hósdagur 6. november 2014síða 39
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014
15
VIKUSKIFTI
skrig udover os, der stod i den dybeste sorg
og fortvivlelse dernede på klipperne. Det var
et mareridt af uhygge.
Vit royndu sum frægast at rudda upp eft
ir vanlukkuna niðri á hellini, og so fóru vit
umborð á motorbátin, sum hevði ligið utt
anfyri og bíðað. Samstundis kom ein annar
motorbátur av Tvøroyri at leita eftir okkum.
Mammubeiggi mín var blivin bangin, tí vit
ikki komu aftur, og hann hevði sent bát at
leita.
Kundi eins væl sjálvur verið raktur
Seinni kom eg eftir, at tað vóru komnir tveir
steinar, ein lítil sum rakti Óla Jákup, og ein
størri, sum streyk meg eftir rygginum. At eg
slapp so væl, var tí, at eg hevði staðið fram
yvir, meðan Óli Jákup stóð upprættur. Tað var
lærarin, Bennedsen, sum fortaldi mær hetta,
og hann legði afturat:
Kære Djurhuus. Jeg håber, De kan tåle at
høre det nu, der kom to sten ned, den ene var
en hårsbred fra at slå Dem ihjel.
Eg sendi so eina frágreiðing til sýslumann
in á Sandi um hendingina. Stóra Dímun er
partur av Sandoyar sýslu.
Margretha hevði fingið ein rættiligan
skelk. Hon gekk sum í svøvni, tá ið hon kom
aftur til Tvøroyrar. Hon lá fleiri dagar í seing
ini uttan at siga nakað. Vit óttaðust fyri henn
ara forstand. Men Gud havi lov. Hon kom seg
eftir nøkrum døgum. Hon gjørdist so fræg,
at hon bað meg fara út til Dímunar til jarð
arferðina. Allir menninir, sum høvdu verið
har úti tann dagin, fóru við. Seinni settu vit
ein stein á grøvina. Tað var syrgiligt at síggja
Hansinu aftur. Lítli sonurin lá í vøgguni uttan
at vita nakað. Hon lá ótroystilig yvir kistuna.
Niðri á helluni stóðu enn teir møblar, sum
dagin undan ólukkuni vóru komnir til teirra
nýggja heim.
Óla Jákup hevði árið frammanundan tikið
kirkjuna niður. Hetta var helst minsta kirkja
í Europa. Men hon var illa farin. Helst hevði
hann ætlað at bygt eina nýggja kirkju. Tað
skal hava verið sagt við hann, at tað kundi
føra til vanlukku, um kirkjan varð tikin niður.
Men hesum hevði hann so ikki lurtað eftir.
Tað segðist eisini, at Óli Jákup stutt undan
hesi vanlukkuna hevði fingið eitt varsil ein
dagin hann var niðri á Kleyvini. Hann var
blivin heilt illa við.
Tað vóru komin nógv fólk úr Skúvoy til
jarðarferðina. Hansina var úr Skúvoy, tískil
átti hon nógv skyldfólk har. Millum hesi
var Johan Hentze, sum eisini kom at fylgja.
Hann helt, at tað var heilt óhugnaligt at
ganga framvið berginum, tí tað var javnan,
at steinar duttu niður.
Síðan henda dagin havi eg altíð følt ein
vissan ótta, tá ið eg gangi framvið, har tað er
høgt. Eg kann ikki lata vera við at hugsa um,
at eg kann f´á ein stein í høvdið.
Annars var eg eina ferð undir krígnum
úti í Dímun og keypti hoyggj. Hetta var vist
í 1942. Eg var saman við manni frá N.J. Mor
tensen. Tá var Hansina einsamøll heima.
Seinni maður, sum eisini æt Óli Jákup, var
farin til Sands eini ørindi.
Tað gjørdist stormur beint, sum vit skuldu
innskipa keypta hoyggið. Men tað eydnaðist
kortini at fáa hoyggið umborð og at fara av
stað. Á heimleiðini mistu vit tó ein bát, sum
vit sleipaðu.
Óli Jákup, seinni maðurin, fekk eisini ein
bráðan deyða undir krígnum av eini spreingi
vanlukku í Dali.
Kristian endaði frásøgnina úr Dímun við
hesi bøn:
Nu må vi håbe, at den nulevende Janus kan
leve uden at omkomme ved et ulykkestilfælde.
Hetta kundi hann saktans biðja eftir, tí
fleiri aðrir bøndur í Dímun hava mist lívið av
vanlukkum.
Henda bønin er hoyrd, tí Janus livir enn,
og hann er farin um tey 90 árini.
Tað var tó um reppið, at hann ikki sjálvur
fekk somu lagnu, sum fleiri av hansara for
fedrum. Hesum greiddi Janus sjálvur frá í
greinarøðini í 2010:
“Eg kundi sjálvur dottið oman bert fá ár
eftir, at pápi mín var deyður. Eg var tá 3-4 ára
gamal. Mamma hevði sagt við arbeiðsgent
urnar, at hon fór at hvíla seg, og hon bað tær
um at ansa eftir mær. Tá ið hon vaknaði og
kom upp aftur, var eg ikki at síggja. Genturnar
høvdu snøgt sagt gloymt meg. Mamma fór
so at leita. Tá hoyrdist hundahvin niðri við
bakkan. Mamma fer oman eftir ljóðinum.
Komin oman á skráningina, sær mamma, at
hundurin stendur og heldur í mær. Eg havi
eftir øllum at døma verið um at fara útav,
og hundurin hevur bjargað mær í seinastu
løtu. Hann hevur so hildið í meg, samstund
is sum hann hevur sent “neyðarróp”. Eg var
tá komin so langt oman, at mamma tordi
ikki at fara oman eftir mær. Tá kundi lætt
liga endað galið hjá okkum báðum, ikki
minst um hundurin so eisini slepti. Mamma
fekk rópt eftir manninum, Óla Jákupi, sum
við eini fleygastong fekk um meg og fekk
meg drignan niðan frá bakkatromuni. Tá var
troyggjan heilt uppetin, sum hundurin hevði
hildið í hana. Hesin hundur man hava fingið
ein góðan bita fyri bragdið!”
Komandi partur:
Kirkjan á Stóru Dímun
Ferðafólk á veg upp á oynna
Stóra Dímun
Janus lesur lestur
Hansina og Janus
Í komandi og fyribils seinasta partinum av
hesi røð greiðir Kristian Djurhuus frá, tá ið
hann kom upp í kommunupolitikk.