Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov Tað kann tykjast løgið, at tað verður hildið neyðugt at vísa á, at børn mugu bind­ ast rætt í í bili. Og kann tað veruliga vera so ringt? Norð­ur­lendskar kanningar vísa, at millum 1/3 og helvt­ in av børnum í bili sita skeivt íbundin. Tilsvarandi kann­ing­ar eru ikki gjørdar í Før­oy­um, men vit vita frá kann­ing­um hjá løgregluni, at klipp reglu­liga verða givin, tí børn ikki sita rætt íbundin í góð­kend­ari trygdarútgerð, ella tey sita leys. Seinastu fimm árini hava millum 50 og 134 klipp verið givin árliga fyri at hava børn undir 15 ár í bil­in­um, sum ikki eru rætt íbund­in ella hava sitið leys. Hvat eru tað fyri feilir, sum verða gjørdir, tá børn verða bundin í? – Hetta átakið, sum Ferðslu­trygd ger saman við Trygd, snýr seg um børn á bilpútu við stólabaki, sum tey brúka frá tey eru um­leið 4 til tey eru umleið 10 ár ella í minsta lagi 135 cm, greiðir Bryn­hild Høgnadóttir frá Ráðnum fyri Ferðslutrygd frá. – Teir feilirnir, sum oft­ a­st eru at síggja sam­bært norðurlendskum kann­ing­ um, eru hesir: • at trygdarbeltið liggur skeivt, tað vil siga undir arm­in, afturum bak ella á yv­ir­arm­in­um • at trygdarbeltið situr leyst um búkin • at barnið situr í trygdar­ belti men uttan bilpútu Vit spyrja Brynhild Høgna­ dótt­ir, hví tað er vandamikið: – Vit hava varhugan av, at mong ikki vita, at hetta kann vera vandamikið. Tí hava vit savn­að saman hesi góðu ráð til tey vaksnu: 1. Trygdarbeltið skal liggja um mjadnarnar og skal strammast væl. Er beltið leyst, kann tað leggja seg um búkin, og tað er vandamikið í sam­an­ stoyti. Tá er stórur vandi fyri skaða á gøgn. 2. Trygdarbeltið skal liggja um økslina, og ikki aft­ur um bak ella undir arm­in. Liggur beltið ikki um økslina, verður kropp­ ur­in tveittur frameftir, um bilurin rennir á. Tá er stór­ur vandi fyri skaða á høvd og nakka. 3. Stramma beltið væl, tó sjálv­sagt ikki so fast, at barn­ið fær ilt. – So tað er tíbetur lætt at binda børnini rætt í. Og at minn­ast hesi trý ráð kann verða munurin millum lív og deyða, sigur Brynhild Høgna­ dótt­ir. Nógvir fyrispurningar um børn í bili – Tað er eingin ivi um, at for­ eld­ur sera fegin vilja hava síni børn at vera trygg, tá tey verða koyrd – sjálvandi tað. Hjá Ferðslutrygd fáa vit eisini dagliga fyri­spurn­ing­ ar um hetta. Gall­up­kann­ ing okkara frá august 2014 vísir eisini, at 94 pro­sent vilja tryggja sær, at børn­ini sita rætt íbund­in í góð­kend­ ari trygd­ar­út­gerð. Kort­ini gleppur tað javn­an eft­ir øll­ um at døma, vísa politi­kann­ ing­ar­nar, sigur Bryn­hild Høgna­dóttir. Sita framman og stoytkoddi Hvat spyrja foreldur ofta um? – Tá tað kemur til størri børn, er tað ofta, hvussu leingi tey skulu sita á bilpútu. Sam­bært ferðslulógini er tað til tey eru 135 cm, og tá eru tey ofta umleið 10 ár. Mong eru bilsin um, at tað er so leingi. Okkara tilmæli er, at tey sita longri, um trygd­ar­ belt­ið situr betri um øksl og mjadn­ar, tá tey sita á bilpútu. Tað kann ofta vera til tey eru 140-150 cm. – Eisini verður ofta spurt, nær børnini kunnu sita frammanfyri í bili. Stoyt­ kodd­ar (airbag) eru gjørdar til vaks­in, og verða útloystir við eini ferð á í minsta lagi 300 km/t. Hann kann raka skall­an á barninum og geva nakka­skaða. Tí er okkara til­mæli, at børn ikki sita framm­an­fyri við virknum stoyt­kodda, fyrrenn tey eru 140 cm. Her skal leggjast aft­ ur­at, at tað er bannað at seta børn í bakvendum bilstóli við virknan stoytkodda, tí hann kann geva deyðamein, um hann verður útloystur, har barn situr í bakvendum bil­stóli, sigur Brynhild. Børn binda seg sjálv í Norsk spurnarkanning vís­ir, at 78 prosent av for­eldr­um lata børn millum 4 og 12 ár sjálv binda seg í. Í tíð­ind­un­ um í Kringvarpínum miku­ kvøld­ið var ábending um, at mong føroysk børn eisini binda seg sjálv í. Samstundis vísa kanningar, at mong sita skeivt íbundin. Um hetta verð­ur sagt frá Ráðnum fyri Ferðslu­trygd: – Mann skal vita, at bert smá­ir feilir kunnu hava við sær, at tað gongur reiðiliga gal­ið í samanstoyti. Tað er øgi­liga týdningarmikið, at trygd­ar­belt­ið liggur um øksl­ ina og um mjadnarnar, og at tað er væl strammað. Hetta so alt trýstið ikki kemur um búkin í samanstoyti ella brád­ ligari bremsing. Tó at alt sær fínt út, tá túrurin byrjar, eiga vit foreldur at fylgja við á túrinum, so beltið ikki verð­ ur flutt av økslini. Antin við at hyggja í bakspegilin ella at steðga á og kanna eft­ir. – Tá børn sjálv binda seg í, kunnu tey hava lyndi til at hála tað ov langt út, so tað bugl­ar og krúllar í staðin fyri at liggja stramt um øksl og mjadn­ar. – Ofta spyrja foreldur, um tað er vandamikið, at trygd­ ar­belt­ið fer ov nær hálsinum, og tey tí skulu loyva, at tað verð­ur lagt aftur um bak ella undir armin. Men svar­ið er nei. Í samanstoyti verð­ur akslabeltið drigið nið­ur­yvir og ikki upp móti háls­in­um. Her skal skoytast uppí, at foreldur eiga at velja bil­pút­ur VIÐ stólabaki, so beltið ligg­ur rætt um økslina, sigur Bryn­ hild Høgnadóttir at enda. Løgreglueftirlit Samstundis sum átakið hjá Trygd og Ráðnum fyri Ferðslu­trygd er sjónligt í miðl­um, ger løgreglan kann­ ing­ar av børnum í bili. At binda børn rætt í: kann vera munurin millum lív og deyða Tað hevur ómetaliga stóran týdning, at foreldur eru tilvitað um – ikki bara at børnini eru íbundin í bili, men at tey eru rætt íbundin, sigur Brynhild Høgnadóttir, stjóri á Ferðslutrygd Legg altíð skúlataskuna á gólvið – bindið ikki børn í trydarbelti við skúlatasku á bakinum Eru børn í tjúkkum frakkum, eiga tey at knappa upp ella fara úr frakkanum, annars ber ikki til at stramma trygdarbeltið væl