Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Ársins spælarar skulu heiðrast Fríggjakvøldið 21. november verður serlig fótbóltssending, har ársins spælarar skulu finnast hjá bæði monnum og kvinnum Tróndur Arge Sum siður er, so fer Miðla­ húsið at aftur í ár at skipa fyri, at ársins spælari verður valdur hjá bæði kvinnum og monnum í bestu deildini í føroyskum fótbólti. Hetta verður gjørt í samstarvi við Fót­bóltssambandið. Tað verða venjarar, liðskiparar og ítróttartíðindafólk, sum atkvøða. Tiltakið verður fríggja­ dagin 21. november klokkan 17.30 í hølunum hjá nýggju mat­stovuni í FSF-húsinum, No12, har Rás2 fer at hava beinleiðis sending. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum Miðlahúsið hevur skip­ að fyri. Talan er um ikki færri enn 20 heiðurslønir, sum skulu latast teimum bestu í før­oyskum fótbólti. 20 heiðurslønir Eins og hini árini, so verður talan um 20 heiðurslønir, har tíggju eru til menninar og tíggju til kvinnurnar. Fyrst og fremst, so skulu ársins spælarar finnast. Umframt tað, so verður ársins málverji, ársins verjuspælari, ársins miðvallari, ársins áleypari, ársins ungi spælari, ársins dómari og eisini ársins venj­ ari kosin. Afturat hesum, so skal ársins lið eisini finnast. Ársins ungi spælari Í fleiri ár hevur tað verið valt »ársins stjørnuskot«. Hetta bleiv broytt í fjør til »ársins ungi spælari«, sum skal vera ein spælari í U21- aldri. Mangan hevur verið ógreitt, nær ein spælari er eitt stjørnuskot, og onkuntíð hevur sami spælari vunnið heiðurin tvey ár upp í slag. So fyri at koma fløkjuni til lívs, so verður flokkurin broyttur til ein ávísan aldur, sum ikki ókent frá eitt nú Premier League, har aldurin tó er 23 ár. Her er bara talan um spælarar í Effo-deildini. Hesin leisturin fekk góða undirtøku frá baklandinum í fótbóltsheiminum, og fyrstu vinnararnir av »ársins ungi spælari« vóru Hørður Askham(B36) og Kára Djurhuus (EB/Streymur/ Skála). Ársins lið broytt uppstilling Tað er mangan torført at greiða allar fløkjurnar í sam­ band við ársins lið. Í ár eru nakrar tillagingar gjørd­ ar í mun til ársin lið í fjør. Atkvøðurnar, sum verða lætnar til ársins spæl­arar, eru eisini við til at mynda ársins lið. Tað verða ítróttar­ skrivararnir hjá Miðla­hús­ inum sum seta liðið, men hetta verður gjørt við stór­ um atliti til, hvussu atkvøtt hevur verið um ársins spælarar. Í fjør varð liðið stillað upp í 4-3-3 uppstilling. Her vístu fleiri fótbóltsáhugað á, at rættari og lættari hevði verið at sett liðið upp í 4-4-2. Hetta gevur millum annað greiðan skilna millum miðvallarar, vengir og áleyparar. Her kann verða torført at skilja millum ávísar spæl­ arar, sum skifta millum pláss­ini. Her verða ávísar bólk­arnir, so hesir ikki koma fyri órøttum, tí teir fáa at­ kvøður til ymiskt pláss og har­við eru fyri órøttum. Kunngera atkvøðurnar Fyri at skapa mest møguligt gjøgnumskygni, so tók Miðla­húsið stig til, at allar at­kvøðurnar blivu almanna­kunn­gjørd­ ar mánadagin eftir tiltakið. Hetta bleiv gjørt fyri at skapa mest møgu­ligt gjøgnum­ skygni. Hetta er púra vanligt, tá FIFA Ballon d’Or verður handað besta spælara í heiminum. Her var afturmeldingin somu­ leiðis góð frá fótbólts­bak­ landinum. Tó verða atkvøðurnar til ársins dómara ikki kunn­ gjørdar. Hetta er eftir ynski frá spælarum og venjarum, fyri ikki at skapa óneyðugt kjak um dómarar, sum til tíðir kann blíva býttisligt og primitivt. Atkvøðurnar verða kunngjørdar í Sosialinum, sum kemur út mánadagin um eina viku. Velja 1, 2 og 3 Eins og í fjør, verða stig givin fyri hvørja atkvøðu. Nummar eitt fær 5 stig, nummar tvey fær 3, meðan nummar trý fær 1 stig. Síðani verða stigini tald saman. Venjarar og spælarar kunnu ikki at­ kvøða fyri teirra egna liði. Í sam­bandi við venjarar, sum eru kunngjørdir hjá øðrum feløgum, so umboða teir felagið, ið teir vóru venjarar hjá, tá kappingarárið endaði. trondur@sosialurin.fo Atkvøðast skal til: Ársins spælari Ársins ungi spælari (Spælari við U21-aldri) Ársins málverji Ársins verjuspælari Ársins miðvallari (íroknað vengur) Ársins áleypari Ársins venjari Ársins dómari Ársins lið fótbóltur