Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014 5 VIKUSKIFTI hevur nógvar »sjúkradagar«. Trívist illa millum floksfelagarnar, vísir lítlan áhuga fyri at læra, og hevur ikki bind­ indi til at arbeiða. Hesi teknini kunnu vera ein ábending um, at barnið ikki svevur nógv mikið. Tað er trupult at siga, júst hvussu nógvan svøvn einstaka barnið hevur brúk fyri. Tískil er tað upp til foreldrini at ansa eftir, hvørji tekin eru at síggja, og virka hóskandi, alt eftir hvørji tekn­ ini eru. Týðiligastu teknini upp á, at børn ikki hava sovið nóg mikið, eru, at tey hava trupult við at vakna um morgun­in, ringt lag, sein ella yvirhøvur lítið hugaði í at byrja dagin. Tá barnið er farið frá húsum, t.d. í dagstovn, sýn­ast onnur tekin upp á svøvntrot. Tað kann vera, at barnið ikki orkar at spæla, virkar klossut, og kemur kanska til skaða av ósketni. Tað er staðfest, at saman­hangur er millum børn, ið sova ov lítið, og teir skaðar børnunum er fyri. Barnið er barn – tú hevur ábyrgd Hevur títt barn nakrantíð biðið um at sleppa í song, tí tað stúrir fyri at verða ov troytt dagin eftir, orsakað av ov lítl­ um svøvni? Nei, ha? Tí børn kenna ikki sín tørv, tískil er tað tín ábyrgd at geva teim­ um góðar svøvnvanar. Foreldur eru tey, sum hava høvuðsábyrgdina fyri barn­inum, og at barnið er úthvílt til at klára tær avbjóðingar, sum eru ígjøgn­ um dagin. Kenn barn títt, hygg at barn­ inum, um tað er úthvílt. Góður svøvnur og fastar mannagongdir beint undan songar­tíð eru ofta samantvinnað. Tá tú skalt hjálpa barninum til betri svøvn, er týdningarmikið, at tú gerst varug/ur við umhvørvið beint undan songartíð. Her verður frárátt at barnið leikar í, hyggur í sjónvarp, teldu/ipad og playstation. Tilrátt verður í staðin rólig og hugnalig samvera við barnið, so sum at busta tenn, lesa søgu, syngja. Har­afturat er eitt gott umhvørvi í kam­ar­inum gott at hava í huga, har tað ikki er ov heitt, frísk luft, myrkt ella skýmligt. Ljós hevur ávirkan á, nær ein gerst troyttur og vil sova. Um tann­áringurin ikki brúkar teldu ella líknandi í minsta lagi ein tíma áðrenn songar­tíð, kann tað bøta um inn­ sovingar­tíðina. Ikki at drekka nakað sum inniheldur coffein og ella eta sjoko­látu, stuðlar undir at falla í tyngd og sovna. Regluligar songartíðir, bæði ger­andisdagar og í vikuskiftinum, økir eisini um reglusemið í svøvnlagnum. Vinningurin av nóg nógvum svøvni er, at móttøkan av lærdómi gerst lættari og plássið í heilanum tykist størri og betri skipað. Laissez-faire áskoðan Eingi almenn tøl eru, sum siga nakað um svøvn hjá børnum í Føroyum. Van­ ligt er, at vit samanbera okkum við Dan­mark, so vit kunna rokna við, at fleiri av okkara børnum sova í minsta lagi ein tíma ov lítið hvørja nátt. Av tí at Føroyar eru eitt lítið land, vera vit ofta samanborin við ein danskan provins­bý, og tískil meta vit, at støðan í Føroyum er at líkna við eina bygd í Danmark. Har vóru tað lutfalsliga fleiri børn, ið fingu ov lítlan svøvn. Svøvntíðir hjá børnum ávirkast eis­ ini av, hvussu einstaklingar og familjur eru í samspæli við hvønn annan og ávirka hvønn annan. Ikki er tað óvanligt í Føroyum, at síggja børn og ung spæla úti, ella vera saman við foreldrum til ein føðingardag ella onnur tiltøk um kvøldið. Vit hoyra eisini oftani fólk úttala seg um, hvussu deiligt tað er at búgva í Føroyum, tí her kunna børn­ini spæla frítt úti til tað byrjar at gerast náttar­myrkt. Tann føroyska upp­ alingar­mentan er í summum førum merkt av eini laissez-faire áskoðan, sum ber við sær at børn og ung hava sera fríar teymar har foreldur ikki blanda seg uppí. Hesar sannføringar og veru­mátar eru sera óheppin, um hædd skal takast fyri svøvntørvinum hjá barn­inum. Hetta setir eisini summi for­eldur í eina tvístøðu. Skal eg loyva barni mínum at gera tað, tí lystir, ella skal eg vera tann, sum setur mørk og her­við blívi tað stranga foreldrið. Tí sum áður nevnt, eru tað foreldrini, sum hava ábyrgd av at geva børnunum góðar svøvn­vanar, soleiðis at tey fáa tað til­mæltu mongdina av svøvni. Vitan, vegurin fram Soleiðis sum samfelagið er í dag, tykist tað, sum tað er ov lítil dentur lagdur á svøvn, og tann týdning góður svøvnur hevur á hvønn einstakan. Rákið í sam­ felagnum er ikki tilvitað um, hvussu nógvan svøvn børn og ung í veru­leik­ anum hava tørv á. Tí er tað av stórum týdn­ingi, at hesin trupulleiki kemur fram í ljósið, soleiðis at einstaklingurin eins væl og samfelagið kunnu gerast varug við trupulleikan soleiðis at tiltøk kunnu vera sett í verk, barninum at frama. Fyri at kunna fáa ein góðan svøvn, skal ein fara í song um somu tíð hvørt kvøld, sova í einum svalligum rúmi, har tað er skýmligt ella myrkt. Tað er av stórum týdningi, at foreldur gerast varug við, at barn teirra hevur tørv á góðum svøvni í eitt ávíst tal av tímum. Men eru foreldur ikki tilvitað, um at barnið svevur ov lítið, og teir vansar, ið harav koma, kunna tey ikki fyribyrgja, at barnið fær ov lítlan svøvn. Hesi hava skrivað greinina hesaferð: Andrea Klemmentsen, Elsa Bjørg Jógvansdóttir, Eyðgunn Jannie Dam, Lív við Ravnagil og Marit Petersen Ov lítið av svøvni hevur nógv neilig hjáárin hjá barninum Ov lítið av svøvni hevur nógv neilig hjáárin á barnið. Mongdin av vakstrar­hormonunum, sum hava stóran týdning fyri at uppbyggja kroppin og halda kroppin við líka, minka. Ov lítil svøvnur til barnið kann hava við sær: Svøvntørvurin:  Trupult við at læra  Erkvisni/ringt lag  Torført at hugsavna seg  Lága immunverju  Órógv í kroppinum  Líkasælu 0-3 mðr: 16-20 tímar um samdøgrið 3-12 mðr: 11-16 tímar um samdøgrið 1-3 ár: 10-12 tímar um náttina ...og 1-3 tímar um dagin 4-9 ár: 10-12 tímar um náttina 10-16 ár: 10 tímar um náttina 16-17 ár: 9 tímar um náttina