hósdagur 24. juni 2004síða 16
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Nr. 118 - 24. juni 2004
Nr. 118 - 24. juni 2004
31
HEILSANIR
Hey babba
Hjartaliga
tillukku við
26 ára
degnum 23.
juni. Eisini
tillukku til ba.
Nú skal verða
gott at fáa teg
heim skjótt.
Eg elski teg
ordliga nógv.
Dávid
Góði Levi
Vit ynskja tær
hjartaliga
tillukku við
føðingardegn-
um í dag.
Minnist tú tá
vit vóru í
Danmark.
Heilsan Filip
og Johannes
Elskaði Levi
Mamma og babba ynskja
tær lukku og gleði á tínum
5 ára degi í dag. Jesus pápi
styrki teg. Muss og klemm.
Góða elskaða langomma
Eg ynski tær hjartaliga til-
lukku á 85 ára føðingar-
degi tínum.
Ró
Fitta Emma-
gumma
Tillukku við 17
ára føðingar-
degnum 24. juni.
Ynskir Jónas
Góða Emma
Hjartaliga tillukku við 17 ára degnum. Gleði meg til
summar.
Heilsan ein arbeiðsfelagi
Kennir nakar
hesa?
Gott sær hon
út - verður 45
ár jóansøku-
dag. Vit gleða
okkum til
ballið.
Ynskja
starvsfelagar
Doulos
Hósdagin kl. 18 Vit bjóða
Doulos vælkomnum.
Árni Jensen, skipari úr Havn,
er á brúnni, tá Doulos stevnir
inn í føroyska havn. Vit heita
á øll, sum á nakran hátt hava
møguleika at koma oman á
havnalagið at taka ímóti
skipara og manning og vera
við í hátíðarhaldinum at bjóða
elsta siglandi ferðamanna-
skipinum í heiminum væl-
komnum til Føroyar.
Kl. 19 Tað rætta staðið at fara
saman við vinum at njóta ein
góðan drekkamunn, lurta eftir
góðum tónleiki og njóta eina
væl samansetta undirhaldandi
skrá, sum altjóða manningin
umborð á Doulos framførir.
Opið er umborð fyri almenn-
inginum mán.-leyg. kl. 10-22
og sunnudag kl. 14-22.
Lívdin
í Fimleikarhøllini
í Hoyvíkar skúla
Sunnumorgunin kl. 10.30
Familjuløta saman við
børnunum við sangi og søgu.
Kl. 11.10 ein steðgur við
drekka. Tilbiðjanarmøti
verður kl. 11.30 við talu,
lovsangi og breyðbróting.
Barnatiltak verður í Hoyvíks-
høllini frá kl. 11.30-12.15.
www.livdin.fo
Missiónshúsið við
Landavegin
Í kvøld kl. 20 Møti og einki
møti sunnukvøldið.
Samkoman Rhema
Sunnudagin kl. 11 Møti og
sunnudagsskúli.
www.rhema.fo
Filadelfia, Landavegur 22
Í morgin einki ungdómsmøti
vegna tiltak í høllini á Hálsi,
sum Doulos skipar fyri.
Leygardagin kl. 17 Landsbøn.
Sunnudagin kl. 11 Morgun-
møti v/ Paula Høj, ABC v/
Ása Lutzen, evnið er: Reinsan
við blóði Jesusar, 2 partur, kl.
18 Møti.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
skúlin.
Um tær tørvar persónliga
samrøðu og/ella forbøn ring
211067. Telefonin svarar
mán-frí. frá kl. 8-16.
Meinigheitin í Hoyvík
uppi á Brekku 3
Í kvøld einki ungdómsmøti.
Sunnudagin kl. 11 Gudstæn-
asta v/ Jógvan Steintún,
evnið: Spakføri, sunnudags-
skúlin er farin í summarfrí.
Útimøti á Vaglinum kl. 22 –
um viðrar.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Mikumorgunin kl. 7 Bønar-
møti.
Frá Ebenezer
Hósdagin Ungdómsmøti.
Summarsteðgur til 17. juli.
Sunnudagin kl. 10 Breyð-
bróting, kl. 12 Sunnudags-
skúli, kl. 18 Evangel. møti.
Umboð frá Doulos luttaka á
møtunum. Øll eru vælkomin.
www.ebenezer.fo
Frelsunarherurin,
Tórsgøta 19
Leygardagin kl. 11 Útifundur.
Sunnudagin kl. 11 Møti, Palle
Petersen talar, kl. 18 Møti við
vitjan frá Doulos. Øll eru
vælkomin.
Meinigheitshúsið
Leygardagin kl. 9.30-12 For-
eldur og børn – útferð – um
viðrar.
Sunnudagin kl. 18 Blákross-
møti v/ Jaspur Langgaard,
sangarar luttaka.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Orðsins tænasta v/ kommuni-
ón í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Orðsins
tænasta v/ kommunión í Kerit.
Sunnudag kl. 11 Orðsins
tænasta v/ kommunión í
Mariukirkjuni.
Síðsta sunnudag í hvørjum
mánaði verður tilbiðjan av
Heilaga Sakramentinum í
Mariukirkjuni frá kl. 15.30-
18. Serliga vilja vit biðja fyri
okkara meinigheit og tí henni
tørvar. »Ver her og vak við
mær, vak og bið«.
Tórshavnar
Hvítusunnusamkoma
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11.00: Morg-
unmøti og kl. 18.00: Evangel-
iskt møti. Øll eru vælkomin.
Leynar og Kvívík
Heimamissiónin hevur útimøti
leygardagin kl. 19 í Leynum
og kl. 21 í Kvívík.
Miðvágs missiónshús
Hósdagin kl. 20 Møti í
missiónshúskjallaranum v/
Bent Larsen úr Esbjerg og
Árant Johannesen.
Keldan, Skálafirði
Fríggjakvøldið kl. 22 »Jesus-
fest« uttanfyri nýggja bygn-
ingin.
Sunnudagin kl. 18 Møti við
ungdómi frá Levende Ord úr
Bergen. Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Getsemane, Klaksvík
Ongin hugnaløta fyri ung
verður fríggjakvøldið.
Sunnumorgunin kl. 11 Møti
við André Matras.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 17.30 Bøn- og
lovsongsløta, kl. 18 Møti.
Innsavnan. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Frelsunarherurin, Vágur
Leygarkvøldið kl. 21 Útimøti
við posthúsið í Vági.
Sunnukvøldið kl. 18 Lov-
sangs- og vitnimøti, kl. 22
Útimøti við posthúsið í Vági.
Samkoman Malta
Skagerak-fundirnir
Cosmos Trawl, Østhavnen,
Hirtshals. Fundirnir verða
soleiðis: 24. juni, 8. juli og
23., 24. og 25. juli. Á fundun-
um 23.-25. juli luttaka ferð-
andi og onnur við vitnisburði
og sangi. 5. august verður
seinasti fundur. Allir fundirnir
eru kl. 19.30. Aftaná fund-
irnar bjóða vit ein kaffimunn.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Tilhaldið
í Tórsgøtu 21, tlf. 316491
Opið er mánadag 10.00-
18.00. Týsdag-fríggjadag kl.
10.00-17.00.
Drekkamunnur er at fáa
hvønn dag, eins og bløðini
eru til taks.
Mánadagur 21. juni
kl. 10-12 Opið hús
kl. 14-18 Kortspæl, telving,
landastrok, bobbspæl og
onnur spøl. Tilm. til
døgurðan mikudagin, tlf.
316491.
Tilmelding til Sandstúrin
28.-29. juni á tlf. 316491.
Úr Steinatúni 28. juni
kl.9.20 til Gomlurætt. Úr
Skopun 29. juni kl. 10.30.
Kostnaður 280,- gjaldast
áðrenn fríggjadagin.
Ólavsøkulistin er komin.
Týsdagur 22. juni
kl. 10 Vit syngja saman við
gestum úr Skagafirði í
Íslandi, Óli VAng. Øll eru
hjartaliga vælkomin
kl. 14-17 Opið hús
Mikudagur 23. juni
kl. 10-12 Vit gera døgurða í
Tilhaldinum. Øll eru hjarta-
liga vælkomin at vera við.
kl. 12 Døgurði
kl. 14-16 Undirvísing í
Boccia
kl. 15 Túrur
Hósdagur 24. juni
kl. 10-17 Opið hús
kl. 14-16 Boccia í
kjallaranum
Fríggjadagur 25. juni
kl. 10-17 Opið hús
Tað er altíð ein krókur í Til-
haldinum – um tygum ikki
fáast við nakað ítriv. Vit
ynskja at øll skulu kenna seg
vælkomin.
Felagið Tórshavn –
gongutúrur
Leygarkvøldið 26. juni verður
gongutúrur: Gjáarskarð-
Gráfelli-Øksnadalur. Túrurin
er langur og miðaltungur/-
tungur. Farið verður av Kunn-
ingarstovuni kl. 20. Havið heit
og góð gonguklæðir og
matpakka við. Tilmelding.
Tilhaldið Hugnin
í Sandoynni
Tilhaldið í Sandoynni er opið
mánadag og mikudag frá kl.
14-17. Báðar dagarnar er
drekkamuður at fáa. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Fløvi – dagtilhaldið fyri
pensiónistar
í kvinnufelagshúsinum
á Glyvrum – allir
pensionistar hjartaliga
vælkomnir. Opið mánadag-
fríggjadag kl. 15-18.
Mánadagin 21. juni
Fimleikur v/ Jóhannu Troest
Týsdagin 22. juni
Ítriv fyri áhugað
Mikudagin 23. juni
Prát og sangur
Hósdagin 24. juni
Boccia v/ Jóhan Danielsen
Fríggjadagin 25. juni
Vit møtast kl. 15 við Sjó-
mansheimið í Runavík. Vitjað
í urtagarðinum hjá Esther og
John Poulsen og fáa frágreið-
ing um fyrstu niðursetufólkini
í Runavík. Aftaná opið hús
hjá Jensinu.
Summarfrí verður frá 28.
juni til 6. september 2004.
Gott summar ynskir Fløvin.
Tú fært altíð ein góðan
drekkamunn, somuleiðis eitt
gott Guðs orð. Bløðini eru
altíð til taks.
Eldrafelagið Borgin
Hugnaløta verður sunnu-
kvøldið 27. juni kl. 20 fyri
limum og øllum pensjónistum
í Fuglafjarðar kommunu.
Undirhald: Torsdagskoret úr
Flensborg og møguliga eisini
Fuglafjarðar Sangkór. Frits
Johannesen fyriskipar. Ábit,
kaffi og te ókeypis.
Dagtilhaldið í Vági
er hvønn týsdag og tórsdag
frá kl. 15 til 18. Øll eru
vælkomin.
Vágs Pensionistafelag
Vágs Pensionistafelag – fel-
agið fyri pensionistar í Suður-
oyar sunnaru helvt – hevur
limafund kl. 19.00 hvønn
seinasta mánadag í hvørjum
mánaða. Ymiskt áhugavert er
á hvørjum fundi, har tú eisini
fært drekkamunn við bollum
og køkum. Fundirnir verða
hildnir í hugnaligu hølunum
hjá Vágs Matmøðrafelag.
Allir pensionistar og øll
omanfyri 60 ár eru vælkomin.
Gerst limur í Vágs
pensionistafelag.
Spælistovan
í meinigheitshúsinum
er opin mána-, týs- og hósdag
kl. 9-12 fyri foreldur við børn-
um, sum ikki hava ansing.
Reyði Krossur Føroya
Sorgarlinjan svarar mánadag,
mikudag og fríggjadag kl.
19.00-21.00 á tlf. 319630.
Kennir tú føroying í Keyp-
mannahavn, ið hevur tørv á
vitjan ert tú vælkomin at seta
teg í samband við Reyða
Kross Føroya, Bryggjubakki
10, 100 Tórsh.
tlf. 319630/61 655400.
Føroya Heimavirkisfelag
Postadressa: J. Paturssonar-
gøta 24, 100 Tórshavn.
Formaður: Óluva Vilhelmsen.
T-postur: fhf@craft.fo
Heimasíða: www.craft.fo
Tlf. 322686 / 319629
NA (Anomymir
narkomanar)
Tinghúsvegur 37
NA-Fundur hvørt sunnukvøld
kl. 20.00 til 21.00 á Tinghús-
vegnum 37.
Al-Anon
Fundur fyri avvarðandi at
alkoholikarum er hvørt hós-
kvøld kl. 20 og sunnudag kl.
17. Síðsta sunnudag í mán-
aðinum er opin speakarafun-
dur í Al-Anon, Tinghúsvegur
37.
ACA
(Adult children anonymous).
Fundur fyri tilkomin, ið eru
uppvaksin í alkoholiskum ella
dysfunktionellum familjum er
hvørt leygarkvøld kl. 20.00-
21.30 á Tinghúsvegi 37,
Tórshavn. www.aca-
danmark.dk.
E-mail:
acafaroeislands@hotmail.com
AA-fundir í Havn
Tinghúsvegur 37
Mánadag: kl. 20.00–21.00
Týsdag: kl. 20.00–21.15
Mikudag: Sporafundur kl.
20.00–21.00
Hósdag: kl. 20.00–21.00
Fríggjadag: kl. 20.00–21.00
og kl. 22.30–23.30
Leygardag: kl. 9.00-10.00
opin fundur. Kl. 17.00–18.00
Sunnudag: kl. 11.00–12.00.
Allir fundir eru roykfríir.
Heimasíða:
http://heima.olivant.fo/~aa-fo/
AA-fundur í Eysturoy
Á Toftum hvønn týsdag kl. 20
í húsinum norðanfyri skúlan.
Á Glyvrum hvønn fríggjadag
kl. 20 í Hvítaskúla. (gamla
læraraíbúðin).
TILTØK
Fríggjadagin 25. juni kl. 15.00 giftast í Ebenezer í Tórs-
havn, Linda Jacobsen, Tórshavn og Palli Skorheim,
Klaksvík. Veitslan verður fyri innboðnum á Hotel Føroy-
um kl. 19.00.
Leygardagin 26. juni kl. 16.00 giftast í Godthåbskirkjuni,
Keypmannahavn, Todi Jónsson úr Klaksvík og Andrea
Vinten úr Keypmannahavn. Brúdleypsadressan: Restau-
rant Kongens Have. Kronprinsessegade 13, 1306 Kbh. K.
Leygardagin 26. juni giftast í Prestagarðinum á Gjarða-
nesi Hansa Ottosdóttir, Saltangará og Tummas Símin Høj,
Strendur. Døgurði verður í bygdarhúsinum á Strondum kl.
18.00 fyri innboðnum. Opið hús verður frá kl. 22 við
drekkamunni, har øll eru hjartaliga vælkomin.
Leygardagin 26. juni kl. 16.30 giftast í Vesturkirkjuni
Majbritt Bisp úr Tórshavn og Alexander Joensen, Undir
Gøtueiði. Veitslan verður fyri innboðin kl. 19.00 í kantin-
uni á Læraraskúlanum.
Leygardagin 26. juni kl. 13.00 giftast í Sjóvar kirkju Kris-
tina F. Højgaard Johansen av Strondum og Jóni Rasmuss-
en av Skála. Døgurði verður fyri innboðin í Ítróttarhøllini
á Skála kl. 17.00. Vælkomst verður eftir kl. 21.00.
Leygardagin 3. juli kl. 15.00 giftast í Saksunar kirkju Joan
Haraldsen, Sandavágur og Gunnfríður Dahl-Olsen,
Saksun. Døgurði verður fyri innboðnum kl. 16.30. Eftir
kl. 20 er vælkomst heima í Saksun.
Leygardagin 3. juli kl. 14.00 giftast í Býráðshúsinum í
Klaksvík, Heidi Neshamar, Tórshavn og Jógvan Kristin
Olsen, Klaksvík. Dagurin verður hildin heima, Undir
Grashjalla 9, Klaksvík, frá kl. 17.00. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Leygardagin 31. juli kl. 13.30 giftast í Berøa í Saltangará
Jona Thune úr Runavík og Ólavur Justinussen úr Streym-
nesi. Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík kl. 18.30.
Tey, ið vilja gleða okkum við at koma í brúdleyp kunnu
tekna seg á tlf. 226434 og 226432. Seinasta freist at tekna
seg er leygardagin 3. juli.
BRÚDLEYP
C
M
Y
K
31
30
Hósdagin
24.06.kl. 2215
Hósdagin
24.06.kl. 1930
– Seinasta sýning
Billettprísur: 70,- kr.
Hósdagin
24.06.kl. 1900
KOMANDI FILMUR
Frumsýning
Fríggjadagin 25.06.
Hósdagin
24.06.kl. 2200
– Seinasta sýning
HAVNAR
BIO
Tlf. 31 19 56
www.bio.fo
Stórt úrval av
DVD-filmum til sølu