hósdagur 6. november 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014
11
VIKUSKIFTI
tema
øðrum fólkum. Tá familjan so endiliga
er savnað, vilja tey hava tað hugnaligt
saman og njóta kvalitetstíðina við hús.
Ósemjur og uppaling verða tá ikki
prioritera og hetta ger, at tað eru fleiri
ting, sum barnið slett ikki lærir áðrenn
tað kemur so langt sum inn í skúlan.
Lærarin hevur
ein truplan leiklut
Nógv er broytt gjøgnum árini, og eitt
av hesum er leikluturin hjá læraranum.
Fyrr legði lærarin undirvísingarstøði í
miðjuni fyri at møta flestu næming
unum. Í dag krevur samfelagið, at
lærarin skal næmingalaga sína undir
vísing, so hvør einstakur næmingur,
verður møttur har sum hann er før
leikaliga, leggur Marjun Nielsen aftrat.
Tá ein lærari fyri tretivu árum síðani
fekk ein fyrsta flokk, fekk hann ein
bólk av næmingum, sum hann skuldi
undirvísa. Í dag fær hann 24 einstak
lingar, og allir hesir einstaklingarnir
skulu møtast har teir eru.
– Tað er týdningarmikið, at barnið
kennir seg trygt og virt av læraranum.
Somuleiðis er tað týdningarmikið, at
lærarin er autoriteturin, sum stýrir
og tekur avgerðir. Tá barnið verður
harðligt, er hetta eitt tekin um, at
okkurt ørkymlar barnið, og at onkur
krøv eru ov høg, antin fakliga ella per
sónliga. Tað kann vera í skúlanum,
heima ella onkra aðra staðni.
Umframt at vera fakliga væl fyri,
skal nútímans lærarin eisini taka sær
av trivnaðinum hjá børnunum. Tískil er
uppgávan hjá lærarinum stór í dag, og
alt hetta skal hann megna einsamallur
yvirfyri 24 børnum.
Samskifti er gylti vegurin
Hansina Maria Iversen er forkvinna
í skúlastýrinum í Kommunuskúl
anum í Havn og hevur børn í 1. og 4.
flokki. Hon hevur gott samstarv við
lærarar og foreldur í flokkunum, og
hetta metir hon er avgerandi fyri
gott skúlaumhvørvi.
Samskifti millum lærara og for
eldur er umráðandi tá tað kemur
til at fyribyrgja trupulleikar í floks
hølinum, heldur Hansina Maria
Iversen.
– Vit hava verið øgiliga heppin
í flokkunum hjá børnum okkara, tí
vit hava sera gott samband við hini
foreldrini í flokkunum, og vit tosa
nógv okkara millum og við floks
lærararnar.
Hansina Maria Iversen heldur,
at fyri at fyribyrgja trupulleikar
millum lærara og næming, er tað
umráðandi, at foreldrini vísa, at tey
vita, hvat hendur í skúlanum, og at
tey samskifta við læraran.
– Lærarin hjá børnum okkara
tekur trupulleikarnar upp beinan
vegin, tá okkurt er áfatt, eisini um
tað er vanligur barnaklandur. Hetta
ger, at vit kunnu tosa við barnið hjá
okkum um hvat er hent og hetta er
fyribyrgjandi.
Foreldur eru ov tykkin
Trupulleikar í flokshølinum kunnu
standast av, at vaksin eru øgiliga
bangin fyri at siga frá. Samstundis
hava foreldur ov ofta trupult við at
góðtaka, at onnur vaksin seta barn
ið hjá sær uppá pláss.
– Tað kann vera ringt at síggja,
men sum foreldur mást tú góðtaka,
at barnið hjá tær verður sett uppá
pláss av øðrum vaksnum. Tað má
vera eitt mark fyri hvussu man
uppførir seg, og tað má mann hava
loyvi til sum eitt vaksið menniskja
at kunna siga frá nær tað er nokk.
Um man sum vaksin ikki følir,
at man kann vera autoriteturin og
vera tann, sum bestemmar yvir
børnunum, so kann tað skjótt
ganga galið, heldur Hansina Maria
Iversen.
– Samskifti millum lærara og for
eldur er umráðandi tá tað kemur til
at fyribyrgja trupulleikar í floks
hølinum, sigur Hansina Maria
Iversen, forkvinna í skúlastýrinum
í Kommunuskúlanum í Havn
– Fyrr vóru børn heima, heilt til tey skuldu í skúla, og tey høvdu eitt nógv størri pláss at spæla í, sigur Marjun Nielsen, sálafrøðingur
mynd: Álvur Haraldsen
mynd: Álvur Haraldsen