Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðargrein Í Sosialinum nr. 115 hevði Kim Sim­ on­sen (K.S.) eina grein við heitinum Europ­e­iskar ímynd­ir og sjálvsmynd okk­ara. Sprotin.fo sigur, at ímynd er ”mynd ella lýsing, ið rithøvundur ger av sær sjálv­um.” Fyrst er at siga, at tað er harmi­ ligt, at rættlesing ikki er framd, áðr­enn greinin fór í blað­ið. Í yv­ ir­skrift­ini til grein­ina manglar ð í Lind­is­eyð­kenningin. Sama er at siga um eyð­merking, har mangl­ar eisi­ni ð. Hóast er stav­að við ð. Stíl­urin er fløkjasligur. Greinin er frámerkt: En­cy­clo­pædia Britan­nica um Før­oyar, 1824, og hon byrjar so­leið­is: ”Ímyndin av Norði og av Norðanlondum er broytt fleiri ferð gjøgnum søguna. Hetta hevur haft beinleiðis ávirk­ an á hvussu onnur hava ímynda (ð manglar) før­oy­ingar, ið fekk týdn­ ing í mun (til manglar) hvussu vit koma at menna……”. Hvat er Norði og hvat er Norð­an­ lond­um. Hvussu skal hetta skiljast? K.S. spyr: ”Men hvussu sóu evrop­er­ ar­ar[!] t.d. Føroyar, eitt nú um mið­ skeið­is í 19indi øld”? Um vit lesa bókina ”For­søg til en Beskrivelse over Fær­øerne,” sum Jørgen Landt (1751-1804) skriv­ aði – hand­rit­ið var lið­ugt til prent­ ing­ar 22. oktober 1799, sama ár­ið sum prent­fræls­is­skip­an varð sett í gildi í Dan­mark, og bókin kom út í 1800 – altso , hann, ið las Fær­ø­er­nes geo­graf­isk- histo­riske Be­skri­vel­ se; Færøernes fysis­ke Be­skri­vel­se; Færøernes øko­no­mis­ke Be­skri­vel­ se; Fær­øer­nes politiske Be­skri­vel­ se, fekk svar upp á tað, sum K.S. spyr um. Bókin er sund­urliðað í 56 §§. Hon kom út fyri 214 árum síðan og í ensk­ari týðing 10 ár seinri. Við støði í skrivingum og not­at­um hjá Nico­laj Mohr í 1775-78 og Jens Chr. Svabo í 1781 og 82 og við samrøðum og granskingararbeiði hjá Landt víða um í Føroyum, skriv­aði hann bók­ina. Tað, sum ”evroperarar sóu [ella vistu] um Føroyar í 19indi øld,” fingu teir frá – her nevnd­ir eftir aldri – N. Mohr, J. C. Svabo, J. Landt og V. U. Hamm­ers­haimb (systursonur Sva­bo) og sjálvandi eisini frá ment­ að­um fólki í Danmark tá á døg­um, sum skrivaðu og tos­aðu um Før­oy­ ar og før­oy­ing­ar. Landt var prestur í Norð­ur­ streym­oy­ar presta­gjaldi frá 1791 til 1798. K.S. sigur, at ”í tíðini undan upp­lýs­ ing­ini var ímyndin av Føroyum og av føroyska sam­leikanum ikki ser­ liga greið…” Hvat er tað fyri tíð und­an upp­ lýs­ing­ini, ið ikki var greið? Hugsar rit­høv­und­ur­in kanska um ”upp­lýs­ ing­ar­tíð­ina,” sum í Europa vanliga verð­ur hildin at vera byrjanin av 1700 til 1770? Júmen, tað er júst tað tíð­ar­skeið­ið, sum er so væl lýst av Landt bæði á donskum og ensk­um. Tað skal sigast, at bókin er skriv­að við gotiskari skrift. Tá í tíð­ini var tað vanligt; og fyri 70 ár­ um síð­ani lærdu næm­ingar at lesa got­iska skrift í realskúlanum her í Havn. Got­isk skrift kom upp­runa­ liga úr Norð­ur­frak­landi, og í re­for­ ma­tió­nini (1500-talið) kom tann nýgotiska skriftin til Danmarkar og hað­ani til Føroyar. Vit lesa: ”… at tað eru fýra fasur av imynd­um av Norður. Hin fyrra var ávirk­a (ð mangl­ar) av myt­uni um Ultima Thule.” Har vóru eydnurík fólk. ”Hesi vóru (ð manglar) rópt Hy­p­er­bo­re­ar­ar, tey vóru tríggjar metr­ar høg og mintu um hest­ar. Sjálvt um lærdir norð­ur­lend­ing­ ar royndu at broyta hesa nei­ligu ímynd var lítið at gera.” Og: ”Fjórða fasan av ímynd­ini hjá Norði kunnu vit kalla mod­ ern­isma. Her megn­aði Norður spakuliga at yv­ir­taka sína egnu ímynd og at gera hana til eina sjálvs­mynd.” Rithøvundurin er av teirri áskoðan, at ein nýggj ment­an broytti sjálvmynd (s mangl­ar) hjá flestu lond­un­um í Norðanlondum ”við ikon­um frá LEGO, NOMA til IKEA.” O.s.fr. Samanumtikið má hald­ast, at grein­in sum sagt er fløkjaslig, hó­ast rit­høv­und­ur­in ætl­andi hevur gott støði í akademiskari vitan – hum­ ani­ora og náttúruvísindi – anno MMXIV. Um greinin hjá K.S. skal skilj­ ast sum ein analysa av tí, sum En­ cyclo­pædia Bri­tanni skrivaði um Før­oy­ar 1824, so hevði hon ligið betri í skuffuni, tí har hevði hon ikki órógvað fólk við van­lig­um viti og skili. Undirritaði, sum við áhuga hev­ ur lisið fleiri góð­ar blaðgreinir hjá Kim Sim­on­sen, gjørdist ikki sørt bils­in og frustreraður, tí eg ikki for­ stóð og framhaldandi ikki for­standi ein stav av tí, hann nú hevur skriv­ að og, ja, um hvat? Er ikki okkurt um tað, at út­gáv­ an av Encyclopædiini 1824 varð fløkj­as­ligt stríðs­mál, og at hon tess­ vegna í nøk­ur ár kom í ringt orð? Verður trøðin í vest­ur­bý­num tað­að og hoyggjað við slík­um am­ boð­um? Mangt er forborgið. Í mong ár hava tvey hugtøk órógvað før­oy­ingar við man­isk­ari megi: 1. Ævintýrið um olju í før­oysk­ um sjógvi in spe (kom­andi) og 2. æv­in­týr­ið um før­oyskt universitet á al­tjóða stigi in spe (komandi) við al­tjóða meti í serfrøði í frøð­inga­ klek­ing. Palleba og Marsanna neyð­ara­ dýr­ini tey. Trongligt verð­ur hjá teim­um at bú­leik­ast í Føroyum við ong­um frøði­heiti, hóast hesi heiti eru sum í murruni. Tey bæði verða ífyllu­leikarar – stat­ist­ar – í okkara lítla samfelag. Og hvør kann trívast í slík­um hurlivasa uttan við viku­ skift­is rýmingum? Í 25 ár varð VARÐIN – Før­oyskt Tíðarrit – ritstjórnað av yrkj­ar­ anum, kritikaranum og mál­frøð­ ing­inum Rikardi Long (1889-1977). Í bók­ini ”Kveikt og kannað,” sum Før­oya Skúlabókagrunnur gav út í 1979, hevur Hanus Andre­as­sen, rit­høv­undur, meist­araliga lýst fjøl­broytta menta­mannin Rikard Long. Í hes­um dýrgripinum við 355 síð­um lesa vit, at ”í grein­um og um­ mæl­um sín­um vísti Rik­ard Long á, at mál­reins­ar­ar­nir, av tí at teirra mál­søgu­liga vit­an var ov grunn, kundu koma at beina fyri orð­um í før­oysk­um, sum teir hildu vera donsk, men sum altíð høvdu verið í før­oysk­um, og sum høvdu fe­lags­ norr­ønan uppruna…..” Og tað er hent í ólukku máta. Tað má vekja undran, hvussu óvan­liga virkin og dugna­ligur Rik­ ard Long var í sín­um langa lívi: hann var í trim­um lærarastørvum; eina fjórðingsøld ritstjóri á Varð­an­ um; virkaði í ára­vís í skrift og talu fyri ein­um livandi føroyskum máli; á mentanarøkjum í fleiri nevndum; legði fram fyri almenningin ”úr­slit­ ið av sínum málfrøðiligu kann­ing­ um;” skald og týðari var hann mill­ um tey frægu; lands­politikari. Og nógv ann­að. Hansara urtagarður ov­ar­liga í býnum var millum teir vakr­astu í Havn. Í tí klass­isku verju­ røð­uni, sum sak­før­ar­in Janus Djur­ huus helt (skriv­liga) í einum sak­ ar­máli í bý­ar­rætt­in­um 1944, vísti hann á eina kensluborna hending við ”….en skrantende Gloire de Fran­ ce Rose i sin skønne Have, som han selv [Rikard Long] har frem­tryl­ let….” Rikard Long segði í skemti­ligum práti, at í Før­oy­um kunnu fólk vera væl bjálv­að, men sjáldan brøv, tí tey fara í konvolutt eins og í øðrum lond­um um okkara leið­ir. Um vit líta 70 ár aftur í tíðina, ber til at siga, at av teimum dugnaligu lær­ar­un­um í realskúlanum, eitt nú Thom­as Nygaard, cand. mag. í ensk­ um, Chr. Haraldsen, cand.mag. í týsk­um, Hans Andr. Djurhuus, lær­ ari, Rich. Long, filosofikum, er ikki ov nóg sagt, at Rikard Long brúkti nógv av sínari tíð uppá næm­ing­ar­ nar á ymisk­an hátt. Eitt nú við út­ ferð­um og hugnaløtum í hansara vakra blómugarði. Hann var ein góð­ur pedagogur. Av tí at Rikard Long var (er) illa sædd­ur á trøðni í vest­ur­býnum, ella júst tí, áttu vit at hugsað meira sum Rik­ard Long, tá ið vit lesa og skriva og kjaka um okk­ara skrift­mál við ein­um av­kubb­að­um alfabeti, sum fjøtr­ar okk­ara móðurmál. Mentan Heri Mohr