska tón
leik, sum eg fekk Helga, ella
Dan Helga í Gong, at gera fyri
meg. Tað riggaði sera væl og
eg haldi, at tónleikurin pass
aði sera væl til klæðini, sum
vóru víst fram.
Soul Made ger klæði til
tvær sesongir um árið, men
til hvørja sesong eru trý ein
støk úrval. Til hvørt tílíkt úr
val skal Beinta gera eini 30 til
40 ymisk pløgg.
– Eg fái íblástur alt árið,
men upp móti evstu mark
unum, áðrenn úrvalið skal
út til keypararnar, er sera
nógv at gera. Tá seti eg tíð
Beinta Poulsen vónar, at luttøkan í framsýniningini í Eiffeltorninum fer
at økja um umdømi hjá Soul Made í mótaheiminum.
soul made
in paris
meldurin