Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014 6 VIKUSKIFTI lagt til rættis: Barbara Holm Hesi eru fyrsti orðini tú finnur um festivalin á heimasíðuni hjá íslendska festivalinum Iceland Airwaves, og helst eru tey mong, ið kunnu nikka smílandi til hasa lýsingina. Íslendski festivalurin, sum byrjaði mikudagin og endar sunnudagin, telist í dag millum teir best umtóktu festivalarnar í teimum norðuratlantisku londunum. Festivalurin, sum varð hildin fyrstu ferð í 1999 í einum hangari á flog­vøllinum, er vorðin ein stórur pallur fyri nýggjan tónleik í Íslandi og aðrastaðni við. Nærum á hvørjum árið eru føroyskir bólkar at finna á festivalinum, og nakrir av størstu bólkunum í heiminum hava framført á Iceland Airwaves. Nevnast kunnu Florence and the Machine, Fatboy Slim, Bjørk, Sigur Rós og nógvir aðrir stórir bólkar í Íslandi og kring heimin. Men Iceland Airwaves er meira enn ein festivalur. Tónleikurin gongur fyri seg kring alt Reykjavík, inni í kirkjum, søvnum, diskotekum, barrum og ymiskum øðrum hugna­ ligum støðum. Og størri konsertir­ nar eru í vøkru Hørpuni, sum liggur í hjartanum av Reykjavík. Festivalgestirnir fáa sostatt høvi at uppliva pulserandi og sjarmerandi stórbýin Reykjavík, sum á onkran hátt minnir nógv um okkara egna høvuðs­stað, og tó so brýtur so nógv frá okkum. Tónleikurin er nýggjur og spennandi, fólki og kon­sert­ støðini innbjóðandi, veðrið kalt og til tíðir sera buldrasligt, men eftir stendur, at tú veruliga nært at fella fyri Reykjavík og tónleikinum minst tjúgu ferðir fyrsta kvøldið. Tá sunnudagurin síðani kemur, og Iceland Airwaves takkar fyri seg, ert tú helst sannførd/ur um, at leiðin gongur aftur til Íslands til luftbylgjurnar árið eftir. Í ár kunnu festivalgestirnir millum annað uppliva føroysku Hans Marius Ziska, Byrta og Gretu Svabo Bech, um­framt, at fleiri føroyskir/íslendskir bólkar eru á festivalplakatini, og nakrir føroyingar framføra á off-venue støðunum kring býin. Meira kann lesast um festivalin og skránna á icelandairwaves.is BYRTA Føroyski bólkurin Byrta teljast helst millum best umtóktu bólkar í landinum seinasta árið. Guðrið Hansdóttir og Janus Rasmussen eru eisini bæði kend innan íslendskan tónleik, har tey hava verið virkin seinastu árini. Janus Rasmussen er í Íslandi best kendur fyri sín leiklut í elektro bólkinum Bloodgroup. Ísland er helst eisini sermerkt fyri Byrta, tí tað var júst her, at bólkurin byrjaði sína eydnuríka tónleikaleið. Guðrið og Janus hittist í Íslandi og byrjaðu at framleiða tónleik saman, og úrslitið gjørdist tað, sum flestir føroyingar í dag kenna nógv til. Fyrsta fløgan frá Byrta kom í 2013, og síðani hevur Byrta verið at hoyrt á nærum hvørjum føroyskum festivali í summar og verið nógv spælt í loftmiðlunum. Byrta vóru á Iceland Airwaves í fjør og eru altso partur av festivalskránni aftur í ár. Byrta spæla klokkan 00.20 leygarkvøldið á Húrra. Marius Tónleikurin hjá Hans Marius Ziska kann helst bólkast sum singer/songwriter tónleikur, hóast fleiri ymiskar sjangrur hava verið at funnið í hansara rockkendu tónum. Marius byrjaði sína karrieru við rockbólkinum Flux, einans 16 ára gamal. Eftir fløguútgávuna frá Flux í 2001 fór Marius egnar leiðir, og í 2005 útgav hann sína fyrstu fløgu í egnum navnið. »The Sky is Our Home« var sera væl umtókt í Føroyum hetta árið og hevur verið nógv frammi í loftmiðlunum eisini árini eftir. Marius hevur verið víða kring rokktónleikin, men hansara nýggjastu tónar eru meira akustiskir. Eingin ivi er um, at Marius telist millum mest viðurkendu tónleikarnar í Føroyum, og tað prógvaði hann eisini til FMA í 2014, har hann fór avstað við fleiri virðislønum. Marius spældi á IcelandAirwaves í gjárkvøldið. Greta Svabo Bech Ein av nýggjastu nøvnunum á tónleikapallinum í Føroyum, sum hava fingið stóra viðurkenning uttanlands og í Føroyum við, er songkvinnan Greta Svabo Bech. Hon hevur skrivað eina ørgrynnu av sangum til aðrar tónleikarar kring knøttin, har ímillum amerikonsku songkvinnuna Cher. Greta var tilnevnd til eina Grammy virðisløn saman við Deadmau5 fyri lagið »Raise Your Weapon«, og er hon fyrsti føroyingur, sum hevur fingið eina slíka tilnevning. Hon er eisini sjálv ein framúr songkvinna, sum á palli framførir sínar vøkru sangir saman við elektroniskum tónum. Greta fer á pall í Reykjavík í kvøld klokkan 20.00, og verður tað í staðnum Frederiksen. Reykjavík bjóða tónleikinum inn »Klokkan er 04.00. Tú hevur verið á fimm kulum náttarstøðum, sæð tíggju frálíkar bólkar, fingið fimtan nýggjar vinir og verði forelskað/ur tjúgu ferðir. Møðin finnur teg. Tú ert til reiðar at finna eitt »afterparty«. Tú kanst ikki trúgva, at tú veruliga ert her. Tú hevur longu tikið avgerð um at fara aftur næsta ár. Og tað er framvegis bert tann fyrsti dagurin.« myndir: icelandairwaves.is