Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014 7 VIKUSKIFTI N ú noyðist onkur at steðga hasum yvirganginum hjá skúlabørnum. Foreldrini gera tað ikki. Tí noyð­ast lærararnir at gera, og tað upp á gamla mátan, hart móti hørð­um. Allur hasin frøð­inga­loga­peda­ gakk­ikkurin kann bara brúkast á feys­bukk­uni. Lærarin misti rættin at sláa aft­ ur í onkrari humaniterari manna­ rætt­inda­lóg fyri árum síð­ani. Men revsilógin er framvegis grund­að á veruleikan. Og hon er tí­bet­ur galdandi – enn. Revsilógin loyv­ir neyðverju, sjálvverju, nød­værge, tí okkara revsilóg er sjálv­andi donsk. So tá børnini sláa læraran í búkin, tey røkka ikki hægri, ella sparka hann á skinnabeinið, er bara eittans at gera, svara aftur, nev­an á kjaftin. Og heim til for­eldr­ini í langa fríkorterinum og geva teimum nevan á kjaftin eis­ini. Kanska rúka onkrar barna­tenn, men hvat so? Børn sleppa ókeypis til tannlækna, í skúla­tíð­ini. Børnini kunnu síðani kæra sína neyð til Barna­um­boðs­mannin á Løgtingsins Bumm­fall­era.fo. Sjálvandi skulu børn hava síni rætt­indi í friði. Tað sigur ST, sum hart­aði Føroyar fyri ikki at loyva skúla­børnum at fremja harðskap í skúla­tíð­ini. So tað sleppa tey nú. Lærarin kann verja seg við mót­álopi, sum er besta verjan, og vísa til revsilógina, tá foreldrini kæra. Summi vilja støðugt og áhald­ andi hava, at vit føroyingar yvir­ taka verjumál. Danir verja okk­um ikki nóg væl (móti hvørjum, skúla­børnum?). Kríggj er brostið á í fólka­skúl­ an­um um rættindi smáu borg­ar­ anna, borgarakríggj beint á. Hatta við at fleingja børn er burturoldað og primitivt, óment­að og heldur ikki akademiskt. Og nú eitur tað spanking. Men lærarar eiga fyri tað at sleppa at verja seg, fyrr var illa. Teir eiga bara at ansa eftir ikki at sláa fyrst, tí tað er forboðið sam­ bært lóg, eisini revsilógini. Og so handan væl tugda um at venda tí, sum slær, hin vangan ”men um onkur slær teg undir høgra vanga, tá vend honum hin eis­ini.” Matt...og so onkur tøl. Eis­ini burturoldað misskiljing. Bara hetta: vend honum...honum. Held­ur ikki tá brúktu kvinnur harð­skap. Ella vóru ongar kvinn­ur tá. Í skúlunum sláa genturnar ikki. Tær brúka aðrar bar­daga­snild­ir, men tær røkka ikki upp at royta. Psykiskur terror, sálarligur yv­ir­ gangur, happing, rigga eisini væl. Skúlin kann tó ongum uttan sær sjálvum geva skyldina fyri, at støðan er vorðin sum hon er. Skúlin dugur ikki longur at ala upp børn. Tað er burturvið at krevja, at foreldrini gera tað. Tey hava so nógv annað at gera og hugsa um. Foreldrini lata sam­ felagnum skatt. Aftur fyri hava tey fullan rætt at krevja, at sam­ fe­lagið loftar børnunum og ikki miss­ir tey aftur. Gevur teimum kvali­tetstíð. Og har svíkur skúlin so illa, at tey neyðars børn blíva ørkymlað. Tey gerast so líðandi av líð­ingini so ørkymlað, at tey eft­ir hálvt skúlaár í fyrsta flokki duga ikki at síggja onnur ráð enn at leggja á læraran. Lærarin eig­ur sjálvandi at sleppa at svara, hó­ast tað gamla í skúlunum var, at lærarin spurdi og næmingurin svar­aði. Nú svara børnini, tá lærarin spyr: skuldi tú spyrja frá nøkr­um? Ikki ber til klaga um foreldur til Bumm.fo. Børnini vita neyvan held­ur, hvussu foreldrini hjá teim­ um eita. Eingin skal siga teimum smáu borg­ar­unum, hvar í skúlastovuni, skáp­ið eigur at liggja, áðrenn skáps­hurðin verður sparkað inn, og yvirgangskroppar koma bóltandi úr skápinum. Hjá nonnunum fingu vit ein kross á talvuna fyri hvønn tíma, vit kláraðu at sita við krossaðum hondum og halda kjaft. Og vit vóru bara apatisk, tá vit fingu ein lúsing frá teimum hvítu í Svartaskúla. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Hart móti hørðum LURTA LES & UPPLIV lagt til rættis: Eyðun Klakstein LURTA! Gentan úr Detroit Miðskeiðis í 1970’unum var hon eitt stórt og heitt navn millum ungdómin – ikki minst menninar. Nú verður hon helst bólkað meira saman við Bonnie Tyler og Smokie á onkrari tón­leika­ligari síðugøtu. Suzi Quatro hevði eina veruliga rock­rødd, sum var drívmegin í sangunum, ið komu á hit­list­ar­nar í 70’unum. Í nýggja fløgupakkanum eru fýra fløg­ur, sum umboða fýra ymisk áratíggju, har Suzi Quatro hevur verið virkin. Onkrar av upp­tøk­un­um eru elligamlar og ókendar, aðrar eru nýggj­ar og ikki áður útgivnar. The Girl From Detroit City kall­ast nýggju afturlítandi fløgupakkin. Nýtt rættarmál ímóti Seierstad Norska Åsne Seierstad, sum herfyri vitjaði í Føroyum, er nú enn einaferð kravd eftir endurgjaldi fyri bókina Bokhandleren i Kabul. Seierstad búði hjá familju í kabul, sum hon brúkti sum íblástur til sín bestseljara. Hetta visti familjan einki um, og konan í húsinum hevur áður kravt Seierstad eftir endurgjaldi, men tapti rættarmálið. Nú er tað maðurin í húsinum, sum vil hava endurgjald fyri at verða nevndur í bókini. Tann fremm­ andi Mersault livir eitt smákeðiligt lív og tykist líkaglaður við tað mesta – eisini við at mamma hansara doyr. Dagin eftir hittir hann eina kvinnu, sum hann fær eitt forhold til, og hann hjálpir eisini alfonsinum Raymond við ymiskum. Hetta er byrjanin til órógv og dramatikk í lívinum hjá Mersault, sum endar við at drepa ein mann. Skaldsøgan Tann fremmandi er gjøgnumbrotið hjá franska rithøvundanum Albert Camus. Ein søga, ið noyðir teg at hugsa um lívið. Gomul telda fyri milliónir Ein av fyrstu Apple teldunum, sum Steve Jobs seldi, verður nú seld á uppboðssølu í New York. Teldan er sett til at hava eitt virði á góðar 3,5 milliónir krónur. Teldan er ein Apple-1 og er tann einasta teldan av hesum modelli, har tað kann prógvast at Steve Jobs sjálvur hevur selt hana. Steve Jobs skal hava selt hesa teldu úr bilskúrinum hjá foreldrunum. Apple-1 teldan er teldan, sum slóðaði fyri teimum persónligu teldunum, sum vit nú øll hava. Qvortrup vil ikki biða um umbering Tað var ein gøla av teimum stóru, tá ið tað kom fram, at danska blaðið Se & Hør hevði misnýtt loyniligar upp­lýsingar um brúk av kreditkortum fyri at skriva søg­ur um kend fólk í Danmark. Eitt nú høvdu tey um­veg­is keldur hjá IBM avlisið gjaldskort hjá eitt nú for­sæt­is­ráð­harr­anum og kongaligum. Blaðstjórin ein part av tíð­ini, hetta var gjørt, var Henrik Qvortrup, og hann vil ikki biðja um umbering fyri tað, sum blað­ið gjørdi. Hann sigur hinvegin, at hevði hann fing­ið kjans­in aftur, hevði hann gjørt tað sama. Fyrri heims­bar­dagi á skjalasavni Leygardagin er norðurlendskur skjalasavnsdagur, og í tí sambandi hevur Landsskjalasavnið opið hús mill­um kl. 14 og 18. Í ár eru liðin 100 ár síð­ani fyrra veraldarkríggj byrjaði. Hóast Føroyar ikki vóru beinleiðis partur, so hevði hetta tó stóra ávirkan á gerandisdagin í Føroyum. Á vári og sumri í 1917 søktu týskir kavbátar níggju føroysk skip. Skjøl og savnindi, ið hava samband við hesar hendingar, verða at síggja á Skjalasavnsdegnum og klokkan 15 hevur Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, áhugaverda framløgu. UPPLIV! LES!