Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-11-06, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. november 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014 13 VIKUSKIFTI Suits Mike Ross er flýggjaður frá einum mislukkaðum rúsevnishandli og fær arbeiði hjá einum av bestu sakførarunum í New York, Harvey Spector. Teir báðir verða eitt sterkt makkarapar, sum brúka snildir av ymsum slagi fyri at vinna sínar sakir. Men teir mugu fjala út yvir, at Mike Ross ikki hevur løgfrøðiliga útbúgving og hevur onkur lík í lastini. Higartil eru fýra sesongir við samanlagt 54 pørtum tøkar. Game of Thrones Ævintýrrøðin, sum gjørdist nógv betur umtókt, enn nakar hevði roknað við, snýr seg um sjey familjur, sum stríðast um Westeros landið. Nú hava framleiðararnir tryggjað sær, at røðin kann halda fram í fleiri ár afturat teimum fýra, sum hon higartil hevur verið at sæð. Ert tú til eitt bland av fantasy og miðøld, er hetta røðin til tín. Sherlock Sherlock Holmes er ein klassikari innan krimibókmentir, og søgurnar um Holmes og hjálparmann hansara, Watson, eru óteljandi ferðir filmatiseraðar. Í hesari sjónvarpsrøð er Sherlock Holmes settur inn í nútíðar enska samfelagið og skal loysa fløktar gátur á tann hátt, sum ber hann kann. Higartil eru 9 partar gjørdir av Sherlock. Downton Abbey Stórsligin sjónvarpsrøð um yvirklassan og tænastufólk fyrst í farnu øld, sum ger nógv burtur úr pallseting og klæðum. Røðin fylgir lívinum á Downton Abbey í Yorkshire, har bæði tey ríku og tænastufólkini hava týðandi leiklutir. Fimta sesong av røðini hevur verið sýnd í bretskum sjónvarpi í heyst. Downton Abbey er klassiskt drama, sum bert bretar duga at gera tað. Grand Hotel Sponsk røð, sum gongur fyri seg á einum yvirklassahotelli tíðliga í 20. øld. Tá ið ein tænastugentan blívur burtur, fer beiggi hennara í holt við at kanna málið. Hann fær arbeiði á gistingarhúsinum, verður væl við dóttir eigaran og kemur alsamt nærri ein uppkláring av málinum. Hetta er nakað av tí besta, sum spaniólar hava framleitt av sjónvarpsundirhaldi í nýggjari tíð. gotham býur í døgunum, áðrenn Batman kemur inn á pallin