Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Leygardagurin 14. juni 2014 er ein dagur, sum vit minnast aftur á sum ein syrgiligan og tungan dag. Vit fýra vóru í gongd við ymiskt tann dagin, og veðrið var ótrúliga gott. Knappliga vendi dagurin til ein myrkan dag. Vit fingu at vita, at tú babba var deyður í eini ferðsluvanlukku í Kollfjarðatunlinum. Alt steðgaði upp. Kundi tað virkuliga passa at tú vart deyður? Jú tað passaði tíverri, og vit gingu eina harða og syrgiliga tíð ígjøgnum. Tíbetur høvdu vit hvønn annan, sum vit kundu tosa við, flenna við og gráta við. Tað hevur hjálpt okkum væl. Babba, tú vart eitt ótrúligt menniskja. Altíð frískur og glaður, og altíð klárur við onkrari speiskari viðmerking. Vit minnast so nógv frá okkara tíð saman, at tað er ringt at takað nakað fram um annað. Minnini um tínir flottu, lekru og reinu bilar stendur sterkt hjá okkum. Tað er ongin ivi um, at okkara áhugi fyri bilum er komin frá tær. Tað er ikki ein og hvør sum fer at skifta dekk tríggjar ferð um dagin, men tað gjørdi tú. Skifti veðrið frá frost til heitari, so skifti tú dekk eftir tí, og tað kundi vera fleiri ferðir um dagin. At vaska bil var sum eitt spæl hjá tær. Mangan segði tú, at hatta var títt arbeiðspláss, og har brúkti tú nógvar tímar, og tí vildi tú hava tað reint og ordiligt. Tú gekk nógv upp í okkum og hvat vit gjørdu. Tú fylgdi okkum í skúlanum, undir útbúgving og til ítrótt og mangt annað. Tú vart so sera stoltur av, at vit øll fýra høvdu fingið eina útbúgving og eitt gott arbeiði. Altíð segði tú við okkum, hvussu umráðandi tað var at fáa eina útbúgving og eitt gott arbeiðið. Ein maður við nógvum orðum vart tú eisini. Tú prátaði við hvørt menniskja, tú møtti. Høgum sum lágum. Altíð segði tú, at vit vóru øll menniskjur og tú kundi práta við øll. Tað kundi tú heilt sikkurt eisini. Hetta sá man eisini í tí stóru fjøldini, sum fylgdi tær til tín síðsta hvíldarstað. Tú kendi nógv fólk og kom øllum við. Tíðin har tú vart formaður í HB var sera spennandi. Tú, sum bara hevði verið hýruvognsførari og onga útbúgving hevði, fekk nú eitt annað spennandi og gevandi starv. Hetta røkti tú við ágrýtni og nærlagni. Tú gekk uppí HB við lív og sál. Ordan skuldi vera í tingunum, og tað var tað eisini. Hesa tíðina og hesa uppliving vart tú ótrúliga glaður fyri at hava upplivað. Tíverri bleivst tú raktur av herviligari sjúku. Vit hava eina mammu, sum hevur verið rakt av ringari sjúku í nógv ár, og knappliga stóðu vit nú eisini við einum sjúkum pápa. Tað var hart. Mangan vart tú keddur og knústur yvir hetta, og tað sama vóru vit. Tú vart ungur og væl fyri enn, og tí kom hetta illa við. Vit minnast, tá tú segði, at tú vildi kempa og vildi ikki geva upp, men fór at taka hvønn dag sum hann var, tí vit eiga bert dagin í dag, sum tú so ofta segði. Hetta eydnaðist væl hjá tær, og tú kempaði og royndi at vera frammi hvønn dag og gera ymiskt. Summir dagar vóru svartir, men tú kom altíð aftur. Tú royndi at stríðast. Tíverri kom sjúkan meira og meira fram. Ringast var nokk, tá vit og ikki minst tú máttu ásanna, at hýruvogn kundi tú ikki koyra longur. Tað sum tú alt títt lív hevur gjørt, og ikki hevur kent annað. Hetta var stór sorg hjá tær og hjá okkum. Góði elskaði babba. Vit sakna teg ómetaliga nógv og høvdu ynskt at vit høvdu fingið meira tíð saman. Vit høvdu ynskt at Óluva, Elia og Jósef høvdu havt abba sín longur, men so skuldi ikki vera. Tíðin var komin. Tað er hart at vita, at vit ikki síggjast longur, ella at man kann ringja til tín og hoyra. hvat tú gert ella biðja teg koma forbí til kaffi. Vit sakna at síggja teg koma koyrandi við tínum hýruvogni, og vit sakna títt lætta lyndi. Men babba, vit hava nógv góð minnir, sum vit goyma væl, og sum vit ongatíð fara at gloyma. Vit elska teg babba. Virgar, Jørgen, Laila og Allan Mamma var borin í heim 2. juni 1929 vesturi í Garðinum í Vági, og var hon yngst av 13 systkum. Hóast hennara barnadagar vóru tryggir og ljósir, so kom hon út fyri tí vanlagnu at missa sína mammu bert 10 ára gomul. Hettar hevur sjálvandi rakt hesa smágentuna hart, men eg hoyrdi hana ongantíð siga nakað um hesa sváru tíð. Eg setti onkuntíð spurningar viðvíðkjandi hennara barnadøgum, men hon hevði ongan hug til at tosa um tað. Hon segði bert, at tey vóru nógv fólk í húsi, men øll fóru mett og væl sett til songar hvørt kvøld. Saknurin eftir mammu er ómetaliga stórur, hon var ein persónligheit, ein ongantíð kann gloyma. Mamma var eitt samlingspunkt fyri familjuna, og hon gjørdi alt sum gerast kundi fyri at styrkja hesi bond. Hennara motto var: ”Verid bert góð við hvønn annan, so gongur alt.” Ommubørnini vóru hennara eitt og alt, og hon plagdi at siga við tey, ”tykur eiga lívið í Ommuni, um tykur ikki vóru her, so hevði Omman heldur ikki tíma at verið her.” Mamma var eitt sokallað heimamenniskja, har hon samlaði familju og kenningar, henni dámdi væl at práta um mangt og hvat. Hon var altíð gestablíð, líka mikið hvør, ið kom á gátt, og ein føldi seg ongantíð til ampa í hennara nærveru. Tíðina fekk hon at ganga við at lesa binda, og loysa krossgátur. Mamma var ein vitandi kvinna, sum kundi tosa við um alt, líka mikið hvat tú spurdi hana um, so fekk tú altíð eitt nøktandi svar, eg vil siga eitt orakul av sínari verð. Hon dámdi ikki at blíva róst og setti altíð seg sjálvan aftur um hini. Mamma var ein djúpt trúgvandi kvinna, hon visti um nógv sum stóð í Bíbliuni, og hon bað eisini til Guð hvønn einasta dag. Mamma bað ikki um ríkidømi og vælstand, men hon bað Guð um at bevara seg og síni og annars øll tey sum ikki høvdu tað gott. Deyðin var ikki nakað mamma var bangin fyri, hon visti at hon kom til ein betri stað, og at hon kom at møta øllum sínum kæru, sum undan vóru farin. Vit eru takksom fyri at hava átt eina mammu sum teg og sjávt um saknurin er stórur og tómrúmið eftir tær er stórt, so livir tú víðari í okkara hjørtum og í øllum teimum góðu minnum vit hava um teg. Death leaves hearthache no one can heal, love leaves memory no one can steal. Altíð saknað, aldrin gloymd. Finnbogi Minningarorð um babba Birgir Enghamar Minningarorð um elskaðu mammu okkara Sannu Skaalum (Sannu úr Garðinum í Vági) Sanna andaðist á Landsjúkrahúsinum í Havn t. 24.8 – 2014. 85 ára gomul NØVN