Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014 9 VIKUSKIFTI mynd: savnsmynd mynd: savnsmynd tema og kreativar lærugreinar fylla alt ov lítið í núverandi fólkaskúlunum. Tað hevði verið upplagt, at havt fokus á tey før­oysku viðurskiftini í hesum, so at børn­ini eitt nú kunnu arbeiða við teim­um rávørum, sum eru í Føroyum. – Eg havi tosað við fleiri føroyskar snið­gevarar, ið siga at tað kann verða sera trupult at nýta ull sum rávøru. Eingin arbeiðir við ull sum rávøru, og tað er ikki eingongd ein skipað inn­ savnan av ull. Um man byrjar longu í fólka­skúl­anum at vísa ágóðan av ullini við at læra børnini at gera ull til tógv, so eggjar man harvið longu ungum at síggja møgu­leikarnir av tilfeinginum í okkara egna samfelag, sigur Gunvør. Um man legði dent á at vísa teir krea­tivu møguleikarnar, ið eru við Før­ oyum, so hevði hetta eisini viðført, at tær tekn­isku útbúgvingarnar gjørdist meira lokk­andi, og at tað kom ein størri javn­vágur í hvørja útbúgving føroy­ ingar valdu at fara undir. Umframt tær kreativu møguleikanir í Føroyum hevði tað eisini verið upplagt at inndraga vinnulívið í fólkaskúlan, sum til dømis fiskivinnuna, ferðavinnuna og kreativar vinnugreinar, so næmingar læra at síggja møguleikanir í at skapa og liva í Føroyum. – Í fólkaskúlunum skuldi man lagt nógv størri dent á bæði tað, ið vit liva av, og tann mátan vit liva upp á í Føroyum, so at virðini og livihátturin í Føroyum gjørdist ein náttúrligur partur av útbúgvingini hjá komandi ættar­lið­ um, sigur Gunvør Balle. Fólkaskúlin kundi verið breiðari – Vit mugu hava eina altjóða skúla­ skipan, so at okkara næmingar kunnu fara út í heim at lesa og virka víð­ari. Ein serføroyskur fólka­ skúli er ikki ein góð loysn, heldur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærara­felagnum, sum tó vísir á, at fólka­skúlin eigur at fevna breiðari. Tað ber ikki til at hava ein ser­ før­oyskan fólkaskúla, sum bert fylgir føroyskum leisti. Tað heldur for­maðurin í Føroya Lærarafelag, Herálvur Jacobsen. − Framhaldsútbúgvingarnar í Føroyum mugu fylgja við skúlunum í øllum heiminum, tí at næmingar skulu hava møguleika fyri at út­ búgva seg í útlondunum, sigur Herálvu Jacobsen. Tað er eisini av týdningi, at næm­ing­arnar í Føroyum fáa fríðar teymar at velja hvat tey hava hug at útbúgva seg sum. − Hóast vit hava trupulleika við fráflyting, har vit missa ein part av ungdóminum, so má tað verða gjørligt hjá øllum at velja tað út­ búgv­ing, tey ynskja, sigur hann. Herálvur Jacobsen heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki við, at vit í dag kopiera donsku skúlaskipanina. Tó heldur hann, at vit mangla at kjak­ast um hetta og at taka støðu til, hvat vit ynskja, at føroyski fólka­ skúlin skal fevna um, og hvussu vit ynskja at skipa hann. Fólkaskúlin fyri tey bókligu Hóast Herálvur Jacobsen ikki ynskir, at fólkaskúlin skal skipast av nýggjum, so heldur hann at fólka­skulin er alt ov tilrættaður til teir meira bókligu næmingarnar. Skúlin kundi verið nógv breiðari, so at fleiri næm­ingar kendu seg heima, tí tað eru jú als ikki allir næmingar, ið eru bókligur. – Fólkaskúlin átti at havt eitt nógv størri útboð av teimum meira praktisku, handaligu og kreativu læru­greininum, so at tað var pláss fyri øllum. Sjálv undir- vísingin kundi eisini verið skipað øðrvísi, so at hon var meira pra­k­- tisk, enn hon er í dag, vísur Herálvur á. Hóast fólkaskúlin ikki skal verða umskipaður so, at hann bert fylgir føroyskum viðurskiftum, so heldur Herálvur avgjørt, at man kundi dyrka styrkirnar í okkara samfelag. Man kundi millum annað gjørt nógv meira burturúr føroyskum sniðið og list, og innan fiskivinnuna er tað so nógv, ið vit ikki hava roynt í nóg stóran mun, sum eisini kundi verið brúkt í undirvísingini. − Tað eru so nógvir ótroyttir møgu­leikar, ið enn eru eftir hjá føroy­ingum at fara undir, og tað kundi skúlin saktans lagt seg eftir at endur­spegla í undirvísingini, sigur Herálvur Jacobsen. – Fólkaskúlin átti at havt eitt nógv størri útboð av teimum meira prak­tisku, handaligu og kreativu læru­greininum, so at tað var pláss fyri øllum, sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærara­felagnum – Samfelagið spyr eftir fólki við øllum útbúgvingum og ikki bert bókligum útbúgvingum, og tí haldi eg at vit mugu leggja dent á hetta longu í fólkaskúlanum, sigur Gunvør Balle, tingkvinna