Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014 4 VIKUSKIFTI Børn og ung sova í miðal ein tíma ov lítið um samdøgrið. Svøvnur hevur stóran týdning fyri heilsuna. Ov lítið av svøvni ger tað trupult hjá barninum at læra. Børn og ung kenna ikki sín tørv á svøvni, og tískil er tað tín ábyrgd at geva teimum, og læra tey, góðar svøvnvanar Latið børn og ung sova seg klók Heilsuframi og fyribyrging Sum partur av sjúkrarøktarfrøðiútbúgvingini á Fróðskaparsetri Føroya verður skrivað grein innan heilsufremjan og fyribyrging. Tey lesandi eru tá komin um hálva leið í útbúgvingini. Hesar greinar viðgera sjúkrarøktarfakligan spurdóm innan heilsuframa og/ella fyribyrging í samfelagsligum høpi. Komandi vikurnar prentar Vikuskifti nakrar av hesum greinum Í dag er nógv fokus á, at børn skula verða virkin og liva sunt. Vit hoyra dagliga, hvussu týdningar­mikið tað er at røra seg og eta sunt. Vit síggja tað í sjón­ varp­inum og hoyra tað í útvarpinum. Hvar bleiv svøvnurin av í øllum heilsu­ rákinum? Vit kenna tað nokk øll. Børnini orka ikki upp um morgunin. Tey sita og hanga við morgunmatarborðið og orka ikki at koma ígongd. Tey geispa so kjálkabeinið næstan fer úr lið, gníggja sær um eyguni. Kanska fóru tey ov seint í song kvøldið fyri? Tað var bara so hugna­ligt at vera í føðingardag, prátið gekk so væl og børnini hugnaðu sær. Men í morgun sæst á gimsteinunum, at tað var nakað seint at koma heim. Kanska hevði verið betri við einari daddu, so at børnini fóru fyrr í song og vóru væl fyri, nú gerandisdagurin aftur byrjar. Svøvntørvur Svøvnurin er ein tann týdningarmesti grundarsteinurin undir eini góðari heilsu og fyri at kunna klára øll tey stimuli, vit vera útsett fyri, bæði likam­ liga, sálarliga og sosialt. Svøvnurin held­ur kroppinum í javnvág og gevur honum nýggja orku. Vaksin skulu sova uml. 7,5 tímar hvørja nátt, meðan børn hava ein størri tørv á svøvni. Danska Heilsu­stýrið viðmælir, at børn og ung hava eitt regluligt svøvnlag og ávísa nøgd av tímum, sjá talvu. Barnið hevur nógvar upplivingar gjøgnum dagin, sum skulu leggjast upp á pláss í heil­anum um náttina. Tey hava tí brúk fyri nógvum svøvni. Økir í heilanum, ið vera brúkt til at læra við, eru tey somu, sum eru virkin í svøvninum. Svøvnurin venur tær funktiónir í heilanum, sum eru týdningar­miklar fyri menningina av minninum og evnunum at læra. Tá barnið byrjar í skúla, koma fleiri nýggj krøv. Tey skulu tá nema sær nýggjan lærdóm, byrja at íðka ítrótt og annað. Hendan nýggja tíðin kann gera sítt til, at barnið fær strongd, og hetta kann ávirka svøvnin. Í hesum aldrinum kann svøvn­mynstrið hjá barninum broytast. Skúlabørn og tann­ áringar undirsvøvnt Rockwool Fonden hevur gjørt eina um­fatandi gransking, ið fevnir um familju­viðurskiftir við serligum atliti at lívs­korunum hjá børnunum. Hetta fyri at fáa eina mynd av gerandisdegnum hjá børnum, hvat brúka tey tíðina til, og hvønn týdning gerandisdagurin hevur fyri heilsuna hjá teimum. Ein onnur orsøk til hesa kanning var, at donsk børn ikki klára seg eins væl í PISA kann­ingum sum børn úr øðrum londum. Hugt verður m.a. eftir, um tey fáa nokk av svøvni, hyggja ov nógv í sjónvarp, um ov nógv av tíðini fer til telduna. Tað, at børn sova teir tilmæltu tím­arnar um samdøgrið, ger, at tey klára seg betur í skúlanum og seinni eis­ini úti á arbeiðsmarknaðinum. Eitt úrslit úr kanningini, har kannað var, hvussu nógvar tímar tað bleiv sovið undan einum skúladegi í aldrinum 7-17 ár, vísti, at nógv skúlabørn fáa ov lítið av svøvni, men serliga eru tað børn í aldrinum 7-9 og 15-17 ár, sum ikki fáa teir tilmæltu tímarnar. Á leið 50% av 7-9 ára gomlum og 60% av 15-17 ára goml­um fáa ikki tann tilmælta svøvnin. Ein niðurstøða var, at miðaltalið av svøvninum hjá skúlabørnum undan einum skúladegi er ein tími ella meira ov lítið av svøvni. Tað varð eisini kannað, um tað hevði týdning, hvar í landinum tey búgva. Har vísti úrslitið, at um familjan/húskið býr uttan fyri høvuðs­staðin og serliga úti á bygd, eru tað lut­falsliga fleiri børn, ið fáa ov lítið av svøvni. Svøvntrot – og hvat so? Í yrking, sum er ætlað gudinum Óðini stendur: »Tann, sum ikki fekk náttarfrið, fekk ikki ein góðan dag«. Troytta skúlabarnið leggur høvdið niður á borðið at fáa sær ein blund. Tað kemur oftani ov seint í skúla ella