Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-04, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. november 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. november 2014 · Nr. 126 30 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur Hörður latin týskum felag Pætur Albinus Tað vísti seg skjótt, at EHV Aue, sum manglaði ein striku­spælara, var ógvuliga áhugað í at fáa fatur á Hörði, og hava EHV Aue og Kyndil síðani samskift um eitt møguligt skifti. Nú er skiftið komið undir land, so 32 ára gamli Hörður Fannar Sigþórsson spælir ikki longur við Kyndli, men við EHV Aue í 2. Bundesliga. – Hörður fekk ein fyri­ spurn­ing um at koma til Týsk­lands at spæla í næst­ bestu deildini, og hann tók av, tí tílíkar møguleikar fáa spælarar sera sjáldan. Hvussu leingi hann verður har, vita vit ikki, men gongur væl hjá honum, verður hann kanska alt kappingarárið. Ið hvussu er verður hann til jólar. Vit lótu hann fara, tí hann hevði eitt brennandi ynski um at sleppa avstað, sigur for­maðurin í Kyndli, Uni Arge, og heldur fram: – Tað ávirkaði kyndilslið­ ið í nøkrum dystum, at Hörður fór, tí tað var óvænt­að, at hann fekk hendan møguleikan við kapp­ingarbyrjan, og hann var jú ein øgiligur styrkur hjá okkum, men vit hava framvegis eitt gott lið og ætla okkum í finalur hetta kappingarárið. Vit vunnu steypakappingina farna kappingarár og vilja vinna okkurt steyp aftur í ár, sigur hann. Hann váttar harvið, at EHV Aue ikki hevur keypt Hörð leysan. Kappingarárið í Týsklandi er skjótt hálv­ runnið og EHV Aue er mitt á stigatalvuni, á tíggjunda plássi. Nú Hörður Fannar Sigþórsson ikki hevur spælt við Kyndli í fleiri dystir, hevur tað verið blaðungi Rune Olsen, ið hevur røkt plássið á strikuni. albinus@sosialurin.fo Tað var fyrst í oktobur-mánaði, at íslendski strikuspælarin hjá Kyndli, Hörður Fannar Sigþórsson, fór til Týsklands at royndarvenja við EHV Aue, sum spælir í næstbestu deildini Norðurlendskir fótbóltsgestir Fáa tað sama burturúr Hilmar Jan Hansen Hesa vikuna er føroyska fótbóltssambandið vertur fyri norðurlendskari Grass­roots-ráðstevnu, sum byrj­aði mánadagin og end­ ar í dag. Gestirnir á ráðstevnuni, sum er í Havn, koma úr Finnland, Danmark, Norra, Svøríki og Íslandi, um­ framt at føroyingar eisini eru við, og tilsamans er talan um 25 fólk. Hetta er ein ráðstevna, ið verður hildin annaðhvørt ár, og norður­lond skiftast um at hýsa henni. Høvuðsevnið hesa­ferð er nýggja UEFA Grass­ roots-skjalið, ið leggur dent á ymisk viðurskifti, so sum at fáa fleiri at spæla fót­ bólt, og at fáa tey, ið eru byrjað, at halda fram við at spæla fótbólt. Eisini leggur skjalið upp til útbúgving av bæði venj­arum og spælarum, umframt at tiltøk skulu vera fyri tey, sum ikki eru við í skipaðum fótbólti. Til umrøðu eru eisini skipanir í sambandi við skráseting av spælarum, venjarum og øðrum. Føroyska íkastið til ráð­stevn­una hesaferð fevnir millum annað um, at kunn­að verður bæði um eitt lítið og eitt stórt felag í føroyskum fótbólti, og er í hesum føri talan um ávikavist B71 og B36, skrivar heimasíðan hjá Fót­bólts­sambandinum. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Toppskjúttarnir í føroyskum mansfótbólti síðstu fimm árini hava allir skotið 0,81 mál fyri hvønn dyst, teir hava spælt. Toppskjútti í føroysku landskappingini bleiv aftur í ár Klæmint Olsen úr NSÍ, ið somuleiðis vann í fjør. Í ár skjeyt hann 22 mál í 27 dyst­um og í fjør 21 mál í 26 dystum, men bæði árini var úr­tøkan hjá honum 0,81 mál fyri hvønn spældan dyst. Tað er nú einki nýtt, tí hetta hevur gjørt seg gald­ andi fimm tey síðstu árini, at júst hetta hevur verið úr­ tøkan hjá topp­skjútt­unum. Í 2012 skutu Clayton Soares úr ÍF og Páll Klettskarð úr KÍ 22 mál í 27 dystum, í 2011 skjeyt Finnur Justinussen 21 mál í 26 dyst­ um, og í 2010 skjeyt Arnbjørn T. Hansen 22 mál í 27 dystum. Hetta gevur hjá øllum 0,81 mák fyri hvønn spældan dyst. Síðst, tað eydnaðist ein­ um spælara at koma upp á eitt mál í hvørjum spældum dysti, var í 2002, tá Andrew av Fløtum bleiv toppskjútti við 18 málum í 18 dystum. Bestu toppskjúttar í før­oyskum fótbólti síðani 1980 eru Uni Arge úr HB, sum í 1997 skoraði 24 mál í 15 dystum, ið gevur 1,6 mál í hvørjum dystum, og Súni Fríði Barbá úr B68, sum í 1995 skjeyt 24 mál í 17 dystum ella 1,41 mál í hvørjum spældum dysti. hilmarjan@sosialurin.fo Sterki íslendski strikuspælarin hjá Kyndli, Hörður Fannar Sigþórsson, er farin til Týsklands at spæla hondbólt í næstbestu deildini har Mynd: Álvur Haraldsen