Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ein spegilsmynd av gongdini í vinnuni Tekniski Skúlin í Tórshavn fyllir 80 ár mánadagin, og verður hetta uttan iva seinasti rundi føðingardagurin, áðrenn skúlin fer í søguna Danjal av Rana Tað var nýstovnaða Havnar Handverksmeistarafelag, sum í 1934 setti skúlan á stovn. Johs. Simonsen, fyrsti for­maðurin í Havnar Hand­ verks­meistarafelag, var leið­ari tey bæði fyrstu árini. Eftir hann kom Zacharias Sørensen, sum var stjóri inn­ til 1945. Í 1956 gjørdist skúlin al­mennur sjálvs­ognar­ stovnur. – Skúlin hevur virkað sum ein spegilsmynd av gongd­ini í føroysku vinnuni. Tá gongdin í samfelagnum hevur verið góð, hava nógvir næm­ingar verið á skúlanum og øvugt. Virksemi í vinnuni og talið av lærlingum fylgj­ ast, og tað sæst aftur á næm­ inga­talinum á Tekniska skúla, sigur Egon Øregaard, stjóri á Tekniska skúla. Í dag eru umleið 500 næm­ ingar knýttir at skúlanum og hvønn dag eru um 300 næmingar á skúlanum. Um 80 starvsfólk eru knýtt at skúlanum. Í gjøgnum stóran part av nítiárunum lá næmingatalið um 100 næmingar. Í 1997 vóru 104 næmingar á skúlanum, men síðani tá er næmingatalið voksið støðugt. Góða gongdin í sam­felag­num mið­skeiðis í farna ártíggju sást eisini aftur á skúlanum. Í 2008 fór næmingatalið upp á 263, úr 183 árið fyri. – 2007 var eitt sera gott ár fyri føroysku byggivinnuna, sum tók nógvar lærlingar inn hetta árið. Tað eru teir, sum síggjast aftur í næm­ inga­tal­inum í 2008, sigur Egon Øregaard. Hetta verður uttan iva sein­asti rundi føðingar­ dag­urin hjá skúlanum. Tá Marknagilsdepilin verður tikin í nýtslu fer Tekniski Skúli í søguna. Egon Øre­ gaard fegnast um, at ferð loksins er komin á bygging­ ina av nýggja deplinum – Fyrstu ítøkiligu stigini, í sambandi við at byggja ein skúladepil, har Tekniski Skúlin í Tórshavn, Føroya Handils­skúli og Føroya Studentaskúli og HF skeið skuldu húsast, vórðu tikin í 1998. Nú, 16 ár seinni og aftaná mangar og miklar orrust­ur, dagar Skúla­depilin upp úr moldini, sigur Egon Øregaard. – Eg síggi flest fyrimunir við deplinum. Tað verður gott fyri næmingarnar at vera partur av einum so stór­ um umhvørvi. Eg eri eis­ini spent­ur at síggja tað synergi, ið kann skapast av sam­starv­ inum, sigur Egon Øregaard. Hann er eisini glaður um, at tað tá verður gjørligt at bjóða næmingunum á yrkis­ útbúgvingunum nógv fleiri undirvísingartilboð. Tey ungu hava ymiskar gávur, sig­ur hann og nevnir at tón­ leik­ur og ítróttur tá kunnu ger­ast partur av undir­vís­ing­ ini, nakað, sum tey ikki hava møgu­leika fyri á Tekniska Skúla í dag. – Tað verður eisini gleði­ ligt, at kunna fyrireika tey á yrkisútbúgvingunum til tann dagin, tey fáa hug at stovna egið virki. Fíggjar­ stýr­ing og bókhald liggur ikki nátúr­ligt fyri tey øll, og eg havi sæð fleiri dugnaligar hand­verk­arar koma illa fyri, tá teir hava roynt at byrja egið virki. Á nýggja deplinum verður møguligt at bjóða undir­vísing í fíggjarstýring og annað, knýtt at at hava egið virki, sigur hann. – Depilin hevur allar møgu­leikar at rykkja Føroyar alvorliga fram á út­búgv­ingar­økinum, sigur Egon Øregaard. Føðingardagurin verður hildin við almennari mót­ tøku á Skúlaheiminum klokk­an 15. Egon Øregaard sigur, at næmingar á skúl­ anum fara at spæla tón­leik á hátíðar­haldinum, um­ framt at Bjørn Kalsø, lands­ stýrismaður, fer at flyta fram røðu. danjal@sosialurin.fo – Virksemi í vinnuni og talið av lærlingum fylgjast, og tað sæst aftur á næmingatalinum á Tekniska skúla, sigur Egon Øregaard, stjóri Mynd: Álvur Haraldsen