hósdagur 6. november 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. november 2014 · Nr. 127
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Nevndin í
Sosialistisk Ung
7.000 núlivandi føroyingar
fara at liva við sálarligari
avbjóðing. Altso 7.000 før
oyingar kunnu vænta sær
minst eina ferð í lívinum at
fáa brúk fyri fakkønari sálar
hjálp í styttri ella longri tíð!
Øll menniskju hava rætt
til eitt virðiligt lív – tað legg
ur lógarverk okkara í øllum
førum upp til. Men ein kann
loyva sær at ivast í, um hetta
sæst aftur í veruleikanum, tá
fólk kenna seg noydd til at
reka fýra ung fólk við sálar
ligum avbjóðingum úr einum
grannalagi.
Tað er skeivt at reka fólk
burtur, uttan mun til, hvørja
orsøk fólk halda seg hava.
Ávísir samfelagsbólkar eru
tó so tabuiseraðir, at fólk
kenna seg noydd til at reka
hesar samfelagsbólkar burt
ur – og tað at onkur sær seg
noyddan til at gera tað, kann
bara vera, tí at vit sum sam
felag ikki hava verið nóg
dugnalig til at kunna.
Hvat er sálarsjúka? Tað
kann vera, tá ein persónur
er vorðin óarbeiðsførur við
strongd. Tað kann vera ein
persónur, ið aftaná ferðslu
vanlukku hevur angist, og
tað kann vera ein persónur,
ið aftaná skúlagongd við
nógvari happing hevur tung
lyndi.
Av tí at talið av persón
um, ið hava ella fara at fáa
sálarsjúku, er so høgt, mugu
vit skilja, at vit sjálvi kunnu
gerast sjúk, og at vit sjálvi
kunnu gerast avvarandi.
Nógvir
fordómar
eru
knýttir at sálarsjúku, og
hetta tabu ger, at fólk kunnu
hava ilt við at umgangast
sálarsjúk. Vit halda næstan,
at sálarsjúka smittar, at tey
kunnu vera vandamikil ella
at tey gera, at tað verður
keðiligt at búgva í granna
lagnum – men hetta passar
ikki. Tað finst einki granna
lag í Føroyum, sum ikki longu
hevur fólk við sálarligum av
bjóðingum – og allar oftast
eru hesi fólkini væl dámd, og
fólk í grannalagnum eru glað
fyri at hava tey har.
Psykiatriski
depilin
á
Landssjúkrahúsinum
varð
bygdur fyrst í 70’unum við
100 seingjarplássum. Í dag
er talið av seingjarplássum
komið niður á eini 40. Sam
bært Eyðuni Joensen (fyrsti
sálarfrøðingur
í
Føroy
um) vóru tað fleiri enn 100
sjúklingar, tá tað stóð harð
ast á, men tað er vorðið
gjørligt at minka um talið
av seingjarplássum, tí at
viðgerðin fyri sálarsjúku er
vorðin nógv betri, soleiðis at
fólk við sálarligum avbjóð
ingum nú hava møguleikan
at fara út aftur í samfelagið.
Av hesum sama er tað
fantastiskt, hvørja ferð nýggj
tilboð koma, sum loyva fólki
út í samfelagið aftur – tey
fara út fyri at gerast frísk,
fyri at fáa tað betri, og fyri
at vera saman við fólki, sum
tey kunnu njóta avmarkaðu
tíðina, vit øll liva saman í.
Tey fara út, tí tey og teirra
hjálparfólk vita og vænta, at
tey fáa tað betri av tí og eru
nóg frísk til tað.
Byggingin hjá Bústøðum
við Íslandsvegin, har ætlan
in var, at ung fólk við sálar
ligum avbjóðingum skuldu
fáa nakrar íbúðir, kundi
verið eitt dømi um, at for
dómarnir trívast alt ov væl
í Føroyum. Nú hevur Ís
landsvegur so meldað klárt
út, at har hevur eingin und
irskriftainnsavnan verið, so
ógerðin má liggja aðrastaðni
í skipanini. Tó er eingin ivi,
at ómetaliga nógv fólk verða
særd, tá tað frættist, at fólk
í einum grannalagi hava
savnað undirskriftir inn, tí
tey ikki vildu hava sálarliga
avbjóðaði fólk í grannalag
num. Tað merkir tó ikki, at
grannarnir eru ring fólk –
her hava vit øll eina ábyrgd
at kunna.
Vit í Sosialistisk Ung
meta, at óttin fyri tí ókenda
er
veruligi
trupulleikin.
Hóast vitanin innan psyki
atriina er tvífaldað seinastu
20 árini, er vitanin millum
fólk rættiliga avmarkað, og
av tí sama eru fordómarnir
nógvir. Vit eiga at lata upp
fyri vitanini, gera ein enda
á fordómunum og virða ym
iskleikan. Gera vit tað, verða
Føroyar eitt betri stað fyri
øll!
Tað at ein hevur sálarligar
avbjóðingar ella er sálarsjúk
ur, merkir ikki, at ein er sjúk
an. Ein er fyrst og fremst eitt
menniskja sum øll onnur. All
ir teir føroyingar, ið eru sál
arliga avbjóðaðir, eru vinfólk,
børn, foreldur og systkin hjá
okkum.
Eitt gamalt orðatak er,
at ein vinur kann vera ein
fremmandur frá í gjár. Teir
føroyingarnir í túsundtali, ið
hava sálarligar avbjóðingar,
eru líka góð, deilig og fantast
isk fólk sum øll hini, ið ikki
eru sálarliga avbjóðað – tey
eru vinir okkara, ikki fremm
andafólk.
Við javnaðarkvøðu
Ein vinur kann vera ein
fremmandur frá í gjár
Gert Brovall
Søndag aften d. 26.10.2014,
blev jeg akut indlagt på
hjerteafdelingen på 8. eta
ge, med en stor blodprop i
hjertet.
Jeg vil gerne takke af
hele mit hjerte, afdelingens
læge og sygeplejersker for
meget
professionel
be
handling. Jeg er sikker på,
at jeg ellers havde været
død.
Behandlingen var hur
tig og effektiv. Jeg følte mig
under hele forløbet, tryg og
i de ”bedste hænder”. Jeg
modtog kærlig omsorg og
forståelse for den alvorlige
situation jeg befandt mig i.
Tusind tusind tak for det.
I det videre forløb blev
jeg fløjet til Billund luft
havn,
med
ambulance
transport til Skejby Syge
hus i Danmark. Under hele
rejsen var jeg ledsagedet af
en Færørsk læge og syge
plejerske, som igen gav mig
den bedste behandling og
omsorg.
På Skejby Sygehus har
jeg modtaget videre be
handling. Jeg har fået 2
ballonudvidelser og venter
nu på, at jeg bliver helt rask
igen.
Akut hos
pitalsind
læggelse
på Lands
sjúkrahúsi
kjak
Tíðindaskriv
Í januar verður arbeiðið
at umbyggja høvuðssætið
hjá Posta ætlandi boðið
út. Útboðið er í tveimum.
Fyrri partur er at dagføra
alla fasaduna. Hetta merkir
at skifta allan klædningin,
skifta flestu rútar og gera
broytingar við glasi og list,
soleiðis at heildarmyndin av
bygninginum og umhvørv
inum innan og uttan verð
ur betrað munandi. Seinni
partur er at dagføra innrætt
ingina í miðhæddini. Hesin
partur fevnir um avgreiðslu,
sølu og rakstur, íroknað post,
frakt og filateli.
Við sínum 7500 kvm er
talan um ein av størstu bygn
ingum í Føroyum. Hann varð
tikin í nýtslu í 1989, og Posta
leigaði seg inn í bygningin
í 1990. Í 1995 keypti Posta
bygningin.
Joel undir Leitinum, stjóri
á Posta, sigur at bygningurin
verður nútímansgjørdur, so
leiðis at hann hóskar til tað
virksemið, sum Posta hevur
í dag, og at hann sampakkar
við tær ætlanir Posta hevur
við virkseminum frameftir.
Samstundis skal bygningurin
lýsa virðir, missión og visi
ón virkisins. M.a. álit, fyri-
takssemi, ferð, trygd, lønsemi
og nútímansgerð. Bygning
urin skal vera eitt gott og
motiverandi stað hjá starvs
fólki, viðskiftafólki og leigar
um at vera.
Umbyggingin er teknað
av arkitekti Heidi H. Poulsen.
Fyrsta byggistig skal eftir
ætlan bjóðast út í januar
2015 við byrjan í mars. Næsta
byggistig skal ætlandi byrja í
august 2015.
Posta røkkur hvørt stað í
landinum hvønn dag. Posta
fevnir um 126 ársverk, 60 bil
ar, eina sølu á gott 90 mkr
og virksemi kring alt landið.
Posta ber á mál.
Høvuðssætið hjá Posta skal í komandi ár undir eina stóra umbygging. Klædningur og
vindeygu verða endurnýggjað og broytt, og verður bygningurin innrættaður, so hann
hóskar betri einari nútímans fyri- tøku og til tær framtíðarætlanir ið Posta hevur.
Posta dagførir høvuðssætið á Óðinshædd