Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014 12 VIKUSKIFTI The Affair Tá ið Noah Solloway, sum er giftur og eigur fýra børn, hittir Alison Lockhart, ið somuleiðis er gift, er tað byrjanin til eitt forhold millum tey bæði, ið hava hvør sítt lív og avbjóðingar at taka sær av í gerandisdegnum. Røðin varð fyrstu ferð send í heyst og var so væl móttikin, at fleiri partar verða framleiddir og verða sendir seinni í ár. undirhald til veturin Summartíðin er farin úr gildi, fyrstu frostdagarnir hava verið, og fyri framman bíðar tann myrka árstíðin. Hesa tíðina er gott at hava undirhald at ganga á. Her eru nakrar sjónvarpsrøðir, sum kunnu stytta tær um longu vetrarkvøldini lagt til rættis: Eyðun Klakstein Sjónvarps Gotham Tað er í døgunum, áðrenn Batman kemur inn á pallin í Gotham býi. Løgreglumaðurin James Gordon stríðist við skurkar, sum ganga aftur í films­søgunum um Batman. Eisini Bruce Wayne, sum seinni verður Batman, er partur av hesi sjón­varps­røð, sum byrjaði nú í heyst í USA. Mad Men Eingin listi við sjónvarpsrøðum uttan helst bestu sjónvarpsrøð nakrantíð. Don Draper er kreativi lýsingamaðurin í New York í 60’unum, tá ið menn drukku og royktu allastaðni, og kvinnurnar máttu taka til takkar við at verða finnur í talvinum, har menninir flyta fólkið. Fyrst í komandi árið endar sjónvarpsrøðin, sum bæði lýsir menniskju og tíðina í 60’unum. Boardwalk Empire Steve Buschemi er suverenur í høvuðs­leik­ lutinum sum Enoch »Nucky« Thompson – politikarin, sum ger sær dælt av lógligum og ólógligum sambondum og framferð í forboðstíðini í USA. Sendi­røðin inniheldur politiskt umhvørvi, persónlig viður­skifti, mafiasambond og løgreglufólk. Røðin er viður­kend fyri framúr góðan stíl og spennandi søgur. The Fall Krimirøð, sum gongur fyri seg í Belfast í Norðurírlandi. Stella Gibson verður send til Belfast fyri at hjálpa við at kanna eitt mál, har samanhangur helst er millum fleiri dráp. Ein drápsmaður jagstrar ungar kvinnur í býnum og ger av við tær. Fyrsta sesong fekk sera góð ummæli, og nú um vikuskiftið byrjar onnur sesong í írskum sjónvarpi.