Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014 10 VIKUSKIFTI tema Fólkaskúlin Ruth Winther Poulsen ruth@sosialurin.fo Trupulleikar í yngru flokkunum kemur ikki einans fyri í føroysku fólka­skúl­ unum, hetta er eitt rák, sum vit síggja allastaðni, og hetta er als ikki nakað nýtt, sigur Marjun Nielsen. – Sálarfrøðingar tosa nógv um sjálv­ regulering og at klára at hava tamar­ hald á sínum kenslum og síni atferð, at megna at rúma neiligum kenslum. Hetta er nakað, sum man ofta snakkar um at børn hava ringt við í dag Spurningurin er, um børn veruliga hava verri við at stýra kenslunum í dag, ella um tað kann vera tað, at tað í dag verður kravt nógv av teimum. Kravið er, at tey klára at stýra síni atferð, og at tey klára at tillaga sína atferð eftir ymiskum støðum. Børn fara tíðliga á stovn Um vit hyggja at, hvussu nútímans fam­iljan er inrættað, síggja vit, at børn fara á stovn sum seks mánaðar gomul. Longu tá verða tey von við at skula vera umgyrd av øðrum børnum á einum ógvuliga avmarkaðum plássi. – Fyrr vóru børn heima, heilt til tey skuldu í skúla, og tey høvdu eitt nógv størri pláss at spæla í. Og tá trupulleikar stóðust av ymiskum slag, kundu tey bara fara avstað eina løtu og fáa sær ein steðg. Hesum hava børn slett ikki møgu­leika fyri í dag. Samfelagið í dag krevur, at børn hava sosialar førleikar, men hesir mennir tú ikki við bara at vera millum børn. Barnið fær fyrst og fremst vælmentar sosialar førleikar við í samspæli og sam­skifti við vaksin, serliga foreldrini. Sjálvrealisering og barnauppæling Tað, sum eyðkennir børn í dag og tað sam­felagið, tey liva í, er at tey hava meira at skulu velja frá enn at velja til. Tíma­talvurnar eru fyltar við aktivitet­ um frá morgni til myrkurs og dagarnir eru altíð ógvuliga skipaðir. Og tað sama, um vit hyggja at for­ eldrunum. Hjá foreldrum í dag snýr tað seg ikki einans um barnaaling og húsar­ hald. Nógv verður tosað um sjálv­reali­ sering og vit arbeiða ikki einans fyri at halda húsarhaldinum uppi, men tí tað gevur lívsgleði. – Hetta vil siga, at familjan í dag realiserar seg nógv uttanfyri húsið, tey hava lítla tíð saman í familjuni men nógva tíð uttanfyri húsið saman við Ov høg krøv verða sett børnum í dag Í seinastuni hevur ljós verið varpað á trupulleikar við harðskapi í yngru fólkaskúlaflokkunum, men hetta er als ikki nakar nýggjur trupulleiki, sigur Marjun Nielsen, sálarfrøðingur í Sernám Fá fylla nógv Børn hava meira brúk fyri teimum vaksnu í dag enn tey høvdu fyrr, og hetta krevur, at tey vaksnu taka sær stundir til børnini. Hetta heldur Birgit Arge, skúlastjóri í Hoyvíkar skúla. Hóast tað hevur verið nógv frammi í seinastuni um at yngstu næm­ingarnir í fólkaskúlanum eru kropsliga og málsliga harðligir, er tað ikki nakað, sum Birgit Arge kennir aftur frá sínum skúla. – Hatta er ikki nakað, man møtir dagliga, men tað er uttan iva ein trupulleiki hjá teimum, sum hava varpað ljós á málið. Hon vísur á, at tað eru nakrir fáir næmingar, sum hava tað trupult, og hesir fylla ofta nógv í fólka­skúl­ anum. Hetta heldur Birgit Arge ikki er broytt gjøgnum árini, men tað er nakað, sum er meira í fokus í dag enn tað hevur verið. – Grundleggjandi eru børn øgiliga fitt og væl fyri uppá allar møgu­ligar mátar. Men nøkur børn hava tað øgiliga strævið, og tað eru ofta hesi, sum fylla nógv í okkara huga­heimi. Vit síggja tey so væl, tí at vit altíð royna at lofta øllum børn­um og hjálpa teimum. Tað er ov lætt at siga, at børn í dag eru ov illa uppdrigin, heldur Birgit Arge. Børn eru øðrvísi upp­ drigin í dag enn fyrr. Tey hava nógv at siga, og tey verða nógv spurd, og tey góð­taka ikki bara alt, sum verður sagt. Nógvir pallir og ymiskar spælireglur Birgit Arge heldur, at tað at børn hava so nógv at gera í tí dagliga kann gera tað trupult hjá teimum at fyri­halda seg til ymiskar atferðar­ háttir tey ymisku støðini. – Børn í dag liva eitt øgiliga samansett lív og hjá summum er lívið nokk so fløkt. Tey hava nógvar pallir, sum tey ferðast á, tey eru í skúla, í frítíðarskúla, til ymisk ítriv, og so kann heimalívið eisini vera fløkt. Tað kann sikkurt vera ør­ kymlandi hjá einum barni at vita hvussu man ber seg at á hvørjum palli. Hon heldur eisini, at tey vaksnu kundu verið betur til at markera seg og til at sett sær tíð av til tað einstaka barnið og greitt tí frá hesum ymisku spælireglunum í sam­felagnum. – Eg haldi, at børn virkuliga hava brúk fyri vegleiðing í dag, og eg vildi ynskt, at vit høvdu meira tíð at tikið okkum av tí einstaka barn­inum. – Nøkur børn hava tað øgiliga strævið, og tað eru ofta hesi, sum fylla nógv í okkara huga­ heimi, sigur Birgit Arge, skúla­ stjóri í Hoyvíkar skúla mynd: Álvur Haraldsen