Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kristina Clementsen vegna Unga Tjóðveldið Í núverandi løtu verður tað skapa ein ræðu­mynd av fram­tíð­ar­álit­in­um á pol­it­ isku skipanina. Lands­ins ovasti heldur, at lands­stýris­ fólk, ið bróta stýr­is­skip­an­ ar­lógina, ikki skulu verða koyrd frá. Sjálvur sigur hann, at einki landsstýrisfólk hevði ver­ið, um tey vórðu koyrd frá, tá lóg­in var brot­in. Við orð­um øðr­um: øll lands­stýr­ is­fólk fara ella hava brot­ið lóg­ina, og tað fær ongar av­ leið­ingar! Valskeiðið hevur verið stýrt av ov nógvum órógvi, og ov nógv misálit hava ver­ið á landsins leiðarum. Tað eru tiknar ov nógvar ábyrgd­ar­ leys­ar avgerðir av teimum, ið hava ábyrgd. Ferð eftir ferð er borgarin vorðin skelkaður av framferðarháttinum, tá tey ovastu í landinum hava log­ið, brotið lógir og svikið velj­ar­an. Tað eru ikki bara tey, ið hava logið, svikið og framt lógarbrot, ið hava skapt ruðuleikan í politiska lands­ lag­num. Vit mugu minnast til, at tað er meirilutin í Løg­ ting­in­um, ið stýrir landinum. Sit­andi samgonga letur held­ ur alt fara framvið, og tað eru eing­in í samgonguni, ið hava stað­ið stinn og tala ímóti øll­ um siðspilta, ið er farið fram í núverandi valskeiðið. Tá andstøðan hevur stað­ ið saman og kravt rættvísi, hev­ur tað fingið óvirðiligar við­gerðir, ið eru gloymdar aft­ur eftir stutta tíð. Borgarin í landinum vænt­ar loysnir og frá­greið­ ing­ar frá hægstu mynd­ug­ leik­un­um, tá misálit eru, men soleiðis hevur tað ikki ver­ið. Eingin í samgonguni er komin við veruligum ábyrgd­ ar­full­um avgerðum, tá stór mis­tøk hava verið. Ov­asti í landinum er ikki kom­in við loysnum, men hann er heldur komin við sam­an­ ber­ing­um, ið skulu ímynda at siga okkum, hvussu hann vel­ur at stýra Føroya landi. Løg­maður hevur ikki mett, at lóg­arbrot hava verið nóg góð­ ar grundgevingar at koyra landsstýrisfólk frá. Tað kenn­ist sum, at løgmaður kenn­ir tað líkamikið, tá ein lóg er brotin. Sjálvandi ávirk­ ar tað eisini fólkið, ið eig­ur at hava álit á honum sum rættvísan. Skal tað sig­ast, so gevur hann ongum veru­ligt álit ella trúgv á eina fram­tíð­ ar rættvísa politiska skipan aft­ur. Núverandi landsins leið­ ar­ar geva ungum og eldri eina ræðumynd av, hvussu land­ið hjá okkum verður stýrt í framtíðini. Landsins leið­ar­ar sleppa avstað við lygn­um og lógarbrotum, tí teir verða vardir av teim­ um, ið eru fólkavald. Sam­ gong­an skapar eina ræðu­ mynd av, at tað verður einki gjørt við lógarbrot hjá landsstýrisfólki. Einki verð­ur gjørt við nakað, men ábyrgdin og skyldin hjá einum landsstýrisfólki verð­ur tveitt á almennar stovn­ar, ið ikki hava møgu­ leika at bróta t.d. eina stýr­is­skip­an­ar­lóg. Tað er eingin, ið tryggjar okk­um, at skyldurnar hjá pol­it­ik­ar­ um verða røktar í rætt­vís­an mun. Um løgmaður, lands­ stýr­is­fólk og tingfólk ikki virða landsins lógir, hvussu ynskja teir so framtíðina hjá Før­oya landi at síggja út? Vit krevja loysnir, og ikki uttanumtos um, hvat verð­ ur følt er rætt og skeivt. Vit krevja, at lógir landsins verða fylgdar, og at landsins leið­ar­ar taka ábyrgd og av­ gerð­ir. Vit krevja álit aftur á pol­it­isku skipanina, tí nú­ ver­andi politiska landslag er merkt av ábyrgdarloysi og líka­sælu. Vit krevja eina nýggja landsins leiðslu við veru­ligum hugsjónum, ið tryggj­ar eitt fólkaræði í há­ sæti. Fríðálvur A. Jensen Eitt eg kann byrja við at siga um Sakaris Emil Joensen er, at onskursvegna er hann eitt sindur “huldisligur,” men ger hann sanniliga ikki minni áhugaverdan. Tað, sum er við elec­tro­ popp­in­um er, at hann, fyri meg, hevur nakrar ávísar “grund­tónar,” sum føra meg onkra­staðni aftur í sjeyti- ella áttatiárini og kenslan av disco er heldur ikki heilt fjar. Eksperimenterandi tón­ leik­ur er eisini blivin ein part­ur av tí, sum føroyski tón­leik­urin hevur at bera fram og tað er Sakaris sanni­liga eksponentur fyri. Vit hava, hesi seinastu árini, sæð og hoyrt nógv nýtt koma út, men her hev­ur Sakaris duga hetta, at fáa eldri sjangrur inn í sína útgávu og tað er hann hegn­is­liga og væl komin frá – flott! Tað er kanska nakað við hansara tónleiki, sum ikki dreg­ur alla “fjøldina” við sær, men tað hevur hann kanska ikki lagt seg eftir, tí hann ger tað serstakliga gott og gjøgnumført og tað eri eg sera fegin um. Ein skal sanniliga fara eft­ir tí ein vil hava fram, tí tónleikur og mentanin skulu geva listafólkinum eina kenslu, at hetta er boð­ skap­urin og eg havi gjørt mítt og so er tað upp til okk­um, at meta um avrikið. Sum eg havi sagt, er henda sjangran kanska ikki tann, sum “selur” allar best, men eg eri sera fegin og eitt sindur ovfarin um júst hesa seinastu útgávuna hjá Sakaris, tí hon er bæði væl frágingin og gevur mær eina dragandi kenslu – aft­ ur í tíðina. Tað er nú eina ferð so­ leið­is, at skulu vit hava eina uppliving, er tað upp til hvønn einstakan at meta um góðskuna og tað ein vil hoyra, men her hevur Sak­ ar­is rakt nakað serligt, sum eg seti høgt! Stakútgávan “DOW­ NER” er væl úr hondum greidd – FLOTT! Nýggja útgávan hjá Sakaris gevur mær góðar kenslur og fær meg aftur í tíðina! Framtíðarálitið á politisku skipanina svíkir Føroyski tónleikurin hevur STÓRA rúmd! kjak Kristianna Winther Poulsen tingkvinna Í Føroyum hava vit ikki fyri at tosa stórvegis um, hvussu sinn­ið hevur tað. Tað er ikki so ring at fortelja, at grannin breyt beinið, ella at omman fekk nýggja mjødn. Men at for­telja, at dóttirin sker seg í egn­an kropp, tí hon hevur so ilt í sálini, ella at sonurin er so deprimeraður, at hann fer ikki útum hurðina, krevur meira. Tey tíðindini síggjast ikki á Facebook. Sálarheilsa er eisini fólkaheilsa Árgangur 2000 skal vera royk­frí­ur, og ikki visti eg, at tað at drekka reyðvín kann hava so stórt árin á, um vit fáa bróst­krabba ella ei. Góð átøk og góð upplýsing frá Fólka­heilsu­ráð­num, sum hava at gera við okkara lik­ am­ligu heilsu. Umframt arbeiðið við lik­ am­ligu heils­uni eigur Fólka­ heilsu­ráð­ið eisini at seta sál­ar­heils­una á skrá. Tí sál­ ar­lig­ar avbjóðingar eru ikki minni álv­ars­ligar enn sigar­ ett­ir, rús­evni, rúsdrekka, ósunn­ur kostur og likamligt leti, sum í løtuni eru tey øki, Fólka­heilsu­ráð­ið arbeiðir við. Talan kann vera um at fara út á skúl­ar og fortelja fyri børn­um og ung­um, at pína í sálini ikki er so óvan­ ligt, sum tey kanska halda. Vit vita frá gransking, at nógv føroysk børn og ung hava sál­ar­lig­ar trupulleikar. Eitt upp­lýs­ings­átak um hetta er við­kom­andi og viktugt, so at tey kunnu kenna seg minni einsamøll og skilja, at tað ikki er so ónormalt at kenna seg øðrvísi og utt­ anfyri. Í stóru fólka­heilsu­ætl­an­ ini, sum Almanna- og heilsu­ mála­ráð­ið gav út í 2006, er sál­ar­lig líðing tikin ein av før­oysku fólkasjúkunum. Sam­bært hesari ætlan er sál­ar­lig líðing orsk til um­leið 30 prosent av øllum seingja­ døg­um á føroyskum sjúkra­ hús­um. Mørk flyta seg Í øðrum londum er arbeiðið móti stigmatisering av fólki við sálarligum avbjóðingum. Upp­lýsing skal til, og tað vís­ ir seg ofta, at tað ikki er fyrr­ enn annaðhvørt vit sjálvi ella ein av okkara avvarðandi fær eina trupla tíð í lívinum, skilja vit álvaran og seta okk­ um inn í øki. At okkara samfelag er so lít­ið, er bæði eitt vælsignilsi og eitt forbannilsi. Anonyma til­ver­an er ógjørlig, tí øll kenna øll, og tí krevur tað styrki at vera øðrvísi; tá eru vit stemplað í ævir. Men mørk­ini flyta seg, eisini tí tað eru fleiri og fleiri fólk, sum tora at fortelja teirra søgu um sál­ar­ligar avbjóðingar og líð­ing­ar. At fáa sálarheilsu mill­um raðfestingarnar hjá Fólka­ heilsu­ráðnum er ein partur av hesi uppgávu. Sálarheilsan – tað sum eingin sær og fá tosa um