Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014 8 VIKUSKIFTI tema Fólkaskúlin Ann Kristina Svabo Simonsen annkristina@sosialurin.fo Útbúgva vit fólk til landið ella av land­ inum? Tað er hesin spurningurin, ið Gunvør Balle heldur, at føroyska sam­ fel­ag­ið má taka støðu til. Fyrisitingin av skúlaverkinum varð yvirtikin í 1979, men kortini hava vit ikki ein føroyskan skúla. Ístaðin fyri at byrja frá grundini og byggja eina skúla­ skipan, ið passar til før­oysk viður­skifti, so hava vit støðugt kopi­era danskar skipan­ir, sum føroyskir skúla­myndu­ leikar bara hava pyntað uppá øll árini síðan, heldur Gunvør Balle. Og tað er sambært tingkvinnuni ikki nøktandi. Hon heldur, at tað er øgiliga nógv, ið týðir á, at tað eru nógvar tættir í skúlaskipanini, ið krevja stórar broyt­ ingar. – Vit mangla at taka tað grund­leggj­ andi kjakið um, hvat vit halda, at ein før­oyskur folkaskúli skal menna og menta børnini til, sigur Gunvør Balle. Hon heldur hetta botnar í, at vit ongan­tíð eru farin undir at gera tær grund­leggjandi broytingar, ið eru neyð­ ugar, so at tann føroyski fólka­skúlin passar til tað føroyska samfelagið. Tí er tíðin komin til, at vit mugu fara undir at byggja ein veruligan føroyskan skúla upp frá grundini, har vit sjálvi orða grundleggjandi innihald og virði. Ull og fiskivinna Høvuðstrupulleikin við at vit hava kopierað og tillagað donsku skipanina er, at fólkaskúlin bert er til tey, ið ynskja eina bókliga yrkisleið. Hetta er nakað, ið vit mugu tora at gera upp við, heldur Gunvør. Trupulleikin við hesum er ikki bert tann, at vit í stóran mun útbúgva fólk til eitt annað samfelag enn okkara egna, men eisini at tað ikki verður tikið atlit til tey børnini, ið ikki eru bóklig. – Samfelagið spyr eftir fólki við øll­um útbúgvingum og ikki bert bók­ ligum útbúgvingum, og tí haldi eg at vit mugu leggja dent á hetta longu í fólka­skúlanum, sigur Gunvør Balle. Tingkvinnan heldur, at kroppsligar børn detta niðurímillum – Fólkaskúlin er í stóran mun bert til tey, ið ynskja eina bókliga yrkisleið. Trupulleikin við hesum er millum annað, at tær kreativu og handaligu lærugreinarnar vera frávaldar, og børn við áhuga fyri hesum detta niðurímillum, heldur Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi Kreativ Áhaldandi tørvur á at dagføra fólkaskúlan – Samfelagið broytist alla tíðina, og tí er neyðugt áhaldandi at dagføra fólka­skúlan, soleiðis at hann er hósk­andi til nútíðar samfelagið. Í tí liggur eisini at skúlin skal vera føroyskur á tann hátt, at næmingar­ nir skulu læra um týðandi føroysk viður­skifti, samstundis sum heim­ urin uttanum okkum eisini hoyrir við í undirvísingina, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Login viðvíkjandi skúla­ fyrisiting­in er ikki dagførd síðani 1997, og av tí at samfelagið altíð broyt­ist, kundi tað væl verið neyðugt at dag­ført lógina, sigur Bjørn Kalsø. Hann sigur, at tað sum Menta­mála­ráð­ið ar­beiður við nú er at broyta skúla­bygn­aðin, so at skúlarnir verða skipaðir í økir og m.a. fáa ábyrgd av rakstrar­kendum uppgávum, sum nú liggja í ráðnum. er ætlanin at fara undir eina meira víðfevnda gjøgnum­gongd av fólkaskulalógini. – Um vit fara undir at dagføra lógina, so haldi eg tað verða um­ ráð­andi, at vit hava eina breiða politiska semju, so allir flokkanir fáa sett síni fingramerki á, sigur Bjørn Kalsø. Føroyskt viður­ skifti týðandi Mentamálaráharrin sigur, at skúlin í dag leggur dent á, at næmingarnar kenna til bæði føroysk og alheims viðurskifti. Hóast hetta heldur hann, at tey føroysku viðurskiftini kundi verið inndrigin nógv meira í teimum kreativu lærugreinunum. – Eg haldi at lærarnar eru øgiliga dugnaligir at inndraga føroysk viðurskifti í undirvísingina, men vit kunnu altíð gera tað betur, og tað er heldur ikki óhugsandi, at læru­ greina­samansetingin kundi verið øðrvísi, sigur Bjørn Kalsø. Hann heldur tó at tað er nógv føroyskt tilfar gjørt til flestu læru­ grein­arnar, og tað verður støðugt arbeitt við at framleiða meira. Eisini verður nógv gjørt við at fáa fólk inn á skúlarnar at greiða frá føroyskum viður­skiftum, og næmingarnar nema sær eisini kunnleika við mill­ um annað at vitja stovnar og virkir. Einstaki næmingurin Mentamálaráðið hevur lagt stóran dent á at útbúgva serlærarar, lesi­ veg­leiðarar, orðblindalærarar, og stødd­frøðivegleiðarar, so at skúlin betur kann møta tí einstaka næm­ ing­inum. – Tað er umráðandi, at tey, ið hava tað trupult, kunnu fáa ta hjálp, teimum tørvar, so tíðliga sum gjørligt og í nærumhvørvinum, sigur Bjørn. Allir næmingar eru tó ikki bók­ ligir, og fyri at gera tað lættari hjá teim­um at læra og trívast, og tí heldur Bjørn, at tað hevur ómetaliga stóran týdning, at undirvísingin er fjøl­broytt og tekur allar tættir við. – Eg haldi tað verða neyðugt at inn­draga tær handaligu og kreativu lærugreinarnar meira inn í undir­ vís­ingina, sigur Bjørn Kalsø og leggur afturat, at tað er ábyrgdin og skyldan hjá lærarunum at tillaga undir­vís­ingina soleiðis, at hon er lagað til tann einstaka. – Lærarnar eru øgiliga dugnaligir at inndraga føroysk viðurskifti í undirvísingina, men vit kunnu altíð gera tað betur, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður