hósdagur 6. november 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Vanlukkan
í Dímun í 1924
Stóra Dímun hevur verið rakt av mongum vanlukkum gjøgnum tíðirnar.
Tann mest kenda man vera tann í 1924, tá ið bóndin, Óla Jákup, fekk ein stein
í høvdið og doyði. Tað var um reppið, at Kristian ikki fekk somu lagnu
Í
sínum endurminningum hevur Kristian
Djurhuus eina neyva frásøgn frá hesi
vanlukku, sum eins væl kundi rakt
hann sjálvan.
Í 2010 hevði Miðvikan eina longri
greinarøð í 12 pørtum um Dímun, grundað á
samrøðu við gamla bóndan Janus. Hon finst á
heimasíðuna www.storadimun.fo undir Savn.
Her er henda vanlukkan eisini umrødd í
høvuðsheitum. Men frásøgnin hjá Kristian
man vera tann mest fullfíggjaða, sum higartil
er komin fram alment. Her er upplýsingar,
sum ikki hava verið frammi fyrr. Eisini er
okkurt um dímunarsøgu, sum var umrøtt í
hesi greinarøð, og sum tí ikki verður endur
tikið. Men her verður frásøgnin hjá Kristian
endurgivin:
Skakandi uppliving
Margretha og eg høvdu 1.juni 1924 eina skak
andi uppliving. Hetta var fyrsti sunnudagur í
juni mánaði. Veðrið var gott. Eg hevði verið
uttandura og hitti nakrar menn, sum eg kendi.
Hesir skutu upp, at vit skuldu fara eina útferð
til Dímunar, og vit skuldu hava konurnar við.
Eg var áhugaður og fór heim at tosa við Mar
grethu. Hon hevði ongan hug at koma við,
hon helt ikki, at vit bæði kundu vera so leingi
burtur frá børnunum. Men eg fekk tó sannført
hana. Báðar arbeiðsgenturnar vóru jú heima.
Hinir menninir høvdu lænt ein motorbát
frá Niels J. Mortensen. Vit vóru eini 20 í tali,
sum fóru, tey flestu mannfólk. Veðrið var sum
sagt tað besta, og vit løgd at við Gjónna. Men
at koma upp á oynna var ein avbjóðing. At
fara upp gjøgnum Kleyvina er kent fyri at
vera vandamikið. Men vandamikið er tað tó
ikki, um tað ikki ørar hjá einum. Tað, sum
ræður um, er, at hildið verður fast í keturnar
og veirarnar, sum eru festir í bergið.
Vit komu upp í øllum góðum og fingu eina
hjartaliga vælkomu. Borðreitt var við besta
mati, sum kundi hugsast. Vit fingu skerpikjøt
og rómastamp og alt, sum garðurin kundi
bjóða. Tann ungi bóndin, Óla Jákup Jensen, og
hansara unga kona, Hansina, ættað úr Skúvoy,
høvdu bara verið gift í eitt ár. Tey høvdu ein
lítlan fittan son, sum lá í vøgguni. Hann var
knappliga hálvt ára gamal. Drongurin var
uppkallaður eftir abba sínum, Janusi, sum
hóast hann var blindur, hevði stýrt garðinum
við undrunarsomum dugnaskapi. Hann hevði
eisini gjørt nógv fyri at bøta um bygningarnar
á oynni. Hann segðist at vera ein vælhavandi
maður, tá ið hann doyði.
Vit vórðu boðin inn til Hansinu og Óla
Jákup. Tey flestu av okkum kendu Óla Jákup
frá hansara vitjanum í Klubbanum á Tvøroyri.
Óla Jákup vísti okkum runt í øllum bygning
um á garðinum. Í reiðskapshúsinum sóu vit
millum annað øll bjargatogini og veiðureið
skap til fugl.
Vit vóru heilt uppi á oynni og høvdu fragd
av tí stórsligna útsýninum. Her uppi var eisini
ein stór grasfløta, har mong ymisk fuglasløg
halda til.
Vanlukku ræningin
Tað var út á seinnapartin, at komið var aftur
til húsa, og aftur vórðu vit boðin til borðs.
Tá var eisini komin manning úr Skúvoy, sum
skuldi vera við til at fara eftir lomvigaeggum
dagin eftir. Hetta var nakað, sum var púra
ókent fyri okkum av Tvøroyri, so vit søgdu
Óla Jákupi frá okkara áhuga fyri at síggja,
hvussu ræning gekk fyri seg. Hetta vildi hann
fegin sum tann góði vertur, hann var. Hann
orðaði hetta við menninar, sum vóru komnir
úr Skúvoy. Hesir høvdu tó ongan hug til at
fara undir hetta ein sunnudag. Men hinvegin
varð ført fram, at hetta skuldi ikki vera nøkur
beinleiðis ræning, men skuldi bert lýsa gest
unum, hvussu hetta gekk fyri seg. Filippus,
pápi Hansinu, var eisini staddur í Dímun
henda dagin.
Óla Jákup og nakrar aðrir á oynni bjóðaðu
seg fram til hesa lýsing, og teir fóru so út á
eggina. Her bleiv ein maður, Johan Hendrik,
íbundin. Hann varð sigin oman á eina rók
við lomvigaeggum. Her kundu vit síggja,
hvussu Johan Hendrik gekk fram eftir rókini
og fylti egg í eggjaposan, sum skjótt varð full
ur. Síðan gav Johan Hendrik boð um at verða
sigin niður á helluna, har hann loysti línuna
av sær. Vit onnur fóru tá saman við Óla Jákup,
Hansinu og nakrar av skúvoyingunum oman
á helluna sama veg, sum vit vóru komnir upp.
Tá vit so komu niður á helluna segði
Óla Jákup, at nú skuldu vit fara at hyggja
at eggjaposanum. Men hann vildi tó flyta
posan eitt sindur framvið ein klett, so hann
ikki kom at standa beint undir línuni. Tað
kundi jú loysna ein steinur úr berginum, sum
kundi raka okkum. Eg og Margretha fylgdu
Óla Jákupi fram at eggjaposanum.
Og so hendi
vanlukkan......
Vit stóðu og hugdu at eggjaposanum, tá
hoyrdist eitt merkiligt suð, og samstundis
merkti eg, at tað var okkurt, sum streyk
fram við rygginum á mær. Samstundis
hoyrdi eg eitt suff og eitt andskræmiligt róp
frá Margrethu. Eg vendi mær og sá Óla Jákup
liggja bløðandi á klettinum. Tað tyktist, sum
at hann royndi at reisa seg upp á albogan,
men so datt hann niður aftur. Hetta hendi alt í
brotspørtum av sekundum. Eg helt meg hoyra
Hansinu spyrja onkran, sum stóð har, um Óla
Jákup var deyður. Margretha var fullkomiliga
forsteinað. Men tó fataði eg, at hon segði við
meg: “Tak hatta burtur, Kristian”. Seinni fataði
eg, at hon meinti við parti av heilanum á Óla
Jákupi, sum var komin á ryggin á mær.
Tað, ein ger í slíkari støðu, man vera úrslit
av refleksum. Eg tók í Óla Jákup og royndi at
reisa hann upp, hóast eg innast inni visti, at
tað hevði onga meining. Maðurin var deyður
á staðnum, høvdið var í sori.
Øll vóru meira ella minni lamsligin. Onkur
fylgdi Hansinu niðan til húsa. Margretha
bleiv fylgd oman í fjøruna, har hon setti seg
á ein stein.
Eg haldi meg minnast, at tá ið tað gekk
upp fyri mær, hvussu stór vanlukkan var, at
eg las Faðirvár yvir tann deyða.
Vit fóru í neystið, har báturin hjá Óla
Jákupi stóð. Haðani tóku vit nakrar árar og
gjørdu úr teimum eina børu, har vit løgdu
líkið og surraðu tað fast.
Aðrir fóru upp á oynna at hála líkið upp.
Børan við líkinum varð nú fest í hesa van
lukku línu, og varð so hálað upp.
Kristian sigur í handritinum:
Der var nu bleven tusmørke – det korte tids
rum hvor al fuglelarm og skrig forstummer,
men nu da liget kom op gennem bjærget
vågnede fuglene og sendte deres klagende
Kristian Djurhuus 32. partur
Garðurin á Stóru Dímun við útsýni móti Lítlu Dímun