hósdagur 6. november 2014síða 40
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 127 · 7. november 2014
Í ranga
strúpan
Ein oyggj at njóta
Leygardagin verður ráðstevna í Deplinum í
Skálavík, har fokus verður sett á ferðavinnu og
matvøruframleiðslu í Sandoynni. Fyrireikararnir
siga: ” Sandoyggin er ein perla. Tað halda ikki
bara sandoyingar. Grøn og gróðrarmikil. Kend fyri
strendur, góð epli, gott skerpikjøt, vakrar bygdir og
ektaðan bygdahugna. Men hvussu fáa vit brúkt alt
hetta góða, so vit fáa skapt arbeiðspláss og vøkstur
burtur úr tí?” Ráðstevnan byrjar
leygarmorgunin kl. 9.30.
Martin Joensen
í Reinsarínum
Vestmenningurin Martin Joensen hevur verið virkin á
føroyska tónleikapallinum í fleiri enn fýrati ár.
Bæði sum oddamaður í Vestmonnum, men eisini sum
solistur og sangskrivari fyri onnur. Leygarkvøldið kl. 21.00
fer Martin Joensen at spæla eitt úrval av sínum sangum og
greiða frá um teir – hetta verður á Reinsarínum í Havn.
Uni og Janus
á Tónabrúgv
Leygarkvøldið verður enn ein konsert í konsertrøðini
Tónabrúgv, sum verður hildin í Spaniastovu í Klaksvík.
Hesaferð verða tað Uni Debess og Janus á Húsagarði, ið fara at
spæla írsk og egin løg. Teir báðir vóru herfyri á konsertferð í Írlandi, og
tað er nakað av teirri konsertskránni, ið verður framførd leygarkvøldið kl.
22.00. Eisini verður onkrir sangir av nýggjari útgávu hjá Janusi spæld.
Grease á pall í Havn
Í kvøld verður fyrsta sýningin av sangleikinum Grease, sum
miðnámsskúlanæmingar í Havn seta upp í Norðurlandahúsinum.
Grease er ein av teimum góðu, gomlu sangleikunum, sum eisini hava
verið gjørdir til film. Fyrstu sýningarnar av Grease eru útseldar, men
men pláss eru eftir sýningarnar í næstu viku.
baksíðan...
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
– Tað
besta, eg
veit, er at
spæla í
kirkjuni,
og eg ætli
mær at hanga í, so
leingi eg havi førleikan
– Landsstýris
málanevndin er í
besta føri virðisleys
79 ára gamla Vilhelmina Larsen
í Dali, sum er organistur
Jenis av Rana, løgtingsmaður
– Tú fært meira
at vita um ein persón
við at lurta eftir, hvat
hann sigur um onnur, enn
við at lurta eftir, hvat
onnur siga um hann
Audrey Hepburn,
bretskur sjónleikari
Nógv í lastini!
Trolararnir landa gjøgnum alla vikuna
In.fo
Ein ordans samanbrestur!
163 badmintonleikarar bresta saman í Havn
in.fo
Misálit á hvønn?
Kaj Leo Holm Johannesen fer ikki at koyra
Johan Dahl frá, og tí fer andstøðan í
løgtinginum væntandi at leggja fram misálit.
Kvf.fo
Hvat selja tey har?
Príslækking á veg í undir-
sjóvartunlunum
Norðlýsið
Einaferð mátti verið nóg mikið!
Heimsins 100 ríkastu kunnu enda
í fátækradømi – fýra ferðir
Portal.fo