týsdagur 4. november 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 12. februar 2014 · Nr. 18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 5. november 2014 · Nr. 126
ítróttur
fótbóltur
B36 var skikkiligast
Havnarfeløgini vunnið flest stig
Føroyameistararnir vóru tað liðið í Effodeildini,
ið fekk fægst gul og reyð kort, so tí vinnur
B36 fyri aðru ferð heiðurin »Fair Play Prize«,
sum svenskarin Sören Flink letur
Á eini maratonstigatalvu, sum svenska »Vänner av Färöfotboll« hevur gjørt yvir
kappingarárini frá 1976 til dagin í dag, eru HB og B36 ovast við flest stigum
Hilmar Jan Hansen
Síðstu 10 árini hevur svensk
arin, Sören Flink, fylgt sera
væl við føroyskum fótbólti,
og áhugin er so mikið stórur,
at hann hesi árini hevur
havt eina heimasíðu um før
oyskan fótbólt burturav.
Henda
heimasíða,
ið
ber
heitið
»Vänner
av
Färöfotboll«, sæst á www.
faroenews.se, og har verður
trúliga fylgt við gongdini í
serliga Effodeildini, men eis
ini onnur føroysk fótbólts
tíðindi eru at síggja har.
Av og á hevur Sören
Flink eisini verið í Føroyum
og hugt at dystum, og fleiri
ferðir hevur hann verið her
fyri at handa serliga heiðurin
»Fair Play Prize«, ið verður
latin skikkiligasta liðnum í
Effodeildini.
Hetta verður gjørt upp á
tann mátan, at tað liðið, sum
í kappingarárinum hevur
fingið fægst gul og reyð kort
og sostatt fægst sektarstig,
vinnur eitt serligt steyp, ið
Sören hevur latið gjørt til
endamálið.
Skipanin er tann kenda, at
eitt gult kort gevur eitt stig
og eitt reytt trý, og stendur
á jøvnum millum tvey lið,
vinnur tað liðið við fægst
reyðum kortum. Stendur
framvegis á jøvnum, vinnur
liðið við fægst dystum uttan
at fáa kort.
Fyri aðru ferð
B36, sum eisini vann í 2010,
endaði í ár ovast við 45 stig
um, sum komu fyri 42 gul
kort og bara eitt reytt, og
tí var B36 trý stig betri enn
Skála, fýra betri enn EB/
Streymur og seks betri enn
B68, sum eru næstu kapp
ingarneytarnir.
KÍ
hevur
verið óskikkiligasta liðið í
summar við 65 stigum, og
síðani koma AB við 63 og ÍF
við 60 stigum.
Í landskappingini í ár
eru latin tilsamans 477 gul
kort og 22 reyð. Tríggir teir
størstu
»syndarararnir«
eru Hans Jørgen Djurhuus
úr Víkingi við fimm gulum
og trimum reyðum, Heini
Vatnsdal úr HB við níggju
gulum og einum reyðum og
Jens Joensen úr NSÍ við sjey
gulum og einum reyðum
korti.
B36 fekk tilsamans 42 gul
kort, men bara eitt reytt kort.
Sjálvt
ferðasteypið
er
eitt serligt glaslistarverk, ið
finska Kaisa Tukonen hevur
gjørt til endamálið. Kappast
hevur verið um tað síðani
2009, og reglurnar siga, at
tað liðið, sum fyrst hevur
vunnið steypið fýra ferðir til
samans, vinnur tað til ognar.
B36 hevur nú vunnið steypið
tvær ferðir, og tað hevur
EB/Streymur eisini gjørt, í
2011 og 2012. Hini, sum hava
vunnið heiðurin, eru NSÍ í
2009 og 07 Vestur í 2013.
hilmarjan@sosialurin.fo
Einasta reyða kortið hjá B36
í ár fekk Hørður Askham
í heimadystinum ímóti
Víkingi tann 14. september,
men hóast Hørður er
verjuspælari, fekk hann
harumframt bara eitt gult
kort hetta kappingarárið
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Eftir eitt lokið kappingarár
ber altíð til at gera upp
støðuna, og við teimum
hentleikum og tí hugflogi,
ið er til staðar, ber sjálvandi
eisini til at fáa alt møguligt
burturúr.
Ikki minst hevur heima
síðan hjá FaroeSoccer latið
upp fyri nógvum møgu
leikum hjá teimum, ið dáma
at spæla sær við hagtøl og
forvitnisligar upplýsingar
av ymsum slagi, ið kunnu
lesast út frá dómaraseðlum
og øðrum hagtalstilfari.
Á
heimasíðuni
hjá
svenska
»Vänner
av
Färöfotboll«, sum Sören
Flink røkir, er soleiðis ein
maratonstigatalva
gjørd
yvir allar spældar dystir í
bestu mansdeildini í fót
bólti frá 1976 og til dagin í
dag.
Trý tey ovastu liðini eru
eisini tey trý, ið hava spælt
flestar dystir í bestu deild
ini, sum nú kallast Effo
deildin. HB hevur spælt 738
dystir og vunnið 1.419 stig,
B36 hevur spælt 710 dystir
og vunnið 1.141 stig, og KÍ
er á triðja plássi við 1.010
stigum fyri 711 dystir.
Henda stigatalvan fevnir
um tilsamans 22 feløg ella
lið, ið tilsamans hava spælt
7.020 dystir hesi 39 árini, og
tilsamans eru skotin 11.498
mál og latin 9,747 stig. Í
2.727 av dystunum varð ein
vinnari funnin og tí eis
ini ein tapari, men í 1.566
dystum endaði tað við javn
leiki.
Betri enn GÍ
Umframt
hesa
vanligu
maratonstigatalvuna,
ið
snøgt sagt er sett upp sum
ein vanlig stigatalva, men
galdandi fyri øll hesi árini,
hevur Sören Flink gjørt
eina alternativa stigatalvu,
sum er gjørd upp eftir pro
sentvísu stigaúrtøkuni hjá
hvørjum einstøkum av lið
unum.
Har er HB framvegis
ovast, tí mest vinnandi liðið
í føroyskum fótbólti hevur
vunnið 64,1 prosent av sín
um dystum síðani 1976.
Merkisvert er, at nummar
tvey er Víkingur og nummar
trý GÍ, við ávikavist 57,5 og
56 prosentum, so saman
leggingin av GÍ og LÍF hevur
altso givið eitt lið, ið vinnur
meira, enn GÍ gjørdi. EB/
Streymur hevur vunnið 54,8
prosent av sínum dystum,
og á fimta plássi kemur B36
við 53,6 prosentum.
Hesi fimm liðini eru eis
ini tey einastu, ið kunnu
breggja sær av at hava
vunnið meira enn helvtina
av sínum dystum – ella í
øllum førum at hava fingið
meira enn helvtina av teim
um stigunum, tey hava
spælt um, tí øll hini 17 liðini
hava eina úrtøku, sum ligg
ur niðan fyri 50 prosent.
hilmarjan@sosialurin.fo